Grind
Grindin, sum báturin, Skurðaklettur, tíðliga týsmorgunin fann einar sjey fjórðingar norður úr Viðoynni, vildi ikki at landi.
Sýslumaðurin í Eysturoy, Kristian Martin Joensen, sigur, at seint týskvøldið lógu bátar hjá grindini langt norður úr Eiðisflógva.
- Men, sum vit hava skilt, fekst ongantíð veruligur rakstur á grindina, hóast fleiri bátar vóru hjá henni.
Hann sigur, at sambært tí, ið løgreglan í Runavík hevur skilt, vóru eisini springarar uppi í bólkinum.
- Tað kom slett ikki uppá tal at halda henni til nakrastaðni. Grindin vildi hvørki inn í Sundini, ei heldur suður gjøgnum Djúpini. Hon helt sína leið vestureftir, og at enda týskvøldið var hon stødd langt norður úr Eiðisflógva, tá ið bátarnir avgjørdu at fara frá henni, sigur Kristian Martin Joensen.
Menn, sum vóru hjá grindini, mettu hana at vera einar 150 hval.









