Hetta var vikan, tá Føroya størsta byggiætlan varð avdúkað. Stóratjørn eitur projektið, sum skal hýsa hotelli, íbúðarblokkum, stórhandlum og alskyns ítróttarhentleikum við t.d. skoytuhøll, sum føroyingar ongantíð áður hava havt atgongd til.
Maðurin aftan fyri verkætlanina er føroyingurin Jákup á Dul Jacobsen, sum longu fór avstað aftur úr Føroyum í dag, eftir at hava lagt sínar ætlanir fram fyri føroyska almenningin á Hotel Føroyum í gjáramorgunin.
Hann hevði nógv um at vera hósdagin. Fartelefonin kimaði við jøvnum millumbilum við boðum, sum hann svaraði á bæði íslendskum og føroyskum, og almennir og hálvalmennir stjórar mólu rundan um hann, sum flogkykt um mykju.
Sjálvur tóktist hann kortini ikki at vera stórvegis órógvaður av øllum hóvastákinum, hóast føroysku bløðini høvdu ruddað forsíður og opnur fyri hansara ætlanum í Hoyvíkshaganum, og umrøðurnar so at siga bara hava verið jaligar.
Jákup tekur tað púra róliga og bjóðar okkum ein kaffimunn, tá vit hitta hann til eitt prát, og hóast tann stríputa skjúrtan er knappað, er talan í øllum førum um ein mann, sum í fluttum týdningi hevur brotið upp um armar. Skógvarnir hjá honum síggja út til at vera nýpussaðir, men slipsi er hann ikki í. Og tað var hann forrestin heldur ikki á tíðindafundinum, tá fjølmiðlarnir vórðu presenteraðir fyri størstu byggiætlan í Føroyum nakrantíð. Her er talan um ein mann, ið eftir øllum at døma fær tað at rigga og bera til.
Ella sum hann sjálvur sigur:
- Eg elski tað, eg geri!
Sambært Jákupi er tað nevniliga ikki tann stóri munurin at stjórna trimum handlum ella 143, og samstarvsfelagin hjá honum, Nils Stórá, er skjótur at taka undir við honum og siga, at Jákup ikki er broyttur seinastu árini, hóast upphæddirnar, hann hevur keypt og selt fyri, kunnu tykjast ørandi hjá summum, og at hann um stutta tíð helst eigur bæði longsta og hægsta hús í Íslandi. Tað seinna er tó ikki heilt vist, tí myndugleikarnir skulu fyrst góðkenna, at tað ikki verður til ampa fyri flogferðsluna við sínum 26 hæddum. Jú, sjálvt í harðførum hæddum, finnast jarðbundin fólk.
- Tann einasti munurin er, at eitt sindur størri tøl eru á botnlinjuni nú, sigur Jákup á Dul Jacobsen, ið læt tann fyrsta Skemmuhandilin upp á Hálsi í Havn í 1986.
Áðrenn tað hevði hann siglt í nøkur ár, men uppilagstur fór hann í holt við at selja dýnur og annað til húskið. Sjálvur sigur hann, at hóast hann má viðganga, at tað hevur gingið skjótt í seinastuni, so fer tað at henda líka nógv í ár, sum tey seinastu tíggju árini.
Fólkið skal støðast
Jákup viðgongur, at hann er nógv ávirkaður av íslendingum og teirra hugsunarhátti eftir at hava búð í Reykjavík í nøkur ár. Men hann velur eisini at venda hesum til føroyskan fyrimun.
- Tá íslendingar kunnu, hví kunnu vit so ikki, spyr Jákup, sum annars fyri nøkrum árum síðani hevði ætlanir um at fara undir stórt handilsvirksemi í Klaksvík, men hetta varð tó av ongum.
- Tað er eingin, ið ger tað fyri okkum! Heimurin er so fullur av møguleikum, at tað er bara ein spurningur, hvat tú brúkar orkuna til, og vit vilja vera, har tað er gleði, sigur Jákup, ið og fegnast ta góðu móttøkuna, ætlan hansara hevur fingið m.a. ynsktu bæði Sosialurin og Dimmalætting honum góða eydnu í oddagreinunum í gjárkvøldið.
Tað er ikki meira enn ein mánaður síðani Tórshavnar býráð frætti um hesar ætlanir, og tá var tað uttan ítróttarøkini, men haðani hevur eftir øllum at døma ikki vælvild skortað. Jákup sigur seg nevniliga ikki ynskja, tað hann kallar konfliktir, og sigur varliga, at hann so helst ikki komið við hesum ætlanunum.
- Vit vilja Føroyum tað besta, og tað er tí vit koma við hesum, sigur Jákup.
Hann viðgongur tó, at talan sjálvandi er um eina forrætning. Tað var hann meira afturhaldin við at viðganga á tíðindafundinum fyrrapartin í gjár. Hinvegin vil hann vera við, at ítróttarøkið og kanska serliga svimji- og fótbóltshøllin neyvan fara at geva yvirskot, men at hann vil vera við til at byggja bæði handilsøki og ítróttarøki fyri at geva kommununi nakað aftur, eins og hetta er við til at skapa eitt livandi umhvørvi uppi á Stórutjørn, har fólk skal støðast.
Á tíðindafundinum legði Jákup nevniliga alstóran dent á týdningin av, at familjan er saman í frítíðini, og at tað ofta ikki ber til at halda menninar til á einum staði, um konurnar hjá teimum ikki trívast tað vísa dømi aðrastaðni - og Stóratjørn skal tí vera við til at fáa nakrar av teimum 20.000 føroyingunum, sum mett verður búgva uttanlands, heimaftur.
Jákup sigur nevniliga, at frítíðin fær størri og størri týdning, og at tað tí er neyðugt at føroyingar fáa somu lívsdygd, sum okkara grannatjóðir.
Ov vánaligt ferðasamband úr Føroyum
Útisetin Jákup væntar tó ikki, at hann sjálvur kemur heimaftur, sum støðan er nú, men vil tó ikki vísa aftur, at hann vendir nøsini aftur hendanvegin, tá pensiónsaldurin nærkast.
Jákup sigur seg vitja í Føroyum einar fýra ferðir um árið, men konan vitjar tó oftari. Tey eiga fimm børn, og onkur teirra hevur eisini hug at flyta til Føroya.
- Man flytur ongantíð burtur. Fyrst ert tú bara fyribils í feriu, og so gongur tíðin. Eg búði í fimm ár í eini lítlari íbúð í Íslandi við familjuni, men so kemur tú til eitt punkt, har tú noyðist at taka eina støðu, heldur Jákup fyri.
Í fyrstu syftu sigur Jákup seg sakna avbjóðingarnar og lívsstílin, um hann skuldi búð her í Føroyum, og harafturat sigur hann tað vera lættari hjá honum at stýra sínari fyritøku úr Íslandi enn úr Føroyum. Við núverandi flogsambandi úr Føroyum sigur hann tað nevniliga als ikki bera til at gera, tað hann ger. Tað tekur alt ov nógva tíð, um komast skal úr Føroyum, tí nógv ferðing skal sjálvandi til. Í desember og januar er ikki so nógv ferðing hjá honum, men øðrvísi sær út í hinum mánaðunum, tá hann ferðast eina ferð um vikuna. Og tá kunnu ferðamálini eins væl vera London og USA sum onnur støð, har handilssambond skulu knýtast.
- Jú , vikurnar kunnu vera intensar, sigur hann.
Heilsumiðstøðin gevur hugskot
Hann sigur seg tó altíð vera heima hjá familjuni í vikuskiftunum, og tað er helst ikki av ongum, at hann sær stórar fyrimunir í at byggja stóra heilsumiðstøð og stór ítróttarøki á Stórutjørn, tí sjálvur er hann hálvanannan tíma um dagin í eini fitness- ella heilsumiðstøð. Og tað er hetta hann sipar til, tá hann nevnir lívsstílin, tí hann metir ikki, at hann hevði megnað tað, hann hevur megnað, uttan hesa dagligu vitjan.
- Tað er sum at spæla billiard. Tú kanst standa og halda alt vera ómøguligt, men fert tú so og hyggur at spælinum frá hinari síðuni av borðinum, so sær verðin heilt øðrvísi út, sigur Jákup um hvussu tað kann stimbra sinnið og geva íblástur at røra kroppin.
Sjálvur sigur hann seg arbeiða 8 tímar um dagin, men at hann arbeiðir tvífalt so effektivt nú, sum tá hann arbeiddi 16 tímar um dagin.
Flottari enn í Íslandi
Umframt at hugsa nógv um trygdina á Stórutjørn har verða næstan eingir vegir við bilum millum húsini so skal familjan sum nevnt setast í hásæti.
Men Jákup dylir ikki fyri, at íblásturin er íslendskur, hóast hann ikki vil vera við, at hann er einsamallur upphavsmaður til verkætlanina.
Sjálvur kallar hann lítillátin arkitektin, Selmar Nielsen, fyri pápa hjá projektinum og Tórshavnar býráð sum ein stóran part í samstarvinum um hesa ætlan. Og tað er ikki hissini verkætlan, Stóratjørn má sigast at vera. Jákup sigur nevniliga, at í øllum Íslandi finst einki ítróttarøki, ið er flottari enn tað, sum skal verða uppi við Stórutjørn.
Jákup og hansara fólk fingu herfyri ein fyrispurning úr Litava, um tey vildu vera við til at gera eitt minni ítróttarøki har, men tí vóru tey ikki áhugað í. Eitt slíkt ítróttarøki hava tey bara hug at gera í Føroyum, siga tey.
Spurdur, um Stóratjørn er ein gamal dreymur hjá Jákupi, sigur hann, at tað er tað ikki. Eins og hann segði á tíðindafundinum fyri einum stórum fjølmentum føroyskum pressuliði, segði hann, at í fyrstuni varð hugt eftir nýggjum møguleikum á Hálsi í Havn at víðka virksemið har á staðnum, men hann er kvikur at rósa arkitektinum hjá sær fyri, at verkætlanin nú liggur á borðinum sum eitt projekt, ið eitur Stóratjørn, og sum bæði samgonga og andstøða í tí annars ofta tvíbýtta Tórshavnar býrað siga seg taka fult undir við.
Føroyar ikki liva av framleiðslu
Hann heldur tó at ein hugburðsbroyting er neyðug í Føroyum, um vit skulu klára okkum í kappingini við okkara grannalond.
- Nú mugu vit velja, um vit vilja vera eitt bygdasamfelag í Evropa ella ein partur av umheiminum, sigur Jákup.
Vit hava hagtøl sum vísa at fráflytingin úr Føroyum er størri enn tilflytingin í løtuni, men eins og hann hevur gjørt áður, eftirlýsir Jákup á Dul Jacobsen hagtøl fyri eitt nú búskaparvøkstur í Føroyum. Hann heldur, at vit áttu at býtt Føroyar sundur, so fiskivinna, fíggjarvinna, ferðavinna og síðani blandaðar tænastuvinnur við eitt nú tøkni til fiskivinnuna vórðu skipað í møguligar eindir ella vinnueindir, eins og tað er av týdningi, at lata privata vinnulívið møguliga tað útlendska verða við í gransking.
- Føroyar fara ongantíð at framleiða nakað, um so lønin kemur niður á null, sigur Jákup avgjørdur, og tí metir hann tað vera neyðugt við vinnum, har internet og annað teldusamskifti upploysir týdningin av landafrøðiligari frástøðu.
Ein avleiðing av eini vaksandi fíggjarvinnu hevur nevniliga verið í Íslandi, at ov fá tíma at arbeiða í fiskivinnuni, og tí er tað avgerandi, at føroyingar fyrireika seg og royna at fáa sítt fólk heimaftur, so nýggjar vinnur kunnu mennast, og tey kunnu arbeiða fyri heimlandið heldur enn onnur lond.
Enn dugir Jákup á Dul Jacobsen ikki at siga, um vit hava sæð tað endaliga modellið av Stórutjørn, ella um hann fer at gera aðrar íløgur í Føroyum.
Spurdur, um hann t.d. hevur hugsað um aðrar tættir í einum býarmodelli enn ráðstevnuhøli og ítróttarhentleikar, sigur Jákup, at eftir hansara tykki hevði ein privatskúli við enskum sum sergrein verið eitt gott hugskot at sett á stovn.
Enn liggur tó ikki meira á tekniborðinum, men Jákup kallar seg spontanan, og sum hann sigur, so hevði tað heldur ikki verið heilt býtt eisini at havt bowling og biograf á Stórutjørn eisini. Men tað fer tíðin at vísa.
Fakta:
Virksemið hjá Jákupi á Dul
Jákup á Dul er høvuðsmaðurin handan Stórutjørn. Saman við Selmari Nielsen arkitekti hevur hann stungið út í kortið og lagt eina ætlan, sum ikki er sæð fyrr í føroyskari byggisøgu.
Virksemið hjá Jákupi á Dul byrjaði uppi á Hálsi í Tórshavn fyri fjórðingsøld síðan við handlunum Skemmuni og BR.
Fyrsta útrásin hjá Jákupi á Dul varð gjørd í 1987, tá ið hann stovnaði handilin Rúmfatalagerinn í Kópavági, og nú er tann fimti handilin ávegis í Íslandi, har Jákup sjálvur býr og hevur høvuðsstøð. Í dag hevur Jákup á Dul einar 50 handlar í ymsum londum, eitt nú Íslandi, Kanada og baltisku londunum.
Við felagnum Smáratorg International rekur Jákup á Dul fastognarvirksemi. Felagið stendur fyri bygging, keypi, sølu og rakstri av bygningum, bæði handilsbygningum og øðrum vinnu- og bústaðarbygningum.
Tilsamans 1200 eru í starvi hjá feløgum hjá Jákupi á Dul. Talan er um starvsfólk við alskyns tjóðskapi, sum starvast í sjey londum.