sambært tí, ið løgreglan í Runavík hevur skilt, vóru eisini springarar uppi í bólkinum. - Tað kom slett ikki uppá tal at halda henni til nakrastaðni. Grindin vildi hvørki inn í Sundini, ei heldur suður [...] Viðoynni, vildi ikki at landi. Sýslumaðurin í Eysturoy, Kristian Martin Joensen, sigur, at seint týskvøldið lógu bátar hjá grindini langt norður úr Eiðisflógva. - Men, sum vit hava skilt, fekst ongantíð [...] gjøgnum Djúpini. Hon helt sína leið vestureftir, og at enda týskvøldið var hon stødd langt norður úr Eiðisflógva, tá ið bátarnir avgjørdu at fara frá henni, sigur Kristian Martin Joensen. Menn, sum vóru hjá grindini
bygd. Hvítanes er tað, ið nevnt verður niðursetubygd. Í 1908 varð sanatoriið bygt í Niðastu Hoydølum. Fyrst Gamla Hús og síðan - í 1922 - Nýggja Hús. Í 1920-árunum yvirtók royndarstøðin jørðina, ið hoyrdi [...] umvæld og verða varðveitt sum fornminnissavn. Í 1802 kom uppsitari at sita í einum øðrum húsum heimi á Garði, tá ið helmingurin av festinum varð tikin til fútagarð. Í 1830-árunum kom ein annar býlingur, uttan [...] støðina heimi á Garði. Hesum húsum húsast Føroya Forn-minnissavn nú í. Í 1975 flutti bóndagarðurin niðan á Vatnaskarðar, har ið stórt lendi varð velt upp úr nýggjum eitt nú fyri at fáa høgligari og meiri nýmótans
r líðir. Í Fuglafirði vóru eini hús á henda hátt rakt av einum skalvalopi í 1998. Í Klaksvík stendur minnisvarðin um vanlukkurnar úti í Grøv, tá húsini vórðu rakt av skalvalopum tvær ferðir í 1700?talinum [...] at fleiri omanlop henda nú í mun til seinastu 100 árini. Orsøkin er heldur, at fólk í størri mun eru farin at búgva, arbeiða og ferðast í brattlendi. Hetta merkist serliga væl í Føroyum, tí landið er so [...] umframt allar Norðoyggjarnar. Í hesum bratta lendi fáa náttúrukreftirnar fastatøkur í klettin við regni, kulda og brimi. Omanlop av nógvum ymiskum slag eru tí vanlig fyri-brigdir í Føroyum. Á føroyskum kenna
- Hóast í andstøðu, so kendist tað nátúrligt, at Tjóðveldisflokkurin í sínum framhaldandi virki søkti samstarvið og politisku ábyrgdina í fíggjarnevndini. Tað sigur Páll á Reynatúgvu, limur í Løgtingsins [...] lógarbróytingar við, sum Tjóðveldisflokkurin í sínum boði upp á ein fíggjarlógarkarm legði upp til, so lendi føroyska samfelagið júst á teimum 99 milliónunum í halli í 2004, sum var karmur okkara. Eitt hall [...] nú viðgerðin av fíggjarlógini er við at koma í hæddina, og fíggjarnevndin hevur latið álitið um borytingarnar úr hondum. Undir viðgerðini av fíggjarlógini í tinginum týsdagin vísti Páll á Reynatúgvu til
Framíhjárættur til fólkaræði Tað er í veruleikanum ein ótrúligur framíhjárættur hjá okkum, sum liva í Føroyum í dag, at vit kunnu viðgera okkara egnu grundlóg. Í Danmark og Noregi til dømis vórðu gru [...] eftir, at politisku umboðini verða vald í nevndina. Løgin umrøða í fjølmiðlum Tað undrar ikki sørt, at eitt so týdningarmikið uppskot hevur fingið so lítla umrøðu í fjølmiðlunum. Dimmalætting hevur endurgivið [...] finst at málsligu orðingunum í uppskotinum. Hin ónevndi heldur, at orðingar, ið m.a. hava røtur afturi í Seyðabrævinum, eru torgreiddar, fløktar og óskiljandi. Nú vil eg ikki fara í orðaskifti við ein huld
