- Eg byrjaði hjá Kjølbro við at selja bláseym

Jákup Sólstein, sum seinastu 16 árini hevur staðið á odda fyri Føroya Reiðarafelag, er nú farin frá sum formaður, og hann er eisini farin úr nevnd felagsins. – Eg var púra avkláraður, nú eg legði frá mær, sigur maðurin, sum fyri skjótt fimmti árum síðan byrjaði at selja bláseym í timburhandlinum hjá Kjølbro í Klaksvík

Prát

 

67 ára gamli Jákup Sólstein kom í nevnd Føroya Reiðarafelags í 1982, og í 1991 gjørdist hann formaður eftir Osmund Justinussen, sum tá hevði staðið á odda fyri felagnum í eini 8-10 ár.

- Eg boðaði longu á aðalfundinum í vár frá, at eg fór at leggja frá mær og taka meg úr nevndini. Á hesum fundi varð eisini samtykt at hava ein eykaaðalfund í oktober/ november, har eitt nú bygnarbroytingar í felagnum skuldu umrøðast og ætlandi samtykkjast. Á hesum fundi skuldi nýggj nevnd veljast, og tá fór eg at trekkja meg sum formann og nevndarlim.

Jákup Sólstein sigur, at hann var púrasta avkláraður, nú hann tók hesa avgerð, og í dag er hann leysur av felagnum.

- Alt tað formella er ikki komið upp á pláss enn, og tí siti eg framvegis í onkrum álitisstørvum fyri felagið, eitt nú í forskotsgrunninum og stýrinum fyri ALS.

Hvussu leingi, hann kemur at sita í hesum álitisstørvum, veit hann ikki í løtuni.

 

Eingin orsøk

Fyrrverandi formaðurin sigur, at hansara avgerð um at leggja frá sær als einki hevur við bygnaðarbroytingarnar í felagnum at gera. Avgerðin hevur heldur einki við formansskiftið í Føroya Fiskimannafelag at gera, ei heldur uppsøgnina av sáttmálanum millum feløgini.

- Ein broyting er, at ymsu skipabólkarnir nú formelt peika á – ella innstilla - síni uppskot til nevndina í Føroya Reiðarafelag, men hetta er sum so ikki tann stóra broytingin. Vit hava altíð roynt at havt breiða umboðan í felagnum, og tað verður framvegis soleiðis, at nevndin endaliga verður vald á aðalfundi.

Áður hava nevndarlimirnir verið valdir eftir øki, men nú verða tað so høvuðsskipabólkarnir, sum skjóta síni umboð upp á aðalfundi.

Jákup Sólstein sigur, at í prinsippinum hevur hvørt skip sína atkvøðu, tá ið avgerðir skulu takast á aðalfundi, og tað hevur ongan týdning, hvussu stórt ella lítið skipið er.

- Soleiðis hevur tað verið alla mína tíð, og mær vitandi hevur tað bara verið soleiðis. Eg haldi ikki, vit hava merkt okkum, at nøkur ónøgd hevur verið við hesa skipan, leggur hann aftrat.

 

Einki tvang

Tað er eingin regla um, hvørjir skipabólkar kunnu vera limir í Føroya Reiðarafelag, men tað mest vanliga er, at útróðrarbátar og trolbátar, sum royna á landleiðini, bara eru limir í egnum feløgum, sum ikki eru limir í Føroya Reiðarafelag.

- Limaskapur í Føroya Reiðarafelag er frívillugur – og ikki tvang, sum hann tekur til.

Flestu størri skip eru limir í felagnum, men onkur einstøk skip eru ikki limir.

Avgerðin hjá Jákupi Sólstein um at leggja frá sær hevur heldur einki við samráðingarnar, sum nú standa fyri framman, at gera.

Hann veit at siga, at kunnandi fundur hevur verið millum Føroya Reiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag, og seinasta fríggjadag var fyrsti samráðingarfundur millum partarnar um nýggjan sáttmála.

Tað er Føroya Fiskimannafelag, sum hevur sagt sáttmálan við Føroya Reiðarafelag upp.

 

Eingin reaktión

- Eitt av málunum, sum vit hava roynt at fáa upp á pláss fyri samráðingarnar við Føroya Fiskimannafelag hesaferð, var uppskotið um, at feløgini skuldu samráðast um sáttmálarnar hjá hvørjum skipabólki sær. Fyritreytir, prosentbýti og frádráttrarviðurskifti eru so ymiskt. Tað eru nakrir mánaðir síðan, vit sendu Føroya Fiskimannafelag bræv um hetta, men mær vitandi hava vit einki frætt aftur.

Jákup Sólstein sigur, at ein slík skipan longu er fingin í lag við Føroya Skipara-og Navigatørfelag.

- Førir ein træta í onkrum skipabólki við sær, at partarnir ikki kunnu semjast, er lítil meining í, at eitt nú trolararnir eystanfyri skulu koma heima at liggja, tí partarnir ikki kunnu semjast um viðurskifti hjá ísfiskatrolarunum ella línuskipunum. Hetta virkar eisini undarligt, um tað er øvut – um ósemja um langfaraskipini leggur ísfiskaflotan undir Føroyum, sigur hann.

 

Ikki í lummanum

Tað hevur ofta verið kastað Óla Jacobsen, fyrrverandi formanni í Føroya Fiskimannafelag, fyri, at hann var í reiðaralumma, tí eingi verkføll vóru í fiskiflotanum tey mongu ár, hann umboðaði fiskimenn.

- Nei, Óli var so avgjørt ikki í lummanum hjá okkum. Hann var rímiliga harður og ikki altíð so mjúkur at strúka. Hann var væl fyrireikaður og arbeiddi altíð fyri fiskimannin og dekkaran. Hinvegin var hann realistiskur og royndi altíð at finna pragmatiskar loysnir. Tøl vóru ein av hansara sterku síðum, og hann hevði gott minni. Eg vil siga tað soleiðis, at feløgini hava altíð roynt at funnið loysnir, sum eisini hava ”smittað” eitt sindur yvir á fiskimannin.

Jákup Sólstein sigur, at tað er ikki rætt, at eingi verkføll vóru í tíðini hjá Óla sum formanni í Føroya Fiskimannafelag, men hesi vóru fá – og ikki drúgv.

- Eg haldi, eg kann minnast eini tvey verkføll, harav Føroya Fiskimannafelag í tí eini trætuni kom í stríð við Føroya Reiðarafelag um eina ósemju, sum annars var millum felagið hjá fiskimonnum og felagið hjá navigatørum um frítíðarløn.

 

Rímiliga væl fyri

Hann sigur, at fiskimenn eftir hansara tykki eru rímiliga væl fyri í sáttmálanum, men heldur, at yvirmannapartarnir í summum førum eru ov stórir.

- Í onkrum skipabólki hava reiðararnir tann trupulleika, at meðan manningarnar tjena rímiliga væl, gongur striltið at fáa raksturin hjá skipunum at hanga saman. Eitt dømi um hetta eru ísfiskatrolararnir og teir fáu rækjutrolararnir, sum enn eru eftir. Økti kostnaðurin fyri olju, sum hesi skip rinda – og ikki manningarnar – tyngir um raksturin, tí trolvinna brúkar lutfalsliga nógva olju. Hesi skip hava tað rættiliga tungt, men manningarnar hava eina rímiliga góða hýru.

Hann sigur, at eitt annað dømi er pelagiski flotin, sum eisini hevur havt munandi øktar útreiðslur orsakað av hækkandi oljuprísunum. Men tað, sum higartil hevur bjargað hesum skpum, er, at tey hava verið í eini góðari tíð seinastu árini.

- Vit hava eit protokollát, sum gjørt er millum feløgini, og her verður sagt, at hækka oljuprísirnir munandi, skulu feløgini tosa saman um hesi viðurskifti. Eg vænti, at spurningurin um øktu oljuútreiðslurnar verður tikin við í samráðingarnar hesaferð, sigur Jákup Sólstein.

 

Kennir ikki Jan

Vit spurdu eisini fyrrverandi formannin í Føroya Reiðarafelag, hvat hann væntar av samráðingunum, sum nú standa fyri.

- Tað er ilt at siga, men eg vænti ikki, at tað verður nógv hjá nýggja formanninum í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, at koma eftir.

Men væntar fyrrverandi formaðurin, at nýggi formaðurin í FF fer at roynast fiskimonnum?

- Tað dugi eg slett ikki at meta um. Vit hava lítið og einki havt við hvønn annan at gera, síðan hann gjørdist formaður. Vit hava kanska tosað saman einar 3-4 ferðir, og eg úttali meg slett ikki um, hvat eg vænti av honum. Eg havi onga orsøk til at fornerma mannin, og eg havi heldur onga orsøk til at rósa honum. Hinvegin hava eg og Óli Jacobsen kenst í mong ár, og eg vænti persónliga ikki, at fiskimenn fáa ein betri formann, enn Óli var fyri teir.

Jákup Sólstein heldur skemtandi fyri, at Óli skuldi bara havt gjørt sum hann og trekt seg, meðan hann enn var á ”toppinum”.

- Men eg havi varhugan av, at Óli trívist rættiliga væl í tí, sum hann nú tekst við, leggur hann aftrat.

 

”Lærdur” ágangur

Nú Jákup Sólstein hyggur í bakspegilin, heldur hann, at eitt tað mest syrgiliga í føroyskari fiskivinnu er tann hugburður, sum tey sonevndu ”lærdu” hava um vinnuna. Hann heldur ikki, at fiskivinnan er væl sædd í teirra eygum, og fyrrverandi formaðurin hevur fleiri ferðir merkt sær, at talað verður fyri at leggja vinnuni enn fleiri fótonglar. Eitt tað besta og feskasta dømi um hetta heldur hann vera alt tosið um tilfeingisgjald – tað at áleggja skipum gjald fyri at sleppa at føra fongin til lands og til virkingar á landi.

