tað ein sjálvfylgja. Eingin íslendskur ráðharri var hjástaddur, bara ein departementchefur, og hann tók eisini undir. Norðmaðurin harafturímóti helt, at hetta uppskotið skuldi »slaktast«. Sviin, ein dámligur [...] húsið. So varð arbeitt víðari við projektinum, og ein stýrisbólkur skuldi setast, har eg bleiv valdur at umboða Føroyar. Hesin legði so ein fíggjarkarm, og ein arkitektakapping bleiv útskrivað. Millum limirnar [...] avgjørt hevur livað upp til mínar væntanir. Eingin ivi um tað, sigur Dánjal Pauli. Ein kann altíð kjakast um, hvat ein átti at gjørt, men tosa vit um týdningin fyri føroyskt mentunarlív, hevur Húsið eftir
samfelagnum úr hesum er eyðsæddur. Føroyskt hús Húsið er av alstórum týdningi fyri føroyingar, tí tað er tað einasta staðið, har tað ber til at framføra professionelt. Onki annað stað í landinum er á støði við [...] og fingið vinir, og so verði eg tveittur út. Tað er rættiliga hart. Eg komi aftur til eitt land, sum er heilt øðrvísi. Finnland er farið inn í ES og er ikki til at kenna aftur. Eg kundi hugsað mær at búð [...] undirstjórar - ein fyri skrivstovuarbeiði og fyriseting og ein tekniskan, sum fingu avgerðarætt, so arbeiðsgongdin bleiv nógv smidligari. Fyrireikað fígging Fortreytin fyri at fáa fígging í dag er í stóran mun
tí vanliga, men er burtur úr føroyskum tilfari. Hann er heitur og riggar ógvuliga væl. ? Skipstroyggjan er tradisjónell, men er við at hvørva. Hon verður tikin fram, tá ið fjøllini verða gingin, menn fara [...] útlendska mótan. ? Tað er ógvuliga áhugavert og eindømi, at so er. Og tí áttu vit at brúkt tað meiri. Eg havi gjørt nógvar ljósamorreyðar troyggjur til ungar menn í síðstuni og tað er júst tekin um tað sama [...] brúkast. Marknaðurin er fullur av góðum tógvi í dag, tú fært ikki fólk til at ganga í pløggum, sum eru bundin við hvøssum tógvi sum tað føroyska. Grundin til, at føroyska tógvið er so hvast er broddurin. Fyrr
løgmanssessin kunnu tað vera fleiri orsøkir til. Ein er, at flokkurin fyri fyrstu ferð er tann størsti í veljaraundirtøku, og ein onnur er, at tað er ein sannroynd, at samstarvið við Danmark og harvið allar [...] fær ein og sjálvstýrisflokkurin fær ein, og bæði fíggjarmál og fiskivinnumál er væl hugsandi, at teir fara at krevja, umframt at Signar á Brúnni skal vera tingformaður. Hóast tjóðveldisflokkurin er størstur [...] A+D. Tríggir teir fyrstu eru meirilutasamgongur, og hin síðsti er ein minnilutasamgonga. Tað eru aðrir møguleikar, t.d. C+D+E, men hetta er ikki serliga sannlíkt, tí sjálvstýrisflokkurin hevur knýtt seg
avtala ikki góð, so versna útlitini fyri føroyska búskapin, sigur Bjarni Olsen. Hann fegnast um at málið er at fáa ein skilagóðan búskap og at vinnan skal fáast at bera seg. Spurningurin er so, hvat vit hava [...] fólki Her er munurin, at eitt fólk hjá okkum skal vera serfrøðingur á 10 økjum, har sami fulltrúi í Danmark bert hevur eitt øki at umsita. Tað kann gerast ein vansi fyri samfelagið. So er hugsandi, at [...] í almannu kassunum, og um útreiðslurnar standa mát við inntøkurnar. Tað er ikki nakað serligt í hesum samgonguskjalinum. Vanlig er st slík skjøl hava stór ynskir, sum kosta nógva pening, men um blokstu
