- Eg byrjaði bara

Mangar munnu tær kvinnur vera, sum millum ár og dag hava keypt sær okkurt plaggið hjá Kaju í Fuglafirði. - Eg royni bara at hava eitt gott úrval av klæðum, sigur Kaja Toftegaard, ið eigur og rekur mótahandilin KATO.

Fuglafjørður: - Mínar royndir eru, at hevur ein eitt breitt úrval, so koma fólk altíð aftur, sigur Kaja.

Mótahandil hennara liggur mitt í býnum, og tað er ikki frítt, at hetta er eitt stað har kvinnur í og úr býnum vitja regluliga.

Onkur vildi kanska undrast á, hvussu ein mótahandil í eini býi, sum ikki beinleiðis liggur við alfaraveg, hevur møguleika at bera seg í dag.

Fyri Kaju hevur hetta sína frágreiðing - og helst eisini sín fyrimun:

- Tað kann væl vera, at vegurin endar her. Men eg síggi fólk allastaðni frá, tí tað er so skjótt at koyra higar.

- Nei, eg haldi ikki at vit liggja avskorin uppá nakran sum helst máta, sigur fryntliga handilskvinnan í Fuglafirði.



Uttan steðg

Mikudagur 3. mai 1978 var ein vanligur dagur hjá teimum flestu fólkunum í Fuglafirði. Men ikki hjá einum teirra.

Í eina tíð hevði Kaja gingið við ætlanini um at lata upp ein mótahandil í heimbygdini. Og eftir drúgva fyrireiking var dagurin umsíðir komin, tá mótahandilin KATO kundi lata dyrnar upp á fyrsta sinni.

- Ja, hví eg byrjaði? Tað var nokk bara áhugin fyri klæðum og móta. Eg veit ikki, eg byrjaði bara, tí eg helt tað vera spennandi, sigur Kaja Toftegaard við einum brosi.

Hetta var eisini ein spennandi ætlan, tí Kaja hevði ikki áður arbeitt innan hetta økið. Hon hevði arbeitt í mathandli, men ikki selt klæðir.

Um hetta mundið vóru onkir aðrir handlir í somu bransju í bygdini, men teir eru ikki til longur.

- Eg fór bara í gongd, og eg haldi sjálv at tað hevur gingið fínt. Tað hevur so eingin steðgur verið í.

Kaja legði seg frá fyrsta degi eftir at selja klæði til kvinnur. Onkutíð hevði hon klæðir til menn, men hetta er nú ein farin tíð.

Nú eru tað serliga tær ungu kvinnurnar sum finna síni klæði her.


Laga seg

Hesi 32 árini, ið KATO hevur havt opið, hevur gingið upp og niður fíggjarliga í Føroyum. Hvussu ber tað til, at ein slíkur handil hevur kunnað yvirlivað?

- Ein má sjálvandi laga seg eftir tíðunum, og laga innkeypið eftir umstøðunum. Og so er ein eisini heppin onkutíð við innkeypinum, sigur Kaja brosandi.

Góða vegasambandið norðureftir og suðureftir hevur gjørt tað lættari hjá fuglfirðingum at fara aðrar staðir. Men tað hevur so sanniliga eisini gjørt sítt til, at fólk aðrastaðni frá vitja í handli hennara.

Tað er ikki óvanligt at fólk úr støðum í Eysturoynni koma higar. Og tað kemur eisini meiri enn so fyri, at klaksvíkingar koma á gátt at hyggja eftir og keypa seinasta mótan úr Fuglafirði.

- Og tað er heldur ikki óvanligt at síggja fólk úr Havn her í handlinum. Jú, eg haldi, at fólki dámar væl at fara aðrar staðir at keypa sær klæðir, greiðir Kaja Toftegaard frá.