Nú hvørvur verjugarðurin hjá Hitleri

Leivdirnar av vestara verjugarðinum hjá Hitlertýsklandi verða nú brotnar niður. Tað, sum einaferð varð hildið at borga fyri trygd Týsklands, verður nú mett sum ein vandi fyri trygdina, men vandin fyri nýnazismu telur eisini

Í Týsklandi eru maskinur og menn farin undir at bróta seks verjuvirkir í gamla vestara verjugarðinum hjá Hitlertýsklandi niður. Umframt at bróta verjuvirkini niður, skulu maskinurnar fylla skotgravir og serligar gravir, sum skuldu fjala týsku stríðsvognarnar, ið skuldu verja Das Vaterland ímóti einari innrás vestaneftir. Men sambært teimum, sum nú sita við valdið í Berlin, eru tey gomlu verjuvirkini og tær gomlu skotgravirnar vandamikil fyri trygdina, sum tikið verður til, men myndugleikarnir halda eisini, at tey gomlu krígsminnini kunnu gerast savningarstaðir hjá nýnazistum.
Søgufólk og gamlir menn, sum einaferð gjørdu tænastu í tí máttmikla týska herinum, halda harafturímóti, at verjuvirkini eiga at verða varðveitt. Verjugarðurin, sum er einar 630 kilometrar til longdar, og sum røkkur frá sveitsiska markinum til Kleve har norðuri í Týsklandi, er bygdur í árunum frá 1936 til 1940, og søgufólkini og teir gomlu hermenninir vilja vera við, at verjugarðurin er ein søguligur minnisvarði, sum týskarar eiga at varðveita.
Men teir dukandi oljutrýstborirnir, sum taka seg niður ígjøgnum teir tjúkku armeraðu betongveggirnar í verjuvirkjunum fram við Rhinenánni, boða frá, at myndugleikarnir hava eina aðra áskoðan, og at arbeiðið at bróta tann fyrsta partin av verjugarðinum niður er byrjað í skógarlendinum við bygdina Rheinau tætt við franska markið.
Minni um fortíðina
Upprunaliga bygdu týskararnir umleið 20.000 verjuvirkir til at verja landið ímóti innrás vestaneftir, men í dag stendur bert helmingurin av Siegfried-linjuni eftir. Tey flestu av hinum virkjunum vórðu oyðiløgd stutt eftir, at teir sameindu brutu seg ígjøgnum verjugarðin í 1944-45 - eitt átak, sum kostaði tíggjutúsundtals hermonnum lívið.
Eftir ætlanini hjá myndugleik-unum skulu millum 100 og 200 verjuvirkir brótast niður um árið, og vanliga verður tað gjørt eftir áheitan frá teimum kommunalu myndugleikunum á staðnum ella teimum, sum eiga lendið, har verjuvirkini standa. Myndugleikarnir hava gjørt greitt, at teir ætla at bróta nógv tey flestu virkini niður, men at ætlanin er at varðveita nøkur hundrað teirra, sum skulu standa eftir sum søguligir minnisvarðar.
Søgufólk vísa á, at tað ber ikki til at beina fyri fortíðini við at bróta partar av henni niður, og tey hava ístaðin skotið upp, at øll tey verjuvirkini, sum eftir eru, verða varðveitt.
- Í veruleikanum er spurning-urin, hvussu vit fara um hesi minni frá fortíðini, sigur søguprofessarin Hans-Ulrich Thamer, sum starvast á lærda háskúlanum í Múnster. Eftir hansara tykki eiga myndugleikarnir annaðhvørt at royna at varðveita øll verjuvirkini ella at bróta øll niður, og sjálvur hellir hann til ta fyrru loysnina, sjálvt um hann ikki heldur tað vera neyðugt at varð-veita øll.
Teir gomlu týsku hermenninir halda, at tað at bróta verjuvirkini niður er at vanvirða teir túsundtals hermenninar, sum doyðu undir seinna heimsbardaga. Stuðul fáa teir frá umhvørvisfólki, sum siga, at tey gomlu verjuvirkini hava týdning fyri umhvørvið og náttúruna, tí nógv ymisk djór leita sær skjól í teimum gomlu betongbygningunum, tá okkurt er á vási.
Kundi ikki takast
Hitler helt tann vestara verjugarðin hava so stóran týdning, at hann setti 500.000 mans til at gera verjuvirkini og skotgravirnar, og hann gav boð um at nýta 20 prosent av øllum tí týska byggitilfarinum til endamálið.
Tá arbeiðið byrjaði í 1936, segði Hitler, at verjugarðurin skuldi byggjast sum eitt svar upp á tann franska verjugarðin, ta sokallaðu Maginot-linjuna. Men tá Týskland trý ár seinni leyp á Póland og harvið byrjaði seinna heimsbardaga, gjørdist brádliga greitt, hvør tann veruliga ætlanin við verjugarðinum var: Hann skuldi verja Týskland ímóti einum bretsk-fronskum álopi, meðan tann týski herurin bardist eystanfyri.
Í eygum Førarans og teirra, ið vóru kring hann, var vestari verjugarðurin høgt í metum, og sangir og hetjufrásagnir um garðin fingu týskarar at kenna á sær, at eingin kundi taka seg inn um garðin, og at eingin tískil kundi gera Týsklandi mein. Men veturin 1944-45 brutu amerikanarar seg ígjøgnum verjugarðin eftir harðar og blóðugar bardagar, og virkini, sum skuldu verja Týskland, gjørdust nú goymslur hjá fíggindanum.
Ræðast nýnazistar
Tann fyrsta áheitanin um at bróta verjuvirkini niður kom í sjeytiárunum, tá ein níggju ára gomul smágenta í Rheinau datt niður á eina jarnstong á einum verjuvirki og doyði. Síðani hevur málið javnan verið frammi, og nú er arbeiðið so sett í verk.
Men vanlukkan í Rheinau er ikki tann einasta orsøkin til, at samveldismyndugleikarnir í Berlin hava gjørt av at beina fyri teimum gomlu verjuvirkjunum. Virkini eru sum ein garður fram við týska vesturmarkinum, og myndugleikarnir bera ótta fyri, at nýnazistar fara at nýta tey gomlu virkini sum savningarstaðir.
- Eg havi ikki hoyrt, at teir hava nýtt virkini til hetta endamálið, men eg kann væl ímynda mær, at teir kunnu fara at gera tað, tí verjugarðurin er ein av teimum fáu leivdunum frá Triðja Ríkinum, sigur Andreas Kúbler, sum er leiðari á stovninum, sum stendur fyri arbeiðinum at bróta verjuvirkini niður.
Við Rheinau, har arbeiðið er byrjað, eru fýra verjuvirkir. Tvey teirra eru so illa farin, at lítið og einki er eftir av teimum, og hóast hini bæði røkkka einar tíggju metrar upp í loft, høvdu tey neyvan hildið í mong ár afturat. Aðrastaðni eru 6500 verjuvirkir longu tærd burtur av tíðarinnar tonn ella stikað inni.
Men nøkur teirra verða varðveitt. Hildið verður, at umleið 600 verjuvirkir verða nýtt sum goymslur og annað, og í Trier og Pimasens hava tey valt at nýta virkini til fornminnissøvn. Í Berlin vænta myndugleikarnir, at eini 2500 verjuvirkir verða standandi - í hvussu er fyribils.