tvær okkara kundu ikki koma við. Ein triða noyddist at senda avboð, av tí at hon er sjúkrasystir og skuldi til Danmarkar við einum sjúklingi, sigur Marianna Joaensen, sum er ógvuliga fegin um, at tað at enda [...] til at gomlu háskúlanæmingarnir settu sær stevnu á 50 ára degnum, kom av, at ein teirra Marianna Joensen í Kvívík, hitti ein av næmingunum frá háskúlatíðini umboð á Norrønu. fyri nøkrum árum síðan. Eydnaðist [...] tær hvør til sítt, eftir ein ógloymandi dag. Anna Egholm var 17 ára gomul, tá hon fór á Háskúlan í sínari tíð. Hon búði á Glyvrum, og fyri ungar gentur tá í tíðini, var tað ein dreymur at sleppa á Háskúlan
stolt av. Fortaldi hvussu tey høvdu tað og hvat tey gjørdu. Síðani um, hvør var føddur og deyður. Løgið er tað, at seinasta brævið úr hennara hond er skrivað. Tað er so nógv gott, ið Hinna hevur givið okkum [...] Henda ljósa várdagin 5. mai eru orð fátæk. Havi júst fingið boðini, at Hinna fastir er sovnað burtur. Tað er torført at skilja og góðtaka, at Hinna eftir stutta sjúkralegu skal vera farin inn um deyðans [...] rósum í hári sæl droymir um lukku og gleim. Tað er, tí eg hoyri lilju teska so kvøldsligt eitt ljóð: Sjá, fagrast eg eri av blómum, men líkbleik og køld eins og snjó. J. H. O. D. Hesi trý árini í Grønlandi
- men tað er so bara ein illgruni. Kanska er tað bara tað, at teir makta ikki at hjálpa okkum til betri sømdir í ES. - teir gera tað í øllum førum ikki. Oddfríður Gregersen sigur, at hann er ikki bangin [...] lívið bara verður ein dansur á rósum. Sjálvandi koma tað bakkøst av og á. Allar tjóðir eru fyri bakkøstum av og á. Tað er onki løgi í tí, og tað er onki at ræðast. Tað týdningarmikla er at leggja fígg [...] tað í verki, sum stendur í nýggja samgonguskjalinum, er tað ein gamal dreymur, sum gonur út, sigur hann. Men hann ávarar eisini um, at tað hvílur ein ómetalig ábyrgd á teimum, sum skulu stjórna landinum
talvinum er misnýttur. Fólksins vilji til at brúka av sínum reservum er misnýttur. Fólk eru misleidd. Tað, sum var ein møguleiki (sí eisini grein hjá Kjartani Hoydali herfyri) er vorðið »enn ein sannroynd [...] Spurningurin, um vit vilja samríki ella tjóðveldi, er so ein annar og hesi grein óviðkomandi. Ein annar spurningur, sum hevur verið frammi, er spurningurin um »realitetssansin«. Her má eg siga, at [...] sannroynd, at onki ber til«. Stýrisvølurin? Men tað, sum er nevnt omanfyri, er hóast alt smátt at rokna móti tí ringasta, sum er hent hesi seinastu 4 árini. Seinasta samgonga tók við einum samfelag, sum bar
innan verandi karmar sum er. Eg haldi, at tað er ómetaliga týdningarmikið, at andstøðan roynir at gera samgonguna varuga við, hvat fólksins ynski er í hesum máli. Og hann er ikki loysing men økt sjálvstýri [...] sita úti í Tinganesi og stinga út kósina. -Tað er ikki soleiðis politiska prosessin eigur at fram, og tað er væl tí, at ein hevur eitt floksbýti og at ein hýsir øllum politiskum sjónarmiðjum, sum í veruleikanum [...] stór vælvild er víst sjálvstýrisflokkinum. Hann hevur 2000 atkvøður og hevur fingið 2 landsstýrismenn. Tjóðveldisflokkurin hevur 6500 atkvøður og hann fær tríggjar. So javnvágin er ikki góð. Annars sigur