leggur nú frá sær sum serligur ST-sendimaður í Kosovo. Holkeri tók við starvinum í Kosovo í august í fjør, og ætlanin var, at hann skuldi røkja starvið í eitt ár. Men týsdagin boðaði hann frá, at hann [...] Myndugleikarnir í býnum siga, at ein svanur leyp á ein hund, sum var farin at svimja í einari lund í býnum, og at svanurin var so ágangandi, at hundurin druknaði. Tað sama hendi einum øðrum hundi, og í einum øðrum [...] ST-sendimaður í Kosovo. Harri Holkeri hevur havt aðrar uppgávur uttan fyri Finnland. Eitt skifti var hann formaður á ST-aðalfundinum, og hann hevur eisini verið virkin í royndunum at fáa frið í Norðurírlandi
varð sett oman í Leynarhagan. Ein av veruligu náttúruperlum okkara, sum tíverri ? ella kanska tíbetur ? alt ov fá ferðafólk finna leiðina fram til. Í øllum førum ikki, um ferðin gongur í bili. Tað skerst [...] óroyndur. Í øllum førum kendist tað, sum var eg bara ein hoppandi trækubbi, sum skuldi tola nakrar túsund túrur upp frá og niðuraftur, men spakuliga komu vit tó á rætta lagið. Tað hjálpti eisini væl í so máta [...] stórslignu náttúruna. Ei undur í, at íslendingar soleiðis hava gjørt hetta slagið av ferðing til »big business«, og spurningurin fyri mær tóktist bara at vera, hví vit í Føroyum enn ikki hava fingið somu
tann, sum ivast, kanna søguna. Hesi eru tey ítøkiligu viðurskiftini í málinum. Yvirtøkulógin 2. august í 2001 (tá var Miðflokkurin í andstøðu) legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram [...] uppskotið, sum framgongur soleiðis í viðmerkingunum í álitinum hjá uttanlandsnevndini: Ein fjórði minniluti (Jenis av Rana) tekur undir við uppskotinum, men hevur hesar viðmerkingar í sambandi við, at landsstýrið [...] soljóðandi uppskot til løgtingslóg um at taka yvir málini og málsøkini á lista A í heimastýrislógini (Yvirtøkulógin). Greitt varð í viðmerkingunum frá avleiðingunum av uppskotinum, sum m.a. vóru, at blokkurin
vesturi í Vágum, tí longu í gjár for tað sín fyrsta túr. Tá var flogið til Alta í Noregi, har Atlantsflog hevur nógvar uppgávur. Í dag verður farið til Italia, og hetta er somuleiðis fyrstu ferð í ár, at [...] Beint eftir klokkan fimm hósdagin lendi nýggja flogfarið hjá Atlantsflog á flogvøllinum í Vágum. Áðrenn nýggja flogfarið lendi, høvdu hini bæði flogførini hjá føroyska fløgfelagnum sett seg, eftir at tey [...] liminum í Atlantsflog-familjuni. Sera gott keyp Nýggja flogfarið hjá Atlantsflog er frá 1988. Tað vil siga, at tað er eitt lítið sindur nýggjari enn hini bæði flogførini í flotanum. Á móttøku í hangarinum
sjálvsagt hevur týdning í samanhanginum. Hann vísir á, at Kjartan Hoydal, sum hevur verið formaður í Fiskidaganevndini, áður hevur ført fram, at búskaparligi parturin átti at verið umboðaður í ráðgevingini. - [...] landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, eru rættiliga misjøvn á máli um, hvussu nógvir fiskidagarnir skulu verða komandi fiskiár, sum byrjar 1. september. Vit hava spurt formannin í Búskaparráðnum [...] meining um hesi viðurskifti. Á berum - Eg má siga, at her eri eg á einum lendi, sum eg ikki kenni nóg væl, og tí havi eg sum formaður í Búskaparráðnum heldur ikki gjørt mær nakra ávísa meining um tey tilmæli