- Eg dugi longu at skriva B

- Eg dugi eisini at skriva R og A, og haraftrat navnið hjá mær, sigur Brandur Áslaksson í Funningsfirði. Mánadagin skal hann á fyrsta sinni inn um skúlans gátt sum einasti næmingur í 1. flokki við Funningsfjarðar skúla.  Eg gleði meg, men eg eri eisini eitt sindur nervøsur, sigur hann.

Funningsfjørður: - Eg gleði meg mest til at sleppa at svimja.
Ein av teimum 696 næmingunum sum byrja í 1. flokki komandi mánadag er Brandur Áslaksson í Funningsfirði.
Fyri hann verður hesin dagurin byrjanin til eitt nýtt kapittul í lívi hansara, nú hann á fyrsta sinni fer inn um skúlans gátt sum næmingur.
Nú verða spæl og dagrøkt avloyst av skúlastovu, lærara, skúlatingum  og seinni í lívinum royndir og ársroyndir.
Alt hetta hevur kortini ikki tikið mótið frá lítla Branduri, sum gleðir seg at fara í Funningsfjarðar skúla mánamorgunin.
- Eg gleði meg, men eg eri eisini eitt sindur nervøsur, kemur tað stillisliga frá honum.

Best við fleiri
Brandur er klárur at fara í skúla.
Skúlataskan er fingin til vega, og alt tilhoyri er komið í taskuna. Nú bíðar hann bert eftir fyrsta skúladegnum.
At hann so verður einasti næmingurin í 1. flokki leggur hann ikki so nógv í.
- Tað hevði allíkavæl verið betri um vit vóru fleiri, sigur Brandur.
Í Funningsfjarðar skúla ger tað kanska ikki so nógv, um tað bert er ein næmingur í flokkinum: Hinir sjey næmingarnir eru nevniliga allir í einu og somu stovu.


Ringir runt
Í eina tíð hevur Brandur nærum ikki hugsað um stórt annað enn ta serstøku hendingina, sum fer fram í hansara lívi komandi mánadag.
Henda morgunin fer lærarin við skúlan, Emil Jacobsen at kunna bjóða sjey gomlum og hesum eina nýggja næminginum vælkomnan til enn eitt skúlaár við skúlan.
Av tí at talið av næmingum ikki er so stórt, so er ikki neyðugt hjá Funningsfjarðar Skúla at senda skriv í húsini ella at senda kunngerð til Kringvarpið um, nær teir ymisku flokkarnir skulu møta.
Lærarin plagar bara at ringja runt og siga frá degi og tíma, tá næmingarnir skulu møta aftur eftir summarsteðgin.
Og Brandur, - hann er púra klárur til at fara í skúla á fyrsta sinni. Hann hevur longu keypt taskuna við øllum tí, sum hoyrir til eina slíka.
Ein dagin herfyri var hann og keypti sær eina skúlatasku til høvið. Í handlinum vóru øgiliga nógvar ymiskar taskur at velja millum, men hann kundi so bert velja sær ta einu.
Henda, hann at enda valdi sær, er 1. floks  ein 1. floks taska til eina 1. floks næming!
- Hetta er ein ordiliga góð taska. Hon er kul og so er hon eisini øgiliga fín, sigur Brandur.

Skúlataska og saft
Uttan eina góða skúlatasku, so ber ikki til at fara í skúla. Og Brandur, hann vísur okkum fegin alt tað, sum er í taskuni.
Hann fer eftir taskuni, sum stendur á einum stóli við køksborðið. Hann setur seg stillisliga á gólvið, letur hana upp og byrjar at taka fram nakað av tí, sum hoyrir til ein vanligan skúladag og til eina skúlatasku, hjá einum spentum 1. floks næmingi.
Fyrst koma tríggjar skrivibøkur úr, og síðani eitt rættiliga stórt penalarhús.
- Her er viskileður, blýantsspískari, lineal og pennar í. Og so er eisini ein rúgva av litblýtantum, sigur Brandur.
Men taskan inniheldur eisini annað enn tað. Ein lítil lummi er frammanfyri, og í hesum lummanum liggur ein mateskja, sum enn er innballað í plastikkið frá framleiðaranum.
Á høgru síðu er enn ein lummi, har hann kann hava tímatalvuna í. Og mín sann um ikki ein lummi er á vinstru síðu eisini.
Í hesum lummanum er ein fløska, har saft kann latast í, so at Brandur kann sløkkja sær tostan í skúlanum, um tað skuldi gjørst neyðugt.