- Nú er tað soleiðis, at einki stendur í stað, men fáa skipini álagt at rinda eitt tilfeingisgjald omanyvir eitt nú hækkaðu oljuprísirnar, fer áhugin at gera íløgur í fiskivinnuna at minka. Sum er hava fleiri skip stórar manningartrupulleikar, tí so nógvur – og óproduktivur – aktivitetur er á landi. Skulu vit liva í hesum landi, mugu vit føra tilfeingið úr havinum til lands, tí tað er hetta, sum skapar útflutningsvirði og soleiðis valuta heim til landið.

Jákup Sólstein spyr í hesum sambandi, hvussu leingi Føroyar kunnu liva við læntum peningi, sum ein stórur partur av hesum ”aktiviteti” uppi á landi byggir á.

Hann reisir eisini spurningin, hvussu leingi føroysku peningastovnarnir kunnu læna pening úr útlandinum til at læna útaftur til fólk, sum læna seg út á sjógv. Hvar er inntøkugrundarlagið, sum skal bera alt hetta?

- Okkum nýtist ein útflutning í mun til allan hendan innflutningin, og tað er einki, sum í løtuni bendir á, at javnvág fer at koma í her, leggur hann dent á.

 

Byrjaði hjá Kjølbro

Jákup Sólstein, sum fylti 67 tann 29. apríl í ár, byrjaði í starvi í timburhandlinum hjá Kjølbro í Klaksvík 1. mars í 1958, og soleiðis verða tað fimmti ár í komandi ári, síðan hann byrjaði í teirri fyritøku, hann framvegis er ein partur av. Undan hesi tíðini og eftir, at hann var liðugur við realskúlan, plagdi Jákup at turka fisk í turkarínum hjá Kjølbro.

- Vit kunnu siga, at JFK, har eg framvegis starvist sum skrivstovumaður, er ein avlegari av Kjølbro-fyritøkuni, og eg helt soleiðis fram, tá ið fyritøkan varð umskipað.

Arbeiðið hjá honum í timburhandlinum var eitt nú at selja bláseym, sum hann tekur til.

- Øll vita, hvat bláseymur er, ha? Vit plaga at spyrja fólk, um tey hava etið bláseym, sigur hann skemtandi.

Timburhandilin seldi bláseym, sum er smáur bláur seymur í ymiskum longdum. Seymurin varð eitt nú nýttur til polstring, tuflur, dúkar, sum skuldu neglast á rammu og annað. Hesin seymur bleiv brúktur, áðrenn vit fingu heftimaskinur, sum skjóta tvíbeintar stiftir.

 

Kassameistari

- Eg starvaðist í timburhandlinum til 1964, tá eg gjørdist tað, sum vit róptu kassameistari. Í hesum starvi var eg fram til 1977. Eg útbetalti allar lønir til tey, sum arbeiddu í Kjølbro-fyritøkuni, bæði á sjógvi og landi.

Soleiðis samstarvaðu Jákup Sólstein og Svend Thulesen, stjóri, í Kjølbro-fyritøkuni í fleiri ár.

- Thulesen var ein ógvuliga ítøkiligur maður, sum fylgdi neyvt og væl við gongdini í fyritøkuni, men eins og flestu av okkum, gjørdi eisini hann onkur mistøk.

Í dag starvast Jákup Sólstein sum skrivstovumaður hjá JFK, har hann seinastu árini hevur kunnað farið og komið, sum tað hevur passað honum. Hetta hevur eisini verið neyðugt, nú hann í fleiri ár hevur myndað Føroya Reiðarafelag úteftir.

 

Bát á Borðoyarvík

Jákup Sólstein hevur eisini onkur frítíðarítriv, og eitt nú eigur hann eitt 8-mannafar, sum hann hevur liggjandi á Borðoyarvík. Hann eigur eisini nakrar seyðir, sum ganga í haganum, men seyðurin hevur eisini hansara áhuga.

- Hetta er arvur. Eg fái einar 12-15 seyðir úr haganum um árið, og onkur av systkjum mínum plaga at fáa okkurt burtur av, tá ið skurðfjøllini verða gingin.

Jákup er á Borðoyarvík í ketildrakt, sum aðrir menn, tá ið hyggjast skal í bátin, og onkuntíð loysir hann og fer ein túr út á víkina at royna eftir reyðfiski.

- Eru líkindi, og tað er kyrt í sjónum, fært tú vanliga nakrar reyðfiskar allastaðni fram við landi. Onkur plinkur er eisini innarliga á víkini, har tú kanst fáa smáfisk. Báturin hevur línuspæl, og hann hevur eisini fiskiloyvi, og tað kemur eisini fyri, at eg seti onkra línu. Kanska avreiði eg fyri 2.000 krónur um árið, sum knappliga er fyri bátaplássið, sigur hann skemtandi.

Jákup Sólstein ásannar, at báturin er góð sálarbót og ein fínur avvekslingur í gerandisdegnum.

- Eg havi í hvussu er syrgt fyri, at vit hava verið forsýnaði við frikadellum og knettum, leggur hann aftrat.