- Eg havi nústani skilt, hvussu hetta pínir genturnar, og hvussu stóran skaða tað ger á undirlívið hjá kvinnunum, sigur 52 ára gamla Aïssata.
Í eina tíð hava hon og 54 aðrar kvinnur í heimbygd hennara vorðnar kunnaðar um avleiðingarnar av hesum siðinum. Út frá hesum hava tær í felag avgjørt at steðga við hesum bæði skjótt og brátt.
Saman við lokalum undirvísarum luttók eisini ein norskur trúboðari, sum arbeiðir sum sjúkrasystir við í hesi undirvísingini.
Miðað var eftir at fáa tær sjálvar at skilja, hvønn skaða eitt slíkt inntriv hevur á smágenturnar – nú og seinni í lívinum. Og tað eydnaðist eisini!
Á eini samkomu í heimbygdini, har bæði landsbýarhøvdingin, umboð fyri almennu myndugleikarnar, fjølmiðlarnar og onnur vóru við, boðaðu kvinnurnar frá broyttu lívsleið teirra.
Tað er helst so sum Aïssata sjálv sigur: - Hóast eg nú havi mist status mína í heimbygdini, havi eg fingið so nógv annað ístaðin.
- Nú kann eg nevniliga byrja sum handilskvinna, - keypa og at selja teppir, sigur hon.
Fastur siður
At Aïssata yvirhøvur byrjaði at arbeiða sum tradisjonellur umskerari, var bert ein partur av eini tradisjón, sum altíð hevur verið í familjuni.
Aïssata er nevniliga úr eini muslimskari og umskerara-ætt, har ein helt fast við henda siðin fram til november mánað í tí Harrans árinum 2006.
- Tað var mamma mín sum lærdi meg at gera hetta, á sama hátt sum mamma hennara hevði lært hana tað sama.
- Eg havi nú gjørt hetta í 30 ár. Men nú ætli eg mær ikki at halda fram. Eg eri givin við at umskera aðrar kvinnur, sigur Aïssata við tíðindamannin hjá Sosialinum.
Vit hava sett henni stevnu í heimbygd hennara, Faatoma ein heitan týsdag í november mánaði í ár.
Leyslátað lív
Nógvir siðir, og uppaftur størri mystikkur, er umgyrdur við umskering av eini 5-6 ára gamlari gentu.
Fyri mong í familjuni og umhvørvinum er hetta at meta sum ein inngongd, og haraftrat eitt neyðugt stig til eina trygga framtíð sum kvinna og mamma.
Hugsanin er nevniliga hon, at um ein ikki verður umskorin, hevur hetta fleiri avleiðingar fyri kvinnuna:
1) Hon er ikki góður muslimur, 2) Vandi er fyri at hon ikki verður gift, tí menn bert vilja hava umskornar kvinnur, og 3) Mett verður, at ein umskorin genta fer ikki út í ólevnað ella eitt leyslátað lív.
Men fyri tað neyðars smágentuna er henda løtan ein sonn plága - ein plága sum fer at plága hana restina av lívinum.
Vandi er nevniliga fyri, at hon doyr stutt eftir umskeringina ella beint eftir ein barnsburð, vegna tann ógvusliga blóðmissin.
Soð steðgar bløðing
Sjálv umskeringin verður gjørd við einum einnýtslu rakiblaði. Fyrr nýttu umskerararnir saksar, men síðani AIDS er komið fram, hava tær tikið sær onnur amboð fyri.
Tá umskeringin fer fram verður ymiskt gjørt burturúr frá einum staði til annan. Ein av siðunum her í Faatoma er, at ein í sambandi við hetta “hátíðarhaldið” skal drepa og kóka eina hønu, sambært teimum gomlu ritualunum.
Eftir at hønan er liðugt kókað, verður soðið tikið burtur úr grýtuni. Síðani skal henda neyðars umskorna smágentan drekka hetta soðið, samstundis sum nøkur ørindi úr Koranini verða lisin upp fyri henni.
Hetta skal gera sítt til, at bløðingin frá umskeringini steðgar!
Tað sum Aïssata kortini ikki hevur fingið kunnleika um fyrrenn nú er, at væl steðgar bløðingin, um ikki beinleiðis orsakað av soðnum. Men verri er tað, at umskeringin er til miklan ampa fyri kvinnurnar í samband við ein møguligan barnsburð seinni í lívinum.
Ja, mangar teirra eru enntá deyðar stutt eftir barnsburðin. Tær bløddu snøgt sagt burtur orsakað av umskeringini!
Ikki sleptar uppá fjall
Tá talan er um umskering av kvinnum eru ymiskir hættir at gera hetta arbeiðið: Summir umskerarar taka nógv av móðurskeiðini, meðan aðrar taka minni. Uppaftur aðrar skera kortini í meira lagi.
- Eg havi altíð gjørt tað á sama hátt, greiðir Aïssata frá. - Eg havi bert tikið eitt lítið sindur hvørja ferð, soleiðis sum mamma mín hevur lært meg.
Hvussu nógvar kvinnur hon hevur umskorið hesi seinastu 30 árini hevur hon ikki talið á. Okkurt árið hevur hon umskorið so mangar sum 250 smágentur.
Fyri hetta siðbundna arbeiðið fekk hon 1000 CFA (svarar til 10 føroyskar krónur hvørja ferð. Ein dagsløn hjá einum handverkara svarar til 25 før. kr.
Nú, hon er givin við hesum arbeiði sínum, missir hon í roynd og veru eina inntøku sum svarar til fleiri mánaðarlønir hjá einum handverkara í Mali.
Fyri 250.000 CFA í eykainntøku um árið kundi hon havt útvegað sær mangar lutir, sum eru neyðugir til tað dagliga húsarhaldið. Nú má hon finna sær nýggjar inntøkumøguleikar.
Men - er nakar møguleiki fyri øðrum inntøkum í einum av heimsins allar fátækastu londunum?!
Í førinum hjá Aïssata er ein møguleiki. Hvørki hon ella hinar 54 kvinnurnar verða sleptar uppá fjall!
(Lesið eisini greinina "Nýtt lán til eina nýggja framtíð")










