Mín hestur, mín saðil og eg

Tað hevur einhvønn romantiskan farra, tá tú á hestbaki ferðast kring landið. Eins og vitjar tú við hesum aftur til nostalgiina í gomlu western-filmunum, samtundis sum talan er um ein »trendy« ferðahátt, har upplivingar í nógvar mátar gerast sterkari, enn tá talan er um bil- ella gonguferðir

Ein túr á hestbaki úr Havn til Vestmanna? Avbjóðingar, sum tú fært sum blaðmaður kunnu so sanniliga vera fjøtlbroyttar. Ja, hví ikki. Gamaní hevði eg ikki sitið á hestbaki, síðani vit í barnagarðinum vóru so heppin at hava ríðingarfólk millum pedagogarnar, men tað var nú ikki meira, enn at hesi minnini framvegis vóru til.
So var munur á at skula ein 10 tíma drúgvan túr til Vestmanna. Spenningurin um ferðina vann á óttanum fyri ikki at duga reiðkynstrið, og seinasta leygarmorgun stóðu vit báðir, myndamaðurin, so til reiðar við ríðihøllina hjá Berg Hestum, har ferðin skuldi byrja.
Óttafullur hálvur tími
Fyrsta lítla teinin av ferðini var tað tó ikki sørt, at tankarnir fóru at sveima. Ivaðist í, hvørt afturparturin nú fór at halda til somikið nógvar tímar afturat.
Millum mongu hestarnar, sum vóru til taks, fekk eg alt fyri eitt gott eyga á Stelpu. Ein roynd ryssa, men tað var ikki frítt, at vit bæði fyrst skuldu læra hvønn annan at kenna. Ella kanska var tað bara reiðmaðurin, sum var somikið óroyndur. Í øllum førum kendist tað, sum var eg bara ein hoppandi trækubbi, sum skuldi tola nakrar túsund túrur upp frá og niðuraftur, men spakuliga komu vit tó á rætta lagið.
Tað hjálpti eisini væl í so máta, at steðgirnir á ferðini vóru títtir. Partvíst fyri at hvíla hestarnar, men helst einamest fyri at geva meira óroynda partinum av reiðliðnum møguleika at koma fyri seg. Góð ráð vórðu samstundis fingin til vega; hvussu beinini skuldu hvíla í stigboylanum, og hvussu eg lættast kundi sita gott á hestinum, og so við og við funnu Stelpa og eg alt betri hvønn annan. Eftir hálva tíman kundi eg meira róliga sleppa boylanum á saðlinum, uttan ótta fyri at detta úr saðlinum, og spakuliga bar nú til at njóta ferðina.
Ikki minst var tað hugtakandi at síggja landslagið kring oyggjar okkara. Landslag, sum tú tíverri alt ov sjáldan gevur tær far um, tá ferðast verður í bili, og heldur ikki til gongu er útsýnið hitt sama. Tað er líkasum, at við hesum tríkvarta metrinum, sum hesturin lyftur teg uppfrá, verður sýnið eitt heilt annað, og tá hesturin kortini er tann, sum ansar eftir, hvar stigið verður, kunnu eyguni frítt leita yvir stórslignu náttúruna. Ei undur í, at íslendingar soleiðis hava gjørt hetta slagið av ferðing til »big business«, og spurningurin fyri mær tóktist bara at vera, hví vit í Føroyum enn ikki hava fingið somu undirtøku fyri hesum.
Stelpa vildi heim
Nú var so bara at halda settu kósina. Leif Berg og Jacklin Durhuus, sum eiga og reka Berg Hestar, vóru fremst í fylginum alla tíðina, og síðani komu vit onnur sjey í gásagongd eftir honum. Tað var heilt skjótt, at Húsa- og Bøllureyn vórðu løgd afturum, og við einum væl kunnaðum og -uppløgdum tíðindaleiðara úr Útvarpinum við á ferðini, var forvitnisligt at fáa at vita ymisk staðarnøvn og ymsar søgur, sum tú als ikki hevði givið gætur fyrr.
Komnir til Hundsarabotn var steðgað at eta fyrsta partin av matpakkanum. Onkur hevði hug at mótmæla, nú pannukøkurnar skuldu etast undan grindini, men soleiðis sum alt var pakkað, hildu vit tað vera skilabest at tøma taskuna við pannukøkunum fyrst. Turra grindin og fiskurin lógu væl í eini saðilstasku, so har var eingin av okkum reiðfólki, sum mátti leggja rygg til.
Og so fekk eg eisini brádliga at læra, at hestar so sanniliga hava sín egna vilja. Helt annars at Stelpa hevði tað óført, har eg hevði sett hana við tveir aðrar hestar, men onkra staðni millum aðru og triðju pannukøkuna komu vit eftir, at hesturin var horvin.
