ikki verða grundað á ordrar, sum koma uttanífrá, sigur Herálvur Jacobsen, sum í dag verður afturvaldur til sítt fjórða skeið sum formaður í Lærarafelagnum. - Lærarar mugu trúgva upp á sítt fak, sína útbúgving [...] undir eftirliti av myndugleikum. - Frameftir má lærarin í størri mun standa fyri menningini. Skúlin má byggja á fakligu førleikarnar hjá lærarunum, og vit mugu halda okkum til endamálsorðingina í fólkas [...] Formaðurin í Lærarafelagnum heldur, at lærarar skulu trúgva upp á sítt fak og standa betur ímóti trýsti uttanífrá. - Lærarar mugu yvirtaka skúlan aftur. Teir mugu vísa, at hetta er okkara øki og okkara
vita, hvat rørir seg í skúlanum. Plástur á sárið Í løgmansrøðuni á ólavsøku verður sagt, at føroyski fólkaskúlin skal ovast á breddan komandi ár. Ljós skal varpast á skúlan og viðurskifti innan skúlagátt [...] millum lærarar, sum kundi verið javnari. Ein stór ábyrgd liggur á lærarum fyri at gera skúlan betri, heldur Emmy S. Joensen. - Myndugleikar, skúlin og foreldur seta stór krøv til læraran, men lærarin skal eisini [...] FÓLKASKÚLIN Føroyski fólkaskúlin hevur verið í andaleypi síðani nýggja fólkaskúlalógin varð samtykt á løgtingi í 1997. Nú fýra ár eru liðin síðani nýggja lógin kom, fáa skúlarnir framvegis ikki nóg stóra
og hátíðarlig løta, tá nýggi skúlin á Giljanesi var tikin í nýtslu leygardain 1. mars. Fyri 53 árum síðani fluttu lærarar og næmingar í Miðvági og Sandavági inn í skúlan á Giljanesi. Leygardagin nýttu [...] nýttu lærarir høvið at hittast og tosa um gamlar dagar til hátíðarhaldið. Á myndini síggjast fýra av teimum fimm, sum eru á lívi í dag. Frá vinstru Jóannes Dalsgaard, Heini F. Petersen, Sigurd Petersen og P [...] Petersen Páll Thomsen Napoleon Petersen Jóannes Dalgaard og Ebba Jacobsen Í dag starvast 30 lærarar á skúlanum á Giljanesi
útmeldingum, áðrenn skúlin og lærararnir eru vorðin kunnað um, at broytingar fara at verða framdar. Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, við Skúlablaðið: Talið á skúlum er minkað nógv [...] ella niðurleggingar í fjølmiðlunum. Summa staðni kemur politiska leiðslan við útmeldingum, áðrenn skúlin og lærararnir eru vorðin kunnað um, at broytingar fara at verða framdar. Tað er sera óheppið, tí [...] kommunu, alt eftir hvønn tú spyrt, og tað er ógvuliga óumhugsið mangan at koma við tílíkum yvir høvdið á starvsfólkunum. Fólk fara at hugsa, um tey skulu søkja sær starv aðrastaðni, sigur Herálvur Jacobsen
framdu herverkið á ungdómsskúlanum í Sunndal í Møre og Romsdals fylki, hjálptu kortini til við at rudda upp aftur dagin eftir. So hevur ein eisini upplivað tað. Lærarar hava framt herverk á einum skúla! [...] Margháttliga hendingin fór fram á ungdómsskúlanum í Sunndal leygarkvøldið. Hetta kvøldið høvdu lærarnir á skúlanum jólaborðhald. Tríggir av lærarunum høvdu ríkiligt innanborða, og í einari skilaleysari [...] norska kringvarpið. Herverkið var framt aftan á jólaborðhaldið var liðugt, og teir flestu av hinum lærarunum vóru farnir heim, tá herverkið hendi. Tá løgreglan kom á staðið høvdu teir tríggir lærarnir kortini
landinum. Fyrsta KT-skeið var á Tvøroyri í døgunum 15. til 16. august. 30 lærarar vóru á skeiði, har Heini Nygaard og Sólva Jónsdóttir undirvístu, veit snar.fo at siga frá. - Skúlin er nýliga útgjørdur við [...] lfarið millum sín á FirstClass, sigur Heini Nygaard og vísir til nýggju KT-útgerðina, sum Tvøroyra skúli hevur fingið seinasta árið. - Umframt samvirknar talvur er nýggj teldustova á skúlanum við ambæ [...] sigur Heini við Nám.. Eftir skeiðið søgdu lærarar á Tvøroyrar skúla at hetta var sera áhugavert og væl sett saman millum teori og praksis. - Skeiðið gav blóð á tonna at fara í gongd við nýggjari tøkni í un
vera eitt nú, at næmingurin loypur á læraran ella tveitir lutir eftir læraranum ella hinum næmingunum, ella ógvuslig róp og geyl. - Skal næmingurin ikki gera skaða á seg sjálvan ella onnