- Eg elski at bjarga

- Tað er deiligt at standa í KÍ-málinum. Samanhaldið á liðnum er sera gott og vit verða sera væl stuðlaðar av áskoðarunum, sigur havnadaman, Randi Wardum, sum tvey tey seinastu árini hava vart málið í besta kvinnuliðnum í Klaksvík

Havnin - Klaksvík: - Eg elski at bjarga. Tað er altíð best!
Randi Wardum hevur higartil í ár ikki havt so nógv at gera í málinum hjá 1. kvinnuliðnum hjá KÍ: Einans seks mál eru farin ígjøgnum hjá henni, meðan liðið í hinum endanum hevur skorað ikki færri enn 34 ferðir hjá mótstøðuliðunum.
- Og fyri at siga tað sum tað er, so er ikki altíð eins lætt hjá mær at fáa dystarvenjing, tí eg ikki altíð havi so nógv at gera í málinum. Men tá vit spæla móti B36, tá fái eg nógv burtur úr, tí liðini eru so jøvn.
- Hinvegin so sleppi eg veruliga at royna meg, tá vit eru til venjing. Tær hava allar sum ein eitt sera gott skot og tær raka málið heilt ótrúliga gott. Og so eru tær allar í sera góðari venjing, sigur Randi úr Havn, sum í tvey kappingarár hevur staðið í málinum hjá KÍ.
Í mong ár hevur hetta kvinnuliðið í Klaksvík havt eina serstøðu innan føroyskan fótbólt, og í ár sær úr til at gongdin er hin sama: Tær eru á odda, hava spælt sjey dystir uttan tap og eiga í løtuni fýra tær mest málskjótandi kvinnurnar í landinum.
Randi gongur í løtuni í skúla í Hoydølum, og hevur enn ikki avgjørt, hvat hon skal gera, tá skúlatíðin er liðug komandi ár. Hon hevur ein dreym um at sleppa til royndarvenjing við onkrum kendum útlendskum liði.
- Hetta hevði uttan iva verið sera stuttligt, - um ikki annað, so hevði eg fingið at vita á hvørjum støði eg var. Men nú fáa vit at síggja, sigur virkna ítróttarkvinnan sum spælir fótbólt við KÍ um summarið og hondbólt við Kyndli um veturin.

Úr Gráasteini í Gundadal
Alt tað, sum Randi kann minnast so hevur hon spælt fótbólt.
Tað byrjaði, sum hjá so mongum øðrum við fótbóltsspæli á gøtuni, har hon býr Undir Gráasteini í Havn.
- Eg minnist væl, hvussu teir størru dreingirnir gjørdu stór mál, har vit so sparkaðu saman.
- Hetta dámdi mær sera væl, sigur hon.
Ein slíkur vøllur var jú lítil í mun til tann vøllin, sum hon so við og við skuldi koma at kenna enn betri - Gundadal.
Sum Randi gjørdist størri varð Gundadalur ein partur av lívi hennara, tá hon saman við pápanum plagdi at fara hagar sunnumorgnar til tað serstaka tiltakið fyri foreldur og børn.
- Ja, eg havi faktiskt altíð verið í HB, tí pápi mín var so nógv har, sigur hon.
Og tá Randi so var um sjey ár til aldurs, tók hon eitt stig nærri lívinum sum fótbóltsspælari. Tá spældi hon nevniliga sín fyrsta dyst í HB-troyggjuni.
Síðani hevur hon fylgt uppeftir við liði sínum, heilt upp til 1. kvinnuliðið, sum fólk væntaðu sær so nógv av, men sum hinvegin hvarv rættiliga brádliga av veraldarkortinum.

