- Hóast í andstøðu, so kendist tað nátúrligt, at Tjóðveldisflokkurin í sínum framhaldandi virki søkti samstarvið og politisku ábyrgdina í fíggjarnevndini.
Tað sigur Páll á Reynatúgvu, limur í Løgtingsins fíggjarnevnd, nú viðgerðin av fíggjarlógini er við at koma í hæddina, og fíggjarnevndin hevur latið álitið um borytingarnar úr hondum.
Undir viðgerðini av fíggjarlógini í tinginum týsdagin vísti Páll á Reynatúgvu til fíggjarlógaruppskotið, sum Tjóðveldisflokkurin legði fram samstundis sum Bárður Nielsen og Føroya Landsstýri løgdu sítt uppskot fram.
- Um fíggjarnevndin tók tær lógarbróytingar við, sum Tjóðveldisflokkurin í sínum boði upp á ein fíggjarlógarkarm legði upp til, so lendi føroyska samfelagið júst á teimum 99 milliónunum í halli í 2004, sum var karmur okkara. Eitt hall, sum hevði verið ivaleysa stórt, og sum hevði verið munandi betri útgangsstøðið fyri fíggjarlógararbeiðið í 2005, har fyrireikingarnar longur eru byrjaðar, sigur Páll á Reynatúgvu.
Tjóðveldistingmaðurin heldur, at tað er av alstórum týdningi, at góða samstarvið í fíggjarnevndini heldur fram.
- Eg haldi, at um vit skulu halda fast við tann semjusøkjandi leikin í fíggjarnevndini, so er tað týdningarmikið, at vit ikki skilja okkum sundur nú, men at vit royna at halda saman og finna tær loysnir sum skulu finnast, so tað enn einaferð er ein samd fíggjarnevnd, sum leggur álit fram, sigur Páll á Reynatúgvu.
Men Anfinn Kallsberg sigur, at ætlanin er ikki at beina uppskotið aftur í fíggjarnevndina, men hann sigur seg tó vóna, at tað verður ein samd fíggjarnevnd, sum kann standa aftanfyri tær broytingar, sum koma áðrenn triðju og síðstu viðgerð.
- Tað kann sjálvandi koma til sína roynd eisini við teimum broytingaruppskotum, sum eg havi boðað frá, at vit koma við til triðju viðgerð, sigur Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini.