- Eg byrjaði bara at tosa

- Sum dagurin gekk fann eg ikki móti. Tá vit vóru farin í song byrjaði eg bara at tosa, sigur Arni K. Abrahamsen í Vikuskiftis Sosialinum.

Brot úr samrøðu við Arna Klein Abrahamsen, sum kann lesast í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð. Blaðið er í handlunum í kvøld. 

 

 

Arni  Klein Arbahamsen liggur í songini saman við konuni eitt kvøld í juni 2010. Tey hava verið gift í átta ár, hava trý børn saman og eru bæði virkin í samkomulívið í Kelduni. Arni hevur tikið støðu til, at í dag er dagurin. Nú skal loyndarmálið fram í ljósið. 

 

 

- Sum dagurin gekk fann eg ongantíð mótið til at siga tað. Men tá ið vit vóru farin í song byrjaði eg bara at tosa, minnist Arni Klein Abrahamsen aftur á.

 

 

Eg spurdi, hvussu hon hevði tað, og hvussu hon helt okkara hjúnalag var. Hon segði, at hon kendi seg frustreraða, tí eg ikki var til staðar. Og at hon helt ikki okkara hjúnalag var serliga heitt. So segði eg við hana: ”hvat um trupulleikin als ikki er tú. Hvat um trupulleikin er, at eg faktist eri til menn”.

 

 

 

Les alla søguna hjá Arna Klein Abrahamsen í Vikuskiftis Sosialinum.