Brandur stendur uttan fyri dyrnar til Waynes Coffeehouse á Sveavægen í Stockholm. Hann er í myrkamorreyðum, tøvdum jakka, ullintum turriklæð og mynstrutari bundnari troyggju. Hárið er ikki líka væl greitt, hesuferð vit møtast, sum tað var seinast, tá hann var stylaður til at vísa seg fram fyri svensku pressuni. Hann smílist, tá eg nevni, hvussu hysteriskt tað var við einum 200 tíðindafólkum, ið øll vildu hava sína søgu við heim til blaðið. - Eg gjørdi onki kroppsligt arbeiði tann dagin, men hóast tað so steinsovnaði eg, beinavegin eg kom heim klokkan 18 um kvøldið, sigur Brandur og flennur. Trýstið er hart á teimum luttakandi í svenska Grand Prixinum. Semifinalurnar uppundir finaluna í Globen verða sæddar av umleið trimum miljónum hyggjarum, og stóru bløðini eru á tremur við greinum um tey sum kappast. Vil røkka finaluni Hvussu fyrireikar tú teg til Grand Prixið? - Eg royni at syngja eitt sindur hvønn dag. Eg havi tosað við ein koreograf um, hvussu eg skal standa á pallinum, og hvat eg skal gera. Men annars so fer tann rættuliga fyrireikingin ikki í gongd fyrrenn mikudagin áðrenn kappingina. Tá verða ljóðroyndir gjørdar, høvuðsroyndin verður hósdagin, og fríggjadagin skulu áhoyrarir síggja repititiónina. Fer tú at dansa á pallinum? -Nei, lagið hjá mær er róligt, so eg standi mest stillur. Eg havi fýra kórsangarir við mær, og ein sum spælir piano. Sjálvur skal eg bara syngja. Líkist hesin sangurin teimum sangum, vit fyrr hava hoyrt frá tær? - Jú, tað er ein róligur sangur, sum passar míni rødd sera væl. Men tað tekur eina løtu at venja seg við lagið, so eg vænti ikki, at eg vinni stóru finaluna. Málið hjá mær er at koma í finalu til Globen. Sviar vilja hava ein svia Samanlagt eru tað 32 bólkar og einstaklingar, sum kappast um tey tíggju finaluplássini í Globen. Ein av teimum tíggju skal síðani umboða Svøríki í Evropeiska Grand Prixinum, sum í ár verður hildið í høvuðstaðnum í Serbia, Belgrad. Ein av teimum sum kappast ímóti Brandi er Amy Diamond, sum var í Føroyum í fjør summar. So tú væntar tær ikki at vinna? - Nei, eg rokni við at Svøríki vil hava, at ein sviði skal umboða tey. Men tað er ein fantastiskur møguleiki hjá mær at sleppa at luttaka í hesi kappingini. Hevur tú møtt hinum luttakarunum aftur? - Vit vóru savnað til eina samrøðu fyri eitt blað her í gjár. Tey vildu, at vit skuldu standa sum á eini skúlamynd. Eg var "The exchange student", eftirsum eg eri úr Føroyum. Charlotte Perelli, sum vann Evropeiska Grand Prixið 1999, var "The Prom Queen". Tað var stuttligt, og tey vóru sera professjonell. Væntar tú at lívið hjá tær fer at broytast av hesi kappingini? - Eg veit ikki rættuliga, kanska fara fólk at kenna meg aftur á gøtuni á ein annan hátt enn nú. Men eg leggi ikki planir eftir hesum. Hetta er eitt tiltak, og eg kann ikki satsa alt uppá tað. Eg og nakrir vinmenn fara á konsertferð í summar. Vit hava skrivað nógv løg seinasta árið. Meginparturin er eitt sindur "retro" inspirerað við futti í. Tað verður stuttligt at koma út at spæla. Vil ikki hava Merkið at veitra Nær kemur næsta fløgan út? - Beint aftaná Grand Prix kemur ein stakfløga við lagnum "Lullaby" út, men fløgan, ið skal gevast út í Svøríki og Føroyum, kemur ikki út fyrrenn í heyst. Eg havi skrivað avtalu við plátufelagið Lion Heart International, og eg skrivi løg saman við fólki, sum áður hava samstarva við Celine Dion og Joe Cocker. Hvat livir tú so av í løtuni? - SU! Eg gangi á einari útbúgving fyri sangskrivarar her í Svøríki, og hetta er eitt slag av starvsvenjing eg eri í nú. Brandur býr saman við trimum vinmonnum uttanfyri svenska høvuðsstaðin Stockholm. Tað er torført at fáa nakað at búgva í, so teir hava leigað eini hús saman. Áður hevur Brandur búð í Norðursvøríki, har skúlin hjá honum liggur. Væntar tú at tað verða nógvir føroyingar til staðar í Gøteborg? - Sum eg veit um higartil, verða tað einir 20 føroyingar. Vil tú at tey skulu veittra við merkinum? - Nei, helst ikki. Eg luttaki sum føroyingur, men um fólk veittra við merkinum, vænti eg, tað kann ávirka sviar at velja ein av teirra "egnu" í staðin. Eru fólk áhugað í, at tú er føroyingur? - Ja, øll spyrja nógv um Føroyar. Og so síðsti spurningurin Brandur - er tú nervøsur? - Nei, higartil eri eg slettis ikki nervøsur. Eg verði kanska eitt sindur nervøsur, tá eg komi til Gøteborg, men mær dámar væl at standa á pallinum, so tað man ikki fara og bila. Sum áður nevnt so verður kappingin leygarkvøldið 9 februar. Hon byrjar klokkan 20.00 føroyska tíð, og Kringvarp Føroya samsendur sendingina við Sveriges Television. Tað ber tíanverri ikki til at stemma uppá Brand úr Føroyum. Fakta Navn: Brandur Enni Aldur: 18 ár Bústaður: Varberg uttanfyri Stockholm Familja: Mamma, pápi, stórasystirin Bergljót og stóribeiggin Tróndur. Damu. Áhugamál: Tónleikur og at lesa. Favoritturin beint nú er enski høvundin Nick Hornby. Brandur lesur seinastu bók hansara "Polysyllabic Spree" Brandur um Svøríki: Besti matur: Janssons frestelse (Rómabakað epli við brislingi í) Lekrasta daman: Sjónleikarin Maria Bonnevie (kend frá millum annað "Jag ær Dina") Besta klædnamerki: Stray boys of Stockholm Besta blað: Studio Størsta sjokk: Nú í vikuskiftinum bleiv ein kamratur hjá mær niðursligin av fimm monnum. Best við Svøríki: Fólkið. Tey eru hjartalig, vinarlig og uppmuntrandi. Og so tora tey at hugsa stórt. Keðiligast við Svøríki: Náttarlívið - tey leggja seg alt ov tíðliga.