Nú røddir hava verið frammi í bløðunum og viðgera Arbeiðsloysisskipanina og støðuna hjá skipanini í almennum samanhangi, halda feløgini sum umboða tímaløntar arbeiðstakarar og privatu arbeiðsgevarirnar, tað vera neyðugt at gera nakrar viðmerkingar til málið og greina støðu sína alment.
Forsøgan og stovnan av Arbeiðsloysisskipanini
Tað var í 1991, at landsstýrið setti eina nevnd at gera kanningar viðvíkjandi einari møguligari arbeiðsloysistrygging í Føroyum. Nevndin legði fram uppskot sítt í desember 1991, sum saman við eini frágreiðing og uppskot til løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
Nevndin var samd um at skjóta upp, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum fingu fulla ábyrgd av skipanini soleiðis at skilja, at teir ikki bert høvdu ábyrgd av umsiting av skipanini, men eisini av at útvega neyðuga peningin. Lagt varð afturat í frágreiðingini, at um so er, at pengar koma at vanta í, skuldi tað vera upp til partarnar á arbeiðsmarknaðinum sjálvar at krevja tann pening inn, sum restaði í. Víðari verður sagt í frágreiðingini, at skipanin verður ikki bert bíligari fyri samfelagið sum so, men eisini fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum, ið, um skipanin var almenn, eisini høvdu verið noyddir at goldið hana um skatt og toll.
Eitt annað sjónarmið, sum nevndin hevði, var, at tað skuldi verða upp til tann einstaka borgaran at taka avgerð um, hvørt hann lat seg tryggja ella ikki. Tað vísti seg kortini, at so stórur ivi var um, hvørt tað var møguligt at fáa eina frívilliga skipan, sum kom at fáa nóg mikið av inntøkum, orsakað av at bert arbeiðsleys og onnur við ótryggum arbeiði fóru at gerast limir. Tað var tí neyðugt, at skipanin gjørdist tvingað. Hetta førdi so aftur við sær, at neyðugt var at lóggeva um skipanina.
Tá landsstýrið legði fram uppskot fyri tingið um løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, varð m.a. sagt í viðmerkingunum, at ,,tá tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum hava gjørt uppskotið, so er í veruleikanum talan um eina semju, sum gjørd er". Víðari verður sagt í viðmerkingunum ,,skotið verður upp, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum koma at fáa fulla umsitingarliga og fíggjarliga ábyrgd av skipanini".
Víðari verður sagt í viðmerkingunum, at ,,landskassans leiklutur verður sostatt, umframt 20 mió. kr.-gjaldið, bert at gjalda sum arbeiðsgevari. Landið eigur bert at luttaka í tann mun, landið sjálvt er arbeiðsgevari".
Tær 20 mió. kr., sum landsstýrið rindaði inn til skipanina, vóru ætlaðar sum eitt íkast til stovnsfæið. Somuleiðis varð gjørt av, at Arbeiðsloysisskipanin ikki skuldi fara at gjalda út fyrrenn nóg mikið av peningi var savnaður við inngjøldum. Í tíðarskeiðinum fram til 1. august 1992, tá skipanin byrjaði at rinda út, vóru uml. 60 mió. savnaðar í stovnsfæi, harav 2/3 stavaðu frá inngjøldum frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.
Tá skipanin varð sett í verk við løgtingslóg nr. 17 frá 10. mars 1992, var tað eisini greitt, at ætlanin hjá nevndini og endamálið hjá landsstýrinum var góðkent av løgtinginum. Sambært lógini skuldi landskassin lata 20 mió. kr. sum stovnsfæ til Arbeiðsloysistryggingina sum eingangsgjald, meðan fíggingin av skipanini annars lá á pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, og leiðslan skuldi liggja hjá einum stýri við 7 limum, sum vórðu valdir av landsstýrinum, men soleiðis, at teir skulu umboða løntakarafeløgini og arbeiðsgevararnar. 1 limur skuldi umboða hitt almenna sum arbeiðsgevari. Avgerðir um tryggingarútgjald og mál um arbeiðsávísing skuldu ikki kærast til landsstýrið, men til eina kærunevnd, hvørs limir eisini vóru ásettir í lógini sum umboðandi løntakarar og arbeiðsgevarar, meðan triði limurin, formaðurin, skuldi vera løgfrøðingur.
Landsstýrið skuldi í kunngerð áseta nærri reglur um innkrevjing av gjaldinum og eftir tilmæli frá stýrinum fyri Arbeiðsloysistryggingina reglur um útgjald.
Kreppan í nítiárunum
Tá búskaparkreppan tók seg upp í 1992, var Arbeiðsloysisskipanin fleiri ferðir um at kollsigla fíggjarliga. Tað var skjótt, at tær 60 mió. kr. vóru brúktar, og tá Arbeiðsloysisskipanini tørvaði meiri pening, fekk hon loyvi at taka lán úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum. Í 1995 fekk Arbeiðsloysisskipanin harumframt játtaðar 50 mió. kr. frá løgtinginum í sambandi við, at mest loyvda útgjaldstíðarskeiðið varð longt orsakað av tí stóra arbeiðsloysinum. Á henda hátt slapp tað almenna undan einari ógvusligari øking av almannaútreiðslum til m.a. forsorgarhjálp.
Hóast munandi broytingar vórðu gjørdar í skipanina við løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997, vórðu ongar grundleggjandi broytingar gjørdar í skipanini, sum framhaldandi skuldi vera rikin av umboðum fyri arbeiðsmarknaðin.
Er ALS partur av almennu umsitingini?
