Miðflokkurin skerdi ikki blokkin

    

Bill Justinussen
løgtingsmaður
??????????????
Familjan Petersen hevur í tveimum lesarabrøvum ført fram, at Miðflokkurin var við til at skerja blokkin. Hetta skal eg enn einaferð afturvísa og biðja tann, sum ivast, kanna søguna. Hesi eru tey ítøkiligu viðurskiftini í málinum.

Yvirtøkulógin
2. august í 2001 (tá var Miðflokkurin í andstøðu) legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi uppskot til løgtingslóg um at taka yvir málini og málsøkini á lista A í heimastýrislógini (Yvirtøkulógin). Greitt varð í viðmerkingunum frá avleiðingunum av uppskotinum, sum m.a. vóru, at blokkurin skuldi skerjast við 366 mió. kr.
Miðflokkurin hevði sína egnu støðu til hetta uppskotið, sum framgongur soleiðis í viðmerkingunum í álitinum hjá uttanlandsnevndini: Ein fjórði minniluti (Jenis av Rana) tekur undir við uppskotinum, men hevur hesar viðmerkingar í sambandi við, at landsstýrið nýtir hesar yvirtøkur sum grundgeving fyri einvísari minkan av heildarveitingini. (Tað verður ov drúgt at endurgeva viðmerkingarnar, men boðskapurin er einfaldur: Miðflokkurin tekur ikki undir við at minka blokkin sum eitt úrslit av hesum uppskotinum, men tekur undir við, at vit føroyingar sjálvir skulu taka fulla ábyrgd av hesum málsøkjum.
At familjan Petersen ikki skilir, at tú kanst atkvøða fyri einum uppskoti uttan at vera samdur í øllum tí, sum uppskotið hevur við sær, er løgið. T.d. er vanligt, at allir tinglimir samtykkja eina fíggjarlóg, hóast tað kunnu vera nógv mál, sum flokkarnir ikki taka undir við í fíggjarlógini. Men ikki ber til í tingskipanini at skilja mál sundur, soleiðis at tú kanst atkvøða fyri tí, tú tekur undir við, og ímóti tí, tú ikki tekur undir við. Tí verða broytingaruppskot sett fram undir 2. viðgerð, fyri at gera vart við støðu floksins.

Miðflokkurin egið uppskot
Miðflokkurin var sum sagt ímóti at skerja blokkin sum ein avleiðing av yvirtøkulógini, men tók undir við yvirtøkulógini, sum snúði seg um, at vit føroyingar skuldu sjálvir hava fulla ábyrgd av ávísum málsøkjum. Fyri at undirstrika, at Miðflokkurin ikki tók undir við at skerja blokkin, gjørdi Jenis av Rana vart við sína støðu við at leggja eitt nýtt uppskot fyri tingið um fólkaatkvøðu um niðurskurð av blokkinum við teimum viðmerkingum, at ætlanin við blokkniðurskurði var høpisleys. Hetta var sostatt ein roynd at slíta sundur sambandið millum yvirtøkulógina og niðurskurðin av blokkin. Uppskotið, sum Jenis av Rana setti fram 25. september 2001, var eitt uppskot til samtyktar soljóðandi: Løgtingið heitir á landsstýrið um sum skjótast at leggja fyri Løgtingið uppskot til ríkislógartilmæli um stuðul til heimastýri Føroya í 2002 og uppskot til løgtingslóg um at halda leiðbeinandi fólkaatkvøðu um uppskotið til ríkislógartilmælið, aftaná at tað er samtykt í Løgtinginum, men áðrenn tað er staðfest og fráboðað ríkismyndugleikunum av løgmanni. Hesum uppskotinum tóku bæði sambands- og javnaðarflokkurin undir við, so heilt galið man tað ikki hava verið sæð frá sjónarhorninum hjá Petersen familjuni.

Niðurstøða
Soleiðis er tað enn einaferð staðfest, at Miðflokkurin tók ikki undir við at skerja blokkin, men tók undir við at yvirtaka málsøkir. Vit meta framvegis, at vit føroyingar eiga at hava fullan avgerðarrætt og fulla ábyrgd av øllum málsøkjum, men at peningurin, sum danir fáa fyri at leiga føroyskt lendi út til Nato (blokkurin) er okkara og eigur ikki at tengjast saman við, hvør ræður og stýrir í Føroyum.