Beint eftir klokkan fimm hósdagin lendi nýggja flogfarið hjá Atlantsflog á flogvøllinum í Vágum. Áðrenn nýggja flogfarið lendi, høvdu hini bæði flogførini hjá føroyska fløgfelagnum sett seg, eftir at tey høvdu verið á veingjunum og tikið ímóti nýggjasta liminum í Atlantsflog-familjuni.
Sera gott keyp
Nýggja flogfarið hjá Atlantsflog er frá 1988. Tað vil siga, at tað er eitt lítið sindur nýggjari enn hini bæði flogførini í flotanum. Á móttøku í hangarinum hjá Atlantsflog, eftir at flogfarið var komið inn at standa, greiddi Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, frá, hvussu keypið kom í lag. Samráðingar høvdu verið við sviar um leigu av einum flogfari til summarflúgvingina, tá ið tað vísti seg, at møguleiki eisini var fyri einum keypi til ein góðan prís. Partarnir komu ásamt um eina avtalu, og nú nýggja flogfarið er komið til landið, stendur tað Atlantsflog í okkum millum 15 og 20 milliónum, sigur Magni Arge.
- Hetta setur sjálvsagt stór krøv til okkum sum flogfelag, tí flogførini skulu á veingirnar at fáa pengar inn í kassan, og tí er tað ein avbjóðing fyri okkum at finna nóg mikið av uppgávum til øll trý flogførini, sigur Magni Arge.
Í løtuni hevur Atlantsflog fleiri følarar úti, hvat viðvíkur nýggjum uppgávum til flogførini, og stjórin í Atlantsflog greiðir frá, at millum annað eru sviar áhugaðir í at leiga okkurt flogfar til onkrar uppgávur, sigur hann. Tað er svenska felagið Malmø Aviation, sum er áhugað í møguligani at leiga eitt flogfar frá okkum, sigur Magni Arge. Eisini hava hetlendingar spurt seg fyri, um tað ber til at fáa Atlantsflog at flúgva eina farleið millum London og Hetland, greiðir hann frá.
Virksemi nógv vaksið
Atlantsflog hevur í ár 16 ár á baki, og á móttøkuni nevndi Christian Andreasen vegna nevndina í flogfelagnum, hvussu nógv virksemið hjá Atlantsflog er økt hesi árini. Til dømis hevði Atlantsflog ikki færri enn 14 fráferðir fríggjadagin, og tað er tað sama, sum flogið var um vikuna, tá ið flogfelagið byrjaði. Fyrsta flogfarið fór úr Keypmannahavn fríggjamorgunin klokkan hálvgum níggju, og tað seinasta setti seg í Vágum beint fyri midnátt fríggjakvøldið.
Virksemi hjá Atlantsflog er nú so mikið umfatandi, at Magni Arge væntar, at útflutningsvirðið hjá Atlantsflog fer upp um 100 milliónir krónur í ár.
Nógv fleiri møguleikar
Við nýggja flogfarin hevur Atlantsflog nógv fleiri møguleikar at bjóða seg fram til viðskiftafólk. - Við hesum nýggja flogfarin hava vit nógv størri fleksibilitet, sigur Magni Arge og leggur afturat, at av somu orsøk verður tað ikki so stórt trýst á fløgførini, og tað kemur væl við.
Somuleiðis fer tað nú at verða lættari hjá Atlantsflog at rudda upp eftir, at ólag hevur verið á flogferðsluni. Magni Arge greiðir frá, at um mjørki hevur forðað flogferðsluni í nakrar dagar, so fer tað nú at verða munandi skjótari at fáa øll ferðafólkini avstað, nú felagið hevur trý flogfør.
Fòr fyrsta túrin í gjár
Tað hava ikki verið stundir hjá Atlantsflog at lata nýggja flogfarið standa til framsýning vesturi í Vágum, tí longu í gjár for tað sín fyrsta túr. Tá var flogið til Alta í Noregi,
har Atlantsflog hevur nógvar uppgávur. Í dag verður farið til Italia, og hetta er somuleiðis fyrstu ferð í ár, at flogið verður til Ancona. Mánadagin skal nýggja flogfarið hjá Atlantsflog flúgva russiskar sjómenn til Murmansk, og er hetta ein heilt nýggj uppgáva hjá føroyska flogfelagnum. Tey mongu russisku skipini, ið royna kring Føroyar, skulu sjálvsagt skifta manning viðhvørt, og nú hevur Atlantsflog so fingið til uppgávu at flúgva onkrar skipsmanningar millum Føroyar og Russland.
Stórfingin móttøka
Á móttøkuni í Vágum hósdagin var nógv fólk samankomið, og tað sást týðuliga, at vágafólk eru ógvuliga góð við føroyska flogfelagið. Farleiðin hjá flogfarinum frá komuhøllini og yvir til hangarin hjá Atlantsflog var flaggskrýdd, og inni í hangarinum var borðreitt við alskyns leskiligum bæði til smá og stór.