HB-liðið sum hvarv
Henda tíðin á 1. kvinnuliðnum hjá HB var sera góð og spennandi fyri Randi og hinar ungu kvinnurnar á liðnum.
Hon minnist eina hending serliga væl, og tað var tá tær vunnu steypafinaluna móti KÍ á ólavsøku í 2001.
- Hetta var ein sera javnur dystur, og hann varð avgjørdur við brotsspørkum, har vit altso skoraðu flestar ferðir, sigur hon.
Randi spældi hesar dystirnar við undantaksloyvi, tí hon var so ung. Men fyri hana var tað eingin trupulleiki, serliga ikki tá hon spældi saman við so frægum leikarum sum Helgu Ellingsgaard og Eyðvør úr Dímun, sum vóru komnar úr Danmark at spæla henda dystin.
Hesin hópurin hevði uttan iva havt góðar møguleikar at kunnað blivið til nakað meiri, men ? av einihvørjari fullkomuliga óskiljandi orsøk - hevur hetta sigursvanda felagið nú í tvey ár einki lið havt í bestu kvinnudeildini.
- Tað haldi eg er sera keðiligt, sigur hon, sum tí valdi at skifta til KÍ í fjør.

Greitt ja til KÍ
Rættast er helst at siga, at hetta skiftið hennara til KÍ hendi væl áðrenn kappingin skuldi byrja í 2004.
Sakin var nevniliga hon, at í eini tvey ár høvdu venjarin hjá 1. kvinnuliðnum í Klaksvík - Jón Harald Poulsen - og aðrir av leikarunum hjá KÍ við millumbilum orðað við hana um at koma í teirra felag.
- Hetta var mest leysligt tos, og tí gjørdi eg einki við tað. Men í fjør kontaktaði hann meg aftur, og tá segði eg so ja, sigur Randi.
Hon var tó kunnað um hesa ætlanina hjá venjaranum, tí ein vinkona hennara úr Klaksvík hevði sagt henni um ørindini hjá venjaranum frammanundan.
Vinkonan hevði sagt, at Jon Harald fór at ringja vikuna eftir. Og so varð.
- Eg segði ja beinanvegin fyri meg sjálva, men lovaði tó at ringja dagin eftir. Tá segði eg so endaliga ja til KÍ, m.a. tí at liðið skuldi luttaka í Europacup, sigur Randi.
Hon hevði so glett seg til fyrsta dystin í landskappingini, tí hann skuldi júst verða móti gomlu liðfelagum sínum úr HB. Men hvat hendi - HB tók lið sítt úr kappingini, og tí hevur hon enn til góðar at spæla sín fyrsta dyst móti 1. kvinnuliðnum í gamla felagi sínum.

Góður stuðul
- Hvussu tað føldist at fara í ta bláu KÍ-troyggjuna, tá ein var vanur at vera í teirri svørt-hvítu? Tað var eitt sindur løgið, skal eg siga.
- Men tað føldist kortini gott, tí fólk vóru so glað fyri okkara lið, tey stuðla okkum 100% og ynsktu alt tað besta fyri okkum.
- Tað var eisini sera deiligt at standa í málinum inni á vøllinum og síggja tær ungu genturnar í Klaksvík í bláum draktum heppa á okkum uttanfyri vøllin. Jú, hetta var ein sera góður stuðul at fáa til dystir okkara, sigur Randi, sum eisini fegnast um góða samanhaldið á liðnum, - á vøllinum, eins væl og uttanfyri vøllin.
Hon gongur í 2. g í Hoydølum og koyrir tvær ferðir um vikuna til Klaksvíkar fyri at venja. Haraftrat eru so dystir sunnudagar.

Strævin skrá
Tað er kortini ikki bert fótbóltur og hondbóltur í lívinum hjá Randi.
Samstundis við skúlagongdina arbeiðir hon tveir dagar um vikuna frá kl. 17 til 20 á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin. Har serverar hon nátturða fyri monnunum og ruddar alt av aftur.
Studentaskúlin í Hoydølum fer eisini við nógvari tíð, serliga nú ið royndirnar standa fyri framman. Í dag hevur hon sín seinasta skúladag í ár, og so skal hon til at repetera undan munnligu royndunum.
- Tær flenna so ofta eftir mær har norðuri í Klaksvík. Tær siga, at eg tveiti alt til síðis fyri at satsa uppá fótbóltin, og biðja meg bara taka bøkurnar norður við, tí eg fái nógv meiri burtur úr her norðuri.
- Men eg veit ikki. Eg royni at fáa alt at hanga saman, men tað er ikki altíð so lætt, tá áhugamálini eru so nógv, sigur Randi.