Ætlanin er ikki at fara út í alment kjak um lógargrundarlagið undir Arbeiðsloysisskipanini ella løgfrøðiligar metingar um, hvørt skipanin er almenn ella ikki. Tað, sum er avgerandi fyri nevndina er, at Arbeiðsloysisskipanin, nú hon hevur virkað í 10 ár og hevur yvirlivað størstu búskaparkreppu í nútíðar føroyskari søgu og síðani tá konsoliderað seg fíggjarliga, framhaldandi fær frið at virka uttan politiska uppílegging og uttan at gerast partapolitiskt kjakevni. Tað kann bert skaða Arbeiðsloysisskipanina, um hon gerst ein partur av árliga fíggjarlógarorðaskiftinum flokkanna millum. Tað er ikki lætt at síggja, at tað skal vera møguligt at áseta inntøkur og útreiðslur hjá Arbeiðsloysisskipanini fyri eitt ár fram í tíðina. Tað veldst alt um, hvussu støðan er á arbeiðsmarknaðinum.
Ført verður fram, at av tí, at landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um, at fyrisitingarlógin og lógin um alment innlit eru galdandi fyri Arbeiðsloysisskipanin, fylgir av tí, at hon er ein almennur myndugleiki.
Hetta er ein misskiljing. Sambært § 1 í fyrisitingarlógini og lóg um alment innlit, ið báðar eru so gott sum einsljóðandi, kann fyrisitingarlóggávan umframt at vera galdandi fyri almennu fyrisitinginga, eisini vera galdandi fyri nærri ásett feløg, stovnar og felagsskapir (§ 1, stk. 3). Hetta er tó bert galdandi, um annaðhvørt útreiðslurnar av virkseminum hjá hesum stovnum í høvuðsheitum verða rindaðar av landi ella kommunu ella í tann mun tey við ella sambært lóg hava fingið heimild til at taka avgerð vegna land ella kommunu.
Tað ber sostatt væl til at halda, at nevnda lóggáva er galdandi fyri ALS, hóast ALS ikki er ein partur av almennu fyrisitingini. Tað er júst henda støða, ið er galdandi fyri ALS, sum í ávísan mun hevur heimild at regulera sítt virksemi við kunngerðum innanfyri lógarkarmin.
Víðari verður sagt, at tá tað stendur í § 9 í ALS-lógini, at ALS-gjaldið kann krevjast inn við panting, fylgir av einari lóg frá 1935 og einari kunngerð frá 1936 um vegleiðing fyri pantifútar, at ALS er almennur stovnur, av tí at panting bert kann fremjast fyri skatt og onnur avgjøld til tað almenna. Harav skal so fylgja, at ALS-gjaldið má vera ein skattur ella eitt avgjald til tað almenna.
Hetta er eisini ein misskiljing. Tað, sum veruliga stendur í vegleiðingini frá 1936 fyri pantifútar er, at pantifútar bert kunnu gera útpanting fyri skatt ella onnur almenn gjøld. Tað stendur einki um, at aðrir myndugleikar ikki kunnu panta fyri onnur gjøld, ella at pantirættur ikki kann vera fyri onnur gjøld enn skattir og gjøld til tað almenna.
Sum dømi kann nevnast, at í einari lóg frá 1963 um innkrevjing av uppihaldspeningi til børn og einari lóg frá 1996 um barnagjøld til einsamallar uppihaldarar er ásett, at tílík gjøld kunnu krevjast inn við panting. Eingin hevði funnið uppá at sagt, at hesi gjøld eru skattur ella annað gjald til tað almenna.
Síðani verður víst á, at stýrið sambært fleiri greinum í ALS-lógini hevur heimild til at gera kunngerðir um nærri ásett viðurskifti. Hetta verður so við stýriskipanarlógini sum grundarlag lagt út sum, at ALS-stýrið hevur fingið lóggávuvald, og at privatir stovnar koma sostatt ikki at hava lóggávuvald. Harav skal so fylgja, at ALS er ein almennur stovnur.
Hertil er bert at siga, at ALS-stýrið við lógini um Arbeiðsloysisskipanin hevur fingið heimild og skyldu til at standa fyri rakstrinum av Arbeiðsloysisskipanini, og í hesum sambandi at áseta nærri reglur fyri, hvussu skipanin skal virka. Harafturat hevur ALS-stýrið fingið heimild til innanfyri ávíst í lógini ásett mark at áseta ALS-gjøldini. Hetta er ikki talan um nakra lóggávu, men um nærri regulering av einum virksemi, sum er skipað í lóg, og sum í lógini hevur fingið ógvuliga gjølla ásett, hvat endamál skipanin hevur, hvussu hon skal virka, og hvat hon skal brúka sínar pengar til.
Samanumtikið
Í gjøgnum tíggju ár hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum við umboðum teirra í ALS-stýrinum tikið sær av einari samfelagsuppgávu, sum almennir myndugleikar í øllum øðrum londum hava hildið tað verið neyðugt at greiða sum almenna uppgávu. Hesi tíggju árini hava óivað verið tey torførastu í Føroya nýggjastu søgu, tá ræður um viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum við methøgum arbeiðsloysi og harav fylgjandi trupulleikum. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum meta, at tað eru teir og limir teirra, sum gjøgnum síni gjøld til skipanina eru veruligu eigarar av skipanini og eru samdir um, at teir ikki fara at góðkenna, at tað almenna nú fer at leggja hendur á peningin hjá skipanini ella taka ræði av skipanini.
Føroya Arbeiðsgevarafelag
Vilhelm M. Johannesen
Føroya Arbeiðarafelag
Ingeborg Vinther