Birtir nýtt lív í gamla føroyska binditradisjón

? Tann føroyska binditradisjónin má ikki hvørva, men við at kunna halda hana við líka og birta nýtt lív í hana eru vit noydd at hyggja at rákunum aðra staðni. Tað er mítt stóra hjartamál, sigur Lis Helgadóttir, tógvformgevi, sum hevur ætlanir um egið virki.

Lis Helgadóttir í Havn hevur altíð havt stóran áhuga fyri at binda. Fyri tveimum árum síðani varð hon liðug við útbúgving sína sum tógvformgevi, og nú tekur hon stigið til at gera dreym sín til veruleika, at fara undir at binda, formgeva og skapa klæði burtur úr føroyskum sum útlendskum tógvi.

? Mær hevur altíð dámað væl at gera míni egnu klæðir sjálv, men havi ongantíð dugað væl at seyma. Tí havi eg fingist við at binda, havi funnið spennandi uppskriftir, sum eg so havi broytt, sigur Lis.

Hon er útbúgvin hárfríðkanarkvinna, gavst í tí yrkinum í 1989, fór á HF, var eitt ár heima og tá vóru aftur stundir til at binda. Næsta stigið var at taka útbúgvingina sum tógvformgevi, ein útbúgving, ið tekur trý ár og sum Lis hevur tikið í Ålborg.

? Eg hevði eitt mál við at útbúgva meg innan binding. Føroyar, sum eru so tradisjónsbundnar, eiga at hava nøkur útbúgvin fólk. Eg havi stóra virðing fyri øllum tí, sum verður gjørt, men vit hava brúkt fyri eini víðari menning. Tí eiga fólk at fara út í heimin at útbúgva seg, tí annars verður tað ov snævurt.

Hvussu kanst tú brúka tradisjónina til at byggja víðari á?

? Binditradisjónin er øgiliga gomul í Føroyum, men vit hava ikki nógvar bókmentir um føroyskan tekstil. Í hvørji einastu uppgávu eg gjørdi á skúlanum, var málið at granska í føroyskum tekstili. Eg rendi meg ferð eftir ferð í, at næstan einki skrivað finst á økinum. Men vit eiga ein dýrdrip, sum eitur ?Føroysk bindingarmynstur?. Eg hyggi uppá ein annan máta at mynstrunum. Mær dámar væl at arbeiða við yvirflatum og bygnaði í yvirflatum. Tað gevur størri úttrykk í tekstilinum. Eg eri í holt við at gera mær eina atlas burtur úr føroysku mynstrunum. Eg broyti tey ikki, men bara bindingarháttin, so tey úttrykkja meiri.

? Føroyskt tógv brúki eg til føroysku bindingarmynstrini. Eg arbeiði tilvitað við ymiskum tjygdum. Tá verður tað ikki so ?pent? og ?snøgt?. Ting nýtast ikki at vera so ?pen?, heldur eksperimenterandi og provokerandi. Mær dámar væl at brúka ranguna. Eg brúki fínt tógv og grovt tógv, so tað sær brúkt út. Og tað skal tað.

? Vit eru í eini økologiskari aldu. Hví skulu vit brúka litað tógv? Føroysku litirnir eru rættiliga góðir at brúka. Vit hava so nógvar litir í dag, at tá ið eg hyggi at føroyskum troyggjum, eru tær farnar at líkjast teim norsku. Tað er nógv stuttligari at brúka føroysku mynstrini og leggja nakrar aðrar teknikkir inn í tey og so brúka natúrlitirnar. Ferðafólk, sum koma til Føroya, keypa ikki litaðar troyggjur. Tey hugsa um upprunan og náttúruna, tí tað er tað sum tey seta í samband við Føroyar.


Føroyski samleikin

Í kanningini hjá Jette Forchhammer av frítíðarvanunum hjá føroyskum børnum eftir at sjónvarp kom til Føroya, ið kom út fyri jól, verður sagt, at føroysk børn blanda føroysk pløgg saman við tí útlendska. Tey fylgja væl við mótanum og rákum aðra staðni, men halda kortini fast við føroyska samleikan við at blanda føroysk pløgg, til dømis myrkamorreyðar troyggjur, skjal ella hosur upp í útlendska mótan.

? Tað er ógvuliga áhugavert og eindømi, at so er. Og tí áttu vit at brúkt tað meiri. Eg havi gjørt nógvar ljósamorreyðar troyggjur til ungar menn í síðstuni og tað er júst tekin um tað sama, sigur Lis Helgadóttir.

Hvussu langt kann man fara við tí tradisjónella, áðrenn tað fer fyri bakka og verður til nakað spildurnýtt?

? Síðstu Ólavsøku helt eg, at fólk fóru ov vítt í at finna uppá okkurt nýtt til føroyskan tjóðbúnan. Og tað vóru fleiri við, sum hildu tað. Tað flimraði í øllum alskyns litum. Eg sá nógvar ógvuliga vakrar búnar, sum vóru væl gjøgnumhugsaðir víðvíkjandi litavali. Men fleiri ferðir hugsaði eg, at tað var synd fyri búnan. Vit kunnu ikki broyta formin á tjóðbúnanum, tí hann liggur fastur, men litirnar kanst tú og tað er har fólk fara ov vítt, og skal tað halda fram á tann hátt, veit eg ikki, hvar vit enda. Eg havi sæð búnar við føroysku natúrlitunum, teir eru ógvuliga vakrir og meiri í tráð við tað føroyska. Men eg dugi ikki at siga, hvar markið er.


Ullin gloymd

? Vit hava eitt tilfeingi og tað er fiskurin. Men vit hava sanniliga eitt annað, sum vit næstan hava gloymt. Mær vitandi ganga 77.000 seyðir í Føroyum. Hvussu nógva ulla geva teir um árið, sum kann gerast til tógv? Vit áttu at kannað, hvussu nógv tógv vit kunnu fáa burturúr føroysku ullini. Tað samfingna føroyska tógvið kann ikki brúkast. Marknaðurin er fullur av góðum tógvi í dag, tú fært ikki fólk til at ganga í pløggum, sum eru bundin við hvøssum tógvi sum tað føroyska. Grundin til, at føroyska tógvið er so hvast er broddurin. Fyrr í tíðini sótu fólk og nappaðu tógv, men tað kunnu vit ikki í dag. Eg eri vís í, at ein tekstilverkfrøðingur og ein maskinverkfrøðingur kundu útviklað eina maskinu, sum nappaði tógv. Tað næsta stigið kann vera, at vit seta tvey fólk við viðkomandi útbúgving at granska í, um tað ber til at gera tað føroyska tógvið nóg gott. Eg dugi ikki at skilja at man ikki kann, tí í dag ber alt til.

? Mær vitandi er tað føroyska tógvið blandað við Falklandsull. Og tað er spell. Sum er brúki eg tað ?føroyska?, men eg vil arbeiða fram ímóti, at vit kunnu virka ta føroysku ullina, so vit fáa gott tógv, sigur Lis Helgadóttir.


Nýtt lív

Við hvørt verður føroyska ullin tikin fram í ljósið og kjakið, minst verður aftur á dagar, tá ið Føroya ull var Føroya gull, men so hendir ikki stórvegis meir.

? Vit eru noydd at byrja við byrjanini og tað er við tilfarinum. Tað man vera, at tógv kann brúkast til dýnur og tað samfingna kann brúkast til at veva teppir. Men sum er kann tað ikki brúkast til troyggjur. Hvat við at royna at kanna, um nakað kann gerast?, spyr Lis Helgadóttir.

Fyri nøkrum árum síðani varð nýtt lív birt í føroyska binding og tógv. Hugskotskappingar vórðu gjørdar, bindibøkur givnar út, og fólk fóru at brúka tað føroyska tógvið fram um tað útlendska. Íblásturin kom ikki úr føroyskari tradisjón, men heldur uttanifrá.

? Hyggur tú í nýggjastu føroysku bindibøkurnar eru tað ikki føroyskar binditradisjónir, tú sært. Vit eru í eini posttradisjónellari tíð. Tradisjónirnar eru farnar og fólk eru rótleys.

? Tað eru nøkur fólk úti í verðini, sum hava verið ógvuliga góð fyri binding sum heild, til dømis kanadiumaðurin Kaffe Facett og danska Marianne Isager. Facett er listafólk og byrjaði at fáa áhuga fyri strípum fyri nógvum árum síðani og síðani hevur hann útviklað seg. Hann hevur æruna av, at binding í nýggjari tíð hevur fingið eina rennesansu. Marianne Isager hevur eisini gjørt eitt stórt arbeiði innan fyri binding, men tað er eitt sindur spell, at tað næstan bara er tað, tú sært í Føroyum í dag. Tann føroyska binditradisjónin má ikki hvørva, men við at kunna halda hana við líka eru vit noydd at hyggja at rákunum aðra staðni, broyta snið og gera nýggjar uppskriftir, men grundleggjandi brúka tey føroysku mynstrini. Tað er mítt stóra hjartamál.


Tvær ætlanir

Lis Helgadóttir arbeiðir við tveimum verkætlanum í løtuni, sum eru rættiliga ymiskar. Tann fyrra er tað føroyska, har hon arbeiðir við føroyskum tógvi og mynstri, og roynir at fáa nýhugsan inn í, bæði viðvíkjandi yvirflatum og formum. Tann seinna er at binda og tøva, har hon bæði brúkar føroyskt og útlendskt tógv. Alt verður tøvt.

? Í tøvingini eri eg nógv upptikin av yvirflatum og formgeving. Eg spenni víða, men tað eri eg noydd til um eg skal í gongd við nakað í Føroyum. Mær dámar væl at hava eitt stórt rásarúm. Alt er innan binding, men tey úttrykkja ymiskt. Veturin og summarið, sigur Lis.

? Tað føroyska er mítt hjartamál. Rákini uttanifrá kunnu vit brúka sum íblástur, t.d. úr bløðum har tey vísa mótan eitt ár fram í tíðina. Vit kunnu ikki avbyrgja okkum. Vit hava okkara tradisjónir, men kunnu væl byggja víðari og gera tær meiri spennandi. Tað sum eg geri skal svara til tíðarandan. Tað nyttar einki, at ein bindibók kemur út so sjáldan, tí tað má alla tíðina verða dagført. Broytir tú ikki tað gamla, dettur tað niður fyri.

? Málið hjá mær er ikki at bjarga Føroyum undan, at tradisjónir detta niðurfyri. Hetta er fyrst og fremst mín áhugi, men mítt ynski er at kunna fara í gongd við at arbeiða við tí føroyska uppá ein spennandi máta, og sjálvandi kunna liva av tí.

? Eg havi sett eitt hálvt ár til at finna út av, hvussu eg fari víðari. Tað er so týdningarmikið at hava tíð til skapanartilgongdina. Mítt mál er egið virki. Í fyrsta umfari ímyndi eg mær eini høli í býnum, har eg kann hava verkstað og útsøla.

? Skal eg liva av at binda, má eg hugsa breitt. Eg hugsi ikki um troyggjur, men draktir, møtlar til føroysk klæðir, feminin, løtt og fín klæði. Binding hevur sínar avmarkingar, tí bundin pløgg setir man í samband við heit klæðir. Men nýggi hátturin eg arbeiði við innan tøving, letur upp fyri øðrum møguleikum.

? Eg havi gjørt fleiri møtlar til føroyska kvinnubúnan burtur úr myrkamorreyðum tógvi, sum eg so havi tøvt. Møttilin vit síggja í dag, tann svarti við reyðum silki er als ikki føroyskur, men kemur haldi eg úr Íslandi og er lutfalsliga nýggjur. Hann sær eisini alt ov fínur út til føroyska kvinnubúnan. Mín útgáva av møtlinum er formgivin eftir tí vanliga, men er burtur úr føroyskum tilfari. Hann er heitur og riggar ógvuliga væl.

? Skipstroyggjan er tradisjónell, men er við at hvørva. Hon verður tikin fram, tá ið fjøllini verða gingin, menn fara til útróðrar ella í bjørgini. Eg hugsi nógv um, hvussu vit kunnu fáa skipstroyggjuna fram aftur, so øll fara at ganga í henni. Tógvið er føroyskt, óviðgjørt, gott og tekur nógv vatn í seg. Tað er so líka til, at vit framleiða heitar troyggjur. Men tað skal vera gott at vera í, tí fólk fara ikki í nakað, tey ikki kenna seg væl í.

? Ferðavinnan vil hava troyggjur, sum eru í natúrlitum, og tað undrar meg ikki. Natúrlitir er tað ferðavinnan setir í samband við Føroyar, upprunan, náttúruna. Og tað í samsvari við tað eg hugsi. Myrkamorreytt og ljósamorreytt sært tú ikki alla staðni í verðini. Mær er sagt, at ferðafólk eru skuffað yvir allar norsku troyggjurnar, sum eru at síggja í Føroyum. Hvar er tað føroyska?

Er neyðugt við stuðli at seta eitt virki á stovn sum títt?

? Eg havi tann hugburðin, at eg vil føla meg frían. Tí kann eg ikki arbeiða undir umstøðum og kørmum, sum onnur hava lagt mær. Fekk eg stuðul skuldi eg lokið nøkur krøv og gjørt eitt stórt pappírsarbeiði.Nakað annað er, at føroyska ullavinnan kundi verið betri stuðlað soleiðis at hon mentist og tí kundi verið betri gagnnýtt. ? Tórshavn sum býur átti at skapt karmar fyri, at eg og nógv við mær, sum arbeiða við handverki, fingu eini høli og ein verkstað. Ein býur kann ikki vera eitt slíkt umhvørvi fyri uttan.

? Sambært valsendingini í SvF seinasta sunnukvøld er mentan og list í føroyskum eygum skúli, kirkja, tónleikur og ítrótt. Í politiska orðaskiftinum sakni eg langtíðarætlanir, nú vit tosa so nógv um, at vinnan skal fíggja okkara frælsi ? og tá hugsi eg ikki um fisk. Eg havi ongan flokk hoyrt sagt, at vit tey næstu 10 árini satsa soleiðis, at vit hava so og so nógv fólk ígongd við egið virki. Slíkar ætlanir verða gjørdar aðra staðni fyri at fáa fólk út úr almannaverkinum og úr arbeiðsloysi. Sum er, er tað ógvuliga tungt og strævið at byrja í egnum virki í Føroyum. Politikararnir kundu byrja við at arbeitt fyri at veitt smáhandverki og listahandverki lagalig lán og givið teimum betri umstøður at virka undir sum heild, sigur Lis Helgadóttir at enda.