Takið andstøðu við í arbeiðið

Samgongan eigur at taka andstøðuna við í arbeiði í sambandi við broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum. Tað kann hon við at seta eina nevnd, sum hevur umboð úr øllum flokkum heldur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins

Nú avgjørt er at seta 8 landsstýrisfólk heldur formaðurin fyri størsta andstøðuflokkin á tingi, at ein má biðja til, at hesi fólk fáa nokk at gera. -Mær tykir, at okkurt av av hesum málsøkjunum verður sera tunnligt, serliga tey fyrstu árini, eitt nú oljan. Jóannes Eidesgaard vísir á, at útbjóðingin kemur til heystar, og øllum tí arbeiðinum stendur Oljufyristingin longu fyri. Tað, sum skal gerast av øðrum lóggávuarbeiði, er avgjalds- og skattalógin, og vanligt er at fíggjamálaráðharrin fyriskipar tí.

-Mær fyrikemur tað tí, sum at teir hava uppfunnið nøkur málsøki fyri at fáa eina kabalu at ganga upp.

Jóannes Eidesgaard heldur eisini, at ómetaliga stór vælvild er víst sjálvstýrisflokkinum. Hann hevur 2000 atkvøður og hevur fingið 2 landsstýrismenn. Tjóðveldisflokkurin hevur 6500 atkvøður og hann fær tríggjar. So javnvágin er ikki góð.

Annars sigur formaður javnaðarfloksins, at flokkurin ætlar at vera ein ábyrgdarfullur flokkur í andstøðu, hóast hann heldur tað vera bæði stórt spell og eisini skeivt, at javnaðarflokkurin ikki slapp upp í part.

-Eg havi tað ynski, at samgongan tekur av tí tilboði, sum andstøðan gevur. Vit hava tíanverri alt ov oftani sæð, at tá andstøðan rættir eina hond út, so vil samgongan ikki taka ímóti henni.

Jóannes Eidesgaard hugsar her serliga um, at samgongan í lógarsmíðinum innkallar allar flokkarnar so tíðliga, at teir kunnu fáa eina ávirkan á tað uppskot, sum verður lagt fram og harvið eisini kenna eina ábyrgd at fáa tað samtykt.

-Hetta kenna vit eisini frá øðrum londum, har breiðar politiskar semjur verða gjørdar. Tað hevði avgjørt tænt føroyskum politikki.

Jóannes Eidesgaard ger annars greitt, at fólksins vilji er ikki loysing. Tað eru bara tey 23%, sum hava atkvøtt fyri tjóðveldisflokkinum, sum hava atkvøtt fyri loysing. Hini 77%, sum hava atkvøtt uppá javnaðarflokkin, sambandsflokkin og fólkaflokkin, ynskja meira og minni sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin.

-Tí verður tað eisini ein uppgáva fyri andstøðuna at medvirka til, at fólksins vilji sæst aftur í tí politiska arbeiðinum. Og fólksins vilji er at vera verandi í ríkisfelagsskapinum.

Jóannes Eidesgaard sigur annars, at kjarnan í sjálvstýrispolitikkinum hjá nýggju samgonguni er at kunna koma út og proklamera Føroyar sum ein suveranan stat. Og tað tekur javnaðarflokkurin ikki undir við.

-Tað er einki endamál í sær sjálvum. Tað eru enn ongar fyrirreikingar gjørdar til at økja um okkara sjálvstýri innan verandi karmar sum er. Eg haldi, at tað er ómetaliga týdningarmikið, at andstøðan roynir at gera samgonguna varuga við, hvat fólksins ynski er í hesum máli. Og hann er ikki loysing men økt sjálvstýri.

Formaður javnaðarfloksins sigur víðari, at leiðin er at útbyggja sjálvstýrið yvir eitt longri tíðarskeið - undir tryggum búskaparligum karmum.

-Tað er annars øgiliga umráðandi, at fólk ikki verður villleitt við eini fólkaatkvøðu. Tey mugu vita, hvat veruliga fylgjan verður av tí tey atkvøða fyri.