Skimast var bæði væl og leingi, og brádliga síggja vit, at hon nú gongur oman móti maskinunum í grótbrotinum. Sum ein annar cowboy var Leif tó skjótur avstað. Hóast Stelpa royndi at seta ferð á, tá hon varnaðist vandan, so var hon kortini fingin aftur, og tó at hon tivaði nakað, tá hon loksins hevði vunnið niðan aftur til okkara, so mótmælti hon ikki tað minsta, nú eg syrgdi fyri at hava nakað nógv betri tak á henni í steðgunum. Hóast túrurin er góður, so havi eg altso ætlanir um at gjøgnumføra hann á hestbaki, og ikki á egnu apostlunum!
Órørdar náttúruperlur
Úr Grótbrotinum gekk leiðin so framvið Skælingsfjalli, áðrenn kósin varð sett oman í Leynarhagan. Ein av veruligu náttúruperlum okkara, sum tíverri ? ella kanska tíbetur ? alt ov fá ferðafólk finna leiðina fram til. Í øllum førum ikki, um ferðin gongur í bili. Tað skerst heldur ikki burtur, at tað nú kennist sum stórt spell, at lyftini um eina gøtu, tá Oyggjarvegurin varð gjørdur, ikki vórðu hildin. Gamaní ber til partar av ferðini at ferðast eftir gamla vegnum, men talan er ikki um gøtuna, sum tá var í umbúna, og bæði reið- og gongufólk vildu ivaleyst ynskt, at givnu lyftini tá vórðu hildin.
Nú undanbrekkan er somikið brøtt, hava hestarnir annars fingið eina lítla hvíld, skilt soleiðis, at tað nú eru vit, sum ganga fremst, leiðandi við hvør sínum hesti. Og hóast tað onkra staðni kann vera eitt sindur knortlut at ganga, so kennist tað gott, soleiðis at sleppa at røra seg eina løtu. Eisini soleiðis at afturparturin ? sum nú kortini ikki er so eymur ? fær frið eina løtu.
Komin móti Leynum er aftur ein biti á skránni. Hesaferð eru tað grindin, spikið og fiskurin, sum saman við teimum køldu eplunum koma fram, og tó at regnið nú er farið at gera um seg, so fær hetta ikki gjørt nakað við góða huglagið. Boðini undan fráferðini vóru kortini, at vit skuldu vera væl ílatin, og við longum ullintum undirbuksum, saman við tí myrkamorreyðu skal meira til enn okkurt hissini æl til, áðrenn skarvurin verður givin yvir. Og ikki minst gerst støðan bara alt meira hugalig, nú verulig framstig síggjast á ferðini. Vegurin aftur til Havnar er nú í øllum førum longri, enn hann er til Vestmanna, so tað vendist ikki.
Skjótari og skjótari
Jú, skjótt er nú at fara um bygdina á Leynum. Stykkið er beint fyri framman, og higani halda vit víðari niðan brekkuna móti Ognarhaganum í Kvívík. Tað kennist nakað hart, nú vit eina góða løtu ríða á asfalteraðum lendi, men tað er tó skjótt, at tað aftur fer at grønkast.
Tað er nakað bratt at koma niðan Ognarhagan, so nú er aftur at fara av hestbakinum. Tað er tó ikki verri enn so, at vit ganga halagongu allan vegin niðan. Tað vil siga, at hildið verður í rossinum fyri framman, og soleiðis verður tú at kalla togaðu niðan, uttan at mótbrekkan kennist alt ov møtumikil.
Komin niðan á varðan á sýnini er gott og slætt at ríða norður á Bornsvarða á Goturshálsi, har gøtan úr Kvívík og gøtan úr Kollafirði umskarast. Við varðan verður hvílt fyri seinastu ferð, áðrenn tað nú aftur verður undanbrekka. Aftur her mugu hestarnir leiðast, og onkur tekur skemtandi til, at tað næsta væl verður, at hesturin skal á bakið hjá okkum, men so galið verður tað nú ikki. Brekkan oman í Heygadal er skjótt gingin, hóast nógvir blotar eru á leiðini oman í Heljareyga, ella kennist tað nú bara soleiðis, og so er bara seinasta pettið eftir.
Ferðin er eisini sett nakað væl upp, nú vit hálvgum mugu roknast sum royndir reiðmenn, og tað gongur við fullari ferð framvið byrgingini oman móti bygdini. Ræsta kjøtið hjá Bjørg og Agga bíðar fyri framman, men hóast hetta, so er tað ikki við sørt av sorgblídni, at eg loksins loysi saðilin av Stelpu. Vit bæði hava havt ein framúr góðan dag, og hjá einum skrivstovumanni er tað ikki víst, at tað verður so skjótt, at farið verður aftur. Men tó ? upplivingin hendan dagin hevur í øllum førum givið mót upp á meira, og afturparturin var nú ikki so eymur hóast alt. Kanska er tað meira ryggurin, sum er farin at geva seg, og tað er ikki frítt við andsperru næstu dagarnar. Men hvat. Eymleikin og pínan av hesum verður í øllum førum væl og virðiliga uppvigað av ferðini, sum av sonnum má sigast at vera eitt minni fyri lívið.