Navn og tøl
Hóast Brandur nú byrjar í 1. flokki, so hevur hann kortini gjørt nakrar royndir at snúsa eitt sindur til skúlalívið.
Hann hevur lært seg at skriva nakrar av bókstavunum í føroysku stavrøðini.
- Eg dugi at skriva B. Og eg dugi at skriva R og A. Ja, eg dugi eisini at skriva navnið hjá mær, sigur hann  B-R-A-N-D-U-R.
Hann hevur eisini lært seg at skriva nøkur av tølunum.
- Heilt upp í 20, sigur hann.
Júst tað, heldur eldri beiggin ikki vera so nógv at reypa um, tí nú brýtur hann hin yngra av.
- Men eg. Eg dugi at skriva upp í 100!, sigur Tórður.
Spurdur um hann dugir at rokna nakað, svarar hann eitt spakuligt ja.
Hann veit, at um hann hevur eitt bomm og fær eitt bomm aftrat, so hevur hann tvey bomm. Og um hann fangar tvær tarabrosmur og beiggi hansara eina, ja, so hava teir tríggjar tarabrosmur.


Er lærarin fittur?
Brandur er í teirri hepnu støðuni, at hann eigur ein eldri beiggja  Tórður  sum longu hevur gingið tvey ár í skúlanum í Funningsfirði.
Og Tórður hevur roynt at svara honum uppá allar spurningarnar um skúlan, m.a. um hvat tey gera í tímunum.
- Ja, Brandur hann hevur spurt meg um, hvussu ofta man svimur, svarar Tórður nú til.
Hann veit, at beiggjanum dámar sera væl at svimja. Júst hetta er eitt av tí, sum tey gera nógv av í skúlanum, tí tey svimja regluliga í skúlanum á Strondum.
Í so máta er Brandur rættiliga heppin. Men hann hevur eisini sett aðrar spurningar til beiggjan.
- Hann hevur eisini spurt meg nógv um læraran: Um hann er fittur og um hann er strangur, sigur Tórður.

Skúlating
Út frá øllum svarunum frá beiggjanum, og út frá tí sum onnur hava greitt honum frá, hevur Brandur fingið eina lítla hóming av, hvat tað til siga at ganga í skúla og hvat ein ger har.
- Í skúlanum ger man nógv við lesing. Man roknar og hevur fimleik  og svimur.
- Og so hevur man eisini ofta fríkorter. Eg veit eisini, at lærarin sigur við børnini, at tey skulu út í fríkorter, sigur Brandur.
Er tað kortini nakað, sum øllum næmingum ikki plaga at dáma, so er tað heimaarbeiðið. Hvat sigur Brandur til tað?
- Eg veit ikki, er stutta svar hansara til henda spurningin.

Í sama flokki
Sum longu nevnt eru bert átta skúlanæmingar í Funningsfjarðar skúla.
Av hesum átta næmingunum eru teir seks úr Funningsfirði, meðan tveir teirra koma úr grannabygdini Elduvík.
Skipanin er tann, at allir næmingarnir eru í einu og somu stovu, men verða so býttir upp við ávís høvi.
Onkrar dagar kemur onkur teirra fyrri í skúla, og onkrar dagar kemur onkur annar seinni í skúla. Men onkutíð hava teir eisini felags tímar.
Tá teir hava gingið sjey ár í hesum skúlanum verður farið í framhaldsdeild í Runavík.

Í fjøru og stovu
Men tað er jú eisini ein dagur og ein verð uttan fyri skúlan ella dagrøktina, sum Brandur higartil hevur gingið í.
Í eini bygd, sum liggur oman móti sjónum og nær við ein djóraríkan Funningsfjørð, so er fjøran eitt heilt natúrligt spælistað hjá Brandi, Tórði og øðrum dreingjum í bygdini.
Teir plaga tí ofta at vera niðri í fjøruni og fanga ymiskt, sum er har.
- Her er nógvur krabbi. Og vit fanga eisini ofta tarabrosmur og marflugur.
- Tað er ordiliga skeg, sigur Brandur.
Hann, Tórður og mamman plaga eisini at vera á Bakkabryggjuni fyri at fiska. Tey eiga eina kettu  Gamli-Mjauv av navni, sum dámar væl at fáa feskan føroyskan fisk úr Funningsfirði.
Tað er ikki altíð at teir tíma at fiska ella spæla í fjøruni, og tá plaga teir at fara inn at spæla. Tá spæla teir m.a. Playstation og at hyggja eftir teknifilmi.
- Tað er eisini ordiliga skeg, sigur Brandur.



Fakta

Næmingar í Funningsfjarðar skúla

Nú skúlaárið byrjar aftur verða átta næmingar í Funningsfjarðar skúla  seks úr Funningsfirði og tveir úr Elduvík.
Teir eru býttir sundur soleiðis:
1 flokkur: Ein næmingur
2. flokkur: Tveir næmingar
3. flokkur: Tríggir næmingar
4. flokkur: Ein næmingur
5. flokkur: Ein næmingur

Umframt hesar so ganga nú 7.582 næmingar í 1. til 10. flokk í føroyska skúlanum.