Jóannes Jacobsen
Búskaparfrøðingur
Men ongastaðni í nakrari frágreiðing hjá Búskaparráðnum stendur, at marknaðurin er Guð, hvørki á linjunum ella millum linjurnar. Hetta er heilt einfalt so, tí eingin, sum situr í Búskaparráðnum, heldur, at marknaðurin er Guð. Fyri Búskaparráðið er ein marknaður bara ein mekanisma ella tøkni, sum framleiðarar og brúkarar brúka til at samráða seg fram til, hvat skal framleiðast og til hvønn prís. Tann einstaki marknaðurin er heilt einfalt tann samráðingarmekanisma sum natúrligar og tøkniligar bindingar skapa saman við tí regluverkið, sum tað almenna hevur sett upp.
Fyri Búskaparráðið er ein marknaðar tí ikki Guð og tíansheldur rættvísur ella órættvísur. Ein marknaður er eitt tól, sum virkar væl ella illa, hvørki meira ella minni. Og Búskaparráðið sær tað sum ein av sínum fremstu uppgávum at vegleiða politiskar myndugleikar og almenning um, hvussu tann parturin av tí einstaka marknaðinum, sum tað almenna hevur ávirkan á, nevniliga løgliga regluverkið, kann skipast, soleiðis at einstøku marknaðirnir virka so væl sum gjørligt.
Tann, sum vil síggja eitt dømi, har Búskaparráðið hevur gjørt eina (sera væleydnaða) roynd at røkja hesa uppgávu, kann lesa uppskotið hjá ráðnum um ein fiskidagamarknað, sum stendur í várfrágreiðingini fyri ár 2000.
Búskaparfrøðingar og búskaparfrøðingar
Hóast heitið búskaparfrøðingur verður brúkt sum felagsnevnari fyri bæði samfelags-búskaparfrøðingar og virkisbúskaparfrøðingar er sera lítið samband millum tað, sum hesir báðir takast við. Tey fyribrigdi, sum gera seg galdandi fyri heilar vinnur ella alt samfelagið undir einum á aðrari síðuni og fyri ta einstøku fyritøkuna á hinari, eru so ymisk, at læra um virkisbúskaparlig viðurskifti gevur stórt sæð einki innlit í samfelagsbúskaparlig viðurskifti og øvugt.
Samfelagsbúskaparfrøðin, sum Búskaparráðið arbeiðir við, er vísind, sum serliga tekst við marknaðarliga samskifti millum fyritøkur, húsarhald og tað almenna.
Høvuðsspurningar eru, hvørjar vørur og tænastur vera framleiddar, hvussu framleitt verður og hvør fær hvussu nógv av teim ymsu vørunum og tænastunum. Húsarhald, fyritøkur og tað almenna taka hesar avgerðir grundað á, hvussu nógv tað kostar at framleiða tær ymsu vørurnar, og hvussu nógv brúkararnir eru hugaðir at gjalda fyri tær. Hvussu ein marknaður virkar, t.e. hvussu prísurin fyri vøruna ella tænastuna, sum verður handlað á marknaðinum, verður ásettur, er tí eitt sentralt evni í samfelagsbúskaparfrøðini.
Virkisbúskaparfrøði fæst hinvegin við allar tær avgerðir sum tann einstaka fyritøkan má taka, um virkisbygnað, fígging av virkseminum, marknaðarføring av framleiðsluni osfr.
Tá "umboð fyri vinnuna" úttalað seg um samfelagsbúskaparlig viðurskifti í fjølmiðlum og aðrastaðni, tosa tey sjálvsagt út frá tí forstáilsi, sum teirra útbúgving í virkisbúskaparfrøði ella royndir í ymsum fyritøkum hava givið teimum.
Men hugtøk, sum eru av avgerandi týdningi fyri ta einstøku fyritøkuna, og av somu orsøk eru ógvuliga frammalaga í hugaheiminum hjá einum virkisbúskaparfrøðingi, eru ofta lítið áhugaverd ella beinleiðis meiningsleys sæð frá samfelagsbúskaparligum sjónarhorni. Tí er tað, sum hesi "umboð fyri vinnuna" siga í slíkum samanhangum, ofta lítið fremjandi fyri samfelagsbúskaparliga innlitið hjá almenninginum og ikki sjáldan beinleiðis til skaða.
Kappingarføri
Eitt gott dømi um hetta er hugtakið "kappingarføri". Meðan kappingarføri er altavgerandi fyri ta einstøku fyritøkuna, er hugtakið meira ella minni meiningsleyst samfelagsbúskaparliga sæð. Um ein fyritøka hevur trupulleikar við kappingarførinum skyldast tað oftast, at aðrar fyritøkur í sama landi hava gott kappingarføri. Til dømis er trupulleikin hjá føroyskum flakavirkjum ikki, at tey ikki eru kappingarfør í lønum við eysturlendsk flakavirkir, men at tey ikki eru kappingarfør í lønum við aðrar føroyskar fyritøkur.
Hvat lønin á flakavirkjunum krevst vera, veldst um, hvørt arbeiðsmegin heldur tað vera nóg lokkandi at arbeiða á einum flakavirki í mun til at arbeiða onkra aðrastaðni. Her er altso talan um kapping hjá flakavirkjunum móti øðrum føroyskum fyritøkum um arbeiðsmegina.
Klára flakavirkini ikki at gjalda ta løn, aðrar fyritøkur kunnu gjalda, kann vera, at flakavirkir fyri at yvirliva noyðast at fáa útlendska arbeiðsmegi at arbeiða fyri sáttmálaløn, tí heimliga arbeiðsmegin fæst ikki á flakavirki at arbeiða vegna betri umstøður í øðrum fyritøkum. Innflutningurin av útlendskari arbeiðsmegi til at skera flak er tí eitt tekin um, at meginparturin av føroysku arbeiðsmegini kann skapa størri virðisøking - og harvið fáa meira í løn - við at takast við annað enn at skera flak.
At gera trupulleikar við kappingarførinum hjá nøkrum flakavirkjum til ein samfelagsbúskaparligan trupulleika er tí ógrundað, og byggir á manglandi samfelagsbúskaparligt innlit.
Ikki ideologi - men búskaparfrøði
Onkur kann halda, at búskaparfrøðingar, ið ikki eru bangnir um "føroyska kappingarføri", síggja ikki "búskaparliga veruleikan" orsakað av ideologiskari trúgv upp á at sjálvvirkandi marknaðarkreftir nokk skulu laga alt til tað besta.
Men arbeiðið hjá Búskaparráðnum eru ikki grundað á ideologiska fanatismu. Arbeiðið er grundað einans á eina sannføring um, at búskaparfrøðiliga læran er amboðið, sum gevur besta innlitið í samfelagsbúskaparlig viðurskifti. Tilmælini frá Búskaparráðnum standast tí frá greiningum, har samfelagsbúskaparfrøðin er grundleggjandi amboðið.
Samfelagsbúskaparfrøðin er ikki ideologisk sjálv, hóast viðgangast skal, at summir samfelagsbúskaparfrøðingar kóka ideologiska súpan, hagar teir tveita stumpar av búskaparfrøði í saman við skrambli av øllum handa slag.
Hinvegin eru nógvir av vanligu tankunum hjá almenninginum um samfelagsbúskaparlig viðurskifti bygdir á ideologi, sum ikki heldur til eina nærri gjøgnumgongd. At "vit liva av fiskivinnuni" og aðrar slíkar grundhugsanir eru ideologiskar. Tær eru ikki bygdar á vísindaligar greiningar, men bara á at "tað vita øll" og "abbi segði altíð?".
Tá so virkisbúskaparfrøði verður brúkt til at gera greiningar um samfelagsbúskaparlig viðurskifti út frá slíkum ógrundaðum ideologiskum grundfatanum kann úrslitið ikki gerast annað enn meiningsleyst ella beinleiðis skeivt.
Búskaparráðið og búskapurin
Búskaparráðið er ikki ein samling av ovastaprestum í eini sekt ella av gandakallum, sum sita og hyggja í krystallkúlur fyri at spáa um framtíðina. Tilmælini koma ikki dettandi av himni, skrivað á steintalvur. Búskaparráðið roynir eftir førimuni at gera greiningar av samfelagsbúskaparligum viðurskiftum av týdningi fyri føroyska búskapin, bygdar á tað vísindaliga grundarlag, sum gjøgnum 300 ár er framleitt til endamálið.
Meiningin er, at hesar greiningar - og tey úrslit, tær koma til - skulu vera við til at skapa innlit hjá almenninginum fyri teim fyribrigdum, sum gera seg galdandi í føroyska búskapinum, soleiðis at almenningurin kann pressa politikkararnar til avgerðir, sum eru til gagns fyri búskaparligu vælferðina hjá øllum borgarum í landinum. Hvørja ferð útsagnir hjá Búskaparráðnum fáa onkran at kenna seg noyddan til at umhugsa sín mest grundfesta barnalærdóm um samfelagsbúskaparlig viðurskifti, hevur hetta eydnast.