Fíggjarligi parturin átti at verið við

- Eg haldi, at ein partur av ráðgevingini um fiskidagar átti at bygt á tann fíggjarliga partin í hesum, men her standa vit púrasta á berum, tí vit eru ikki við í ráðgevingini, sigur Hermann Oskarsson, formaður í Búskaparráðnum

Tilmælini

Tilmælini um fiskidagar, sum latin eru landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, eru rættiliga misjøvn á máli um, hvussu nógvir fiskidagarnir skulu verða komandi fiskiár, sum byrjar 1. september.
Vit hava spurt formannin í Búskaparráðnum, Hermann Oskarsson, um hann sum formaður hevur nakra meining um hesi viðurskifti.

Á berum

- Eg má siga, at her eri eg á einum lendi, sum eg ikki kenni nóg væl, og tí havi eg sum formaður í Búskaparráðnum heldur ikki gjørt mær nakra ávísa meining um tey tilmæli, sum komin eru.
Hermann heldur, at ráðgevingin avgjørt eisini átti at fevnt um fíggjarliga partin, tí hesin sjálvsagt hevur týdning í samanhanginum.
Hann vísir á, at Kjartan Hoydal, sum hevur verið formaður í Fiskidaganevndini, áður hevur ført fram, at búskaparligi parturin átti at verið umboðaður í ráðgevingini.
- Men her eru vit ikki við, og tí noyðast vit at melda pass, og tað haldi eg vera harmiligt, sigur Hermann Oskarsson.

Torfør tilmæli

Hann sigur, at serliga í tíðum, har fiskifrøðiligu umstøðurnar broytast, er torført hjá fiskifrøðingum at gera síni tilmæli, og tað er ikki minst í slíkum tíðum, at vit áttu at verið við.
- Eitt er fiskifrøðiliga ráðgevingin, sum fiskifrøðingarnir taka sær av. Eitt annað er tann búskaparligi parturin í hesum og avleiðingarnar av teimum avgerðum, sum tiknar verða, sigur formaðurin í Búskaparráðnum, Hermann Oskarsson.