Jóannes Eidesgaard ivast annars stórliga í, um fólkaflokkurin í veruleikanum er hugaður at fara so langt á sjálvstýrisleið, sum tjóðveldisflokkurin leggur upp til.

-At Óli Breckmann hevur roynt at forkomið hesi samgongu við tjóðveldisflokkin vísir nettup, at stórur partur av fólkaflokkin er raknaður við við kaldan dreym og hevur sæð, at flokkurin er vaðaður ov langt út.

Jóannes Eidesgaard heldur, at tað er ikki óhugsandi, at tað, sum Høgni Hoydal fer at koma fram til, tá avtornar, als ikki fer at fáa undirtøku frá teimum mongu meira sambandshugaðu kreftunum í fólkaflokkinum.

-Tí haldi eg tað er so umráðandi, at samgongan leggur upp til eitt breiðari politiskt arbeiði. Tað kundi m.a. verið gjørt við at sett varð eina kommisión, ein stjórnmálanevnd umboðandi allar flokkar, til at viðgera henda spurningin og har spurt verður, hvat vit skulu fara eftir á hesum økinum. Hetta hevði verið nummar eitt.

Sjálvur er Jóannes Eidesgaard eitt sindur betonkiligur við, at ein loysingarhugaður tjóðveldismaður nú skal sita úti í Tinganesi og stinga út kósina.

-Tað er ikki soleiðis politiska prosessin eigur at fram, og tað er væl tí, at ein hevur eitt floksbýti og at ein hýsir øllum politiskum sjónarmiðjum, sum í veruleikanum svarar til tað, sum fólkið stendur fyri. Einflokkaskipanir byggja ikki land.

Jóannes Eidesgaard sigur annars um samráðingarnar við danir, at í tann mun hann kann hjálpa til við eitt nú sínum fólkatingssessi, so fer hann at stuðla landsstýrinum. -Um danska stjórnin fer at handfara føroyingar rættvíst og geva teimum tað vit eiga í sambandi við bankan, so vil eg fegin tosa um, hvussu eg eftir tað kann bera meg at á fólkatingi.

Jóannes Eidesgaard roknar annars við, at tað verða truplar samráðingar um bæði bankamálið og skuldarmálið. Eg kenni manningina, sum situr hinumegin borðið og hon er ikki løtt at fáast við.


Borgarligur politikkur

Jóannes Eidesgaard sigur víðari, at javnaðarflokkurin fer, har tað viðvíkur tí ríkisrættarliga , at medvirka konstruktivt fyri at fáa tað frægasta burtur úr. -Men samtíðis kann ein siga, at á øllum hinum økjunum í samgonguskjalinum er talan um sera borgarligan politikk, og har mugu vit vera á varðhaldi og rópa hart, hvørjaferð teir borgarligu koma við sínum.

Hann heldur annars, at tjóðveldisflokkurin so dyggiliga hevur tapt telvingina um skipan av landsstýri. Hóast nógv hevur verið satsað uppá Høgna Hoydal í hesum, so er greitt, at tað er Anfinn Kallsberg, sum er tann tungi drongurin, tí hann hevur vunnið alt. Hann hevur vunnið alla manningina. Hann situr á lívsnervni í Tinganesi - á fiskivinnuni, á vinnumálum og á løgmanssessinum.

-Er tú tryggari við, at løgmaður eitur Anfinn Kalsberg og ikki eitt nú Óli Breckmann ella annars víðgongdur fólkafloksmaður?

-Eg havi eitt ávíst álit á, at Anfinn Kalsberg vil virka landi og fólki til frama, men hann hevur nakrar heykar rundan um seg, sum hann kanska ikki hevur so nógv tamarhald á og sum vilja nakað annað.

Jóannes Eidesgaard sigur seg annars ikki kenna seg tryggan við at hjartamál javnaðarfloksins, almanna- og heilsumálini, skulu fara til sjálvstýrisflokkin, sum hann heldur er vorðin sera borgarligur. -Tað vil tí vera sera neyðugt hjá okkum at vera á varðhaldi.