samfelagsbúskaparlig viðurskifti í fjølmiðlum og aðrastaðni, tosa tey sjálvsagt út frá tí forstáilsi, sum teirra útbúgving í virkisbúskaparfrøði ella royndir í ymsum fyritøkum hava givið teimum. Men hugtøk, sum [...] skyldast tað oftast, at aðrar fyritøkur í sama landi hava gott kappingarføri. Til dømis er trupulleikin hjá føroyskum flakavirkjum ikki, at tey ikki eru kappingarfør í lønum við eysturlendsk flakavirkir, men [...] ikki gerast annað enn meiningsleyst ella beinleiðis skeivt. Búskaparráðið og búskapurin Búskaparráðið er ikki ein samling av ovastaprestum í eini sekt ella av gandakallum, sum sita og hyggja í krystallkúlur
kvinnunum, sigur 52 ára gamla Aïssata. Í eina tíð hava hon og 54 aðrar kvinnur í heimbygd hennara vorðnar kunnaðar um avleiðingarnar av hesum siðinum. Út frá hesum hava tær í felag avgjørt at steðga við hesum [...] havi nú gjørt hetta í 30 ár. Men nú ætli eg mær ikki at halda fram. Eg eri givin við at umskera aðrar kvinnur, sigur Aïssata við tíðindamannin hjá Sosialinum. Vit hava sett henni stevnu í heimbygd hennara [...] Faatoma ein heitan týsdag í november mánaði í ár. Leyslátað lív Nógvir siðir, og uppaftur størri mystikkur, er umgyrdur við umskering av eini 5-6 ára gamlari gentu. Fyri mong í familjuni og umhvørvinum
Evropeiska Grand Prixinum, sum í ár verður hildið í høvuðstaðnum í Serbia, Belgrad. Ein av teimum sum kappast ímóti Brandi er Amy Diamond, sum var í Føroyum í fjør summar. So tú væntar tær ikki at vinna? [...] koma í finalu til Globen. Sviar vilja hava ein svia Samanlagt eru tað 32 bólkar og einstaklingar, sum kappast um tey tíggju finaluplássini í Globen. Ein av teimum tíggju skal síðani umboða Svøríki í Evropeiska [...] fara á konsertferð í summar. Vit hava skrivað nógv løg seinasta árið. Meginparturin er eitt sindur "retro" inspirerað við futti í. Tað verður stuttligt at koma út at spæla. Vil ikki hava Merkið at veitra
háskúlanum í Aberdeen og doktari í løgfrøði á lærda háskúlanum í Íslandi í 2009: Hann varð valdur í Løgtingið í 2008. Hevur annars røkt ymisk álitisstørv, eitt nú hevur hann verið formaður í Javnstøðunevndini [...] lektari í løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Gestalektar á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og gestalærari á lærdum háskúlum í Íslandi. Útbúgvin løgfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 1999. [...] Hetta hava eisini summi av teimum verið við til at samtykkja, sum síðani hava funnist at mær alment. Men eisini tey mugu taka ábyrgd av tí politikki, tey hava valt. Eg havi bara roynt at vísa hann í verki
sagt ordiliga feit! Góður poppur Hetta er fyrsta ordiliga Hipp Hopp útgávan í Føroyum. Hipp Hopp hevur í fleiri ár selt væl í Føroyum, men eingin tílík fløga er útgivin her fyrr. Hetta er poppur við góðum [...] væl Iqaluit, Baby, ið hevur fest seg í heilan hjá mær. International er uttan iva ein fløga, ið verður ein varði í føroyskum tónleiki. Hon brýtur frá øllum vit hava sætt áður og vónandi verður hon trendsetandi [...] her er eisini nógv annað. Hetta kemur serliga til sjóndar á seinnu løgunum á fløguni. Fyrstu løgini eru rættiliga mainstream Hipp Hopp, men tónleikurin gerst meira eksperimenterandi í nøkrum av seinnu løgunum
skipað í lóg, og sum í lógini hevur fingið ógvuliga gjølla ásett, hvat endamál skipanin hevur, hvussu hon skal virka, og hvat hon skal brúka sínar pengar til. Samanumtikið Í gjøgnum tíggju ár hava partarnir [...] afturat í frágreiðingini, at um so er, at pengar koma at vanta í, skuldi tað vera upp til partarnar á arbeiðsmarknaðinum sjálvar at krevja tann pening inn, sum restaði í. Víðari verður sagt í frágreiðingini [...] varð m.a. sagt í viðmerkingunum, at ,,tá tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum hava gjørt uppskotið, so er í veruleikanum talan um eina semju, sum gjørd er". Víðari verður sagt í viðmerkingunum
læt tann fyrsta Skemmuhandilin upp á Hálsi í Havn í 1986. Áðrenn tað hevði hann siglt í nøkur ár, men uppilagstur fór hann í holt við at selja dýnur og annað til húskið. Sjálvur sigur hann, at hóast hann [...] bara fyribils í feriu, og so gongur tíðin. Eg búði í fimm ár í eini lítlari íbúð í Íslandi við familjuni, men so kemur tú til eitt punkt, har tú noyðist at taka eina støðu, heldur Jákup fyri. Í fyrstu syftu [...] íslendingum og teirra hugsunarhátti eftir at hava búð í Reykjavík í nøkur ár. Men hann velur eisini at venda hesum til føroyskan fyrimun. - Tá íslendingar kunnu, hví kunnu vit so ikki, spyr Jákup, sum annars fyri
sambært altjóða forskriftum. Tað sigur Hanus Hansen, nevndarformaður í Faroe Islands Sustainable Fisheries (FISF), sum fyrr í ár varð stovnað av vinnuni til at taka sær av altjóða góðkenningum av føroyskari [...] Hansen aftrat. Í juli 2020 boðaði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, alment frá, at føroysku fiskiveiðumyndugleikarnir framyvir fóru at fylgja eini umsitingarætlan í árligu ásetiningini [...] umsitingarætlan í ásetingini av talinum av fiskidøgum. Á henda hátt hevur føroyska samfelagið valt at fylgja tilmælunum frá serfrøðini í røktini av fiskastovnunum. Okkara serfrøðingar hava eftirhugt hagtølini
verða nýtt sum goymslur og annað, og í Trier og Pimasens hava tey valt at nýta virkini til fornminnissøvn. Í Berlin vænta myndugleikarnir, at eini 2500 verjuvirkir verða standandi - í hvussu er fyribils. [...] betongveggirnar í verjuvirkjunum fram við Rhinenánni, boða frá, at myndugleikarnir hava eina aðra áskoðan, og at arbeiðið at bróta tann fyrsta partin av verjugarðinum niður er byrjað í skógarlendinum við [...] verjuvirkini hava týdning fyri umhvørvið og náttúruna, tí nógv ymisk djór leita sær skjól í teimum gomlu betongbygningunum, tá okkurt er á vási. Kundi ikki takast Hitler helt tann vestara verjugarðin hava so stóran
pappír í mítt kuffert og farið á hasa ráðstevnuna í Oslo og latið sum um eg var hon í eina viku. Tankin um at blíva ein annar persónur hugtók meg ótrúliga nógv, minnist hann. Á einum hotelkamari í Berlin [...] eitt sindur av sjálvævisøgu er í søguni um Toxic - Í nógv ár skrivaði eg eina rúgvu av politiskum greinum, har eg skjeyt fólk við mínum penni. Men so kom stóra skrædlið í Íslandi og øll byrjaðu at skjóta [...] okkum til hjálpar, skammaðust vit. Nú hava vit latið okkara hjørtu upp fyri tykkum og ei undur í, at Jóanes Nielsen stjól myndina á Bókmentafestivalinum í Reykjavík í september við sínum frálíku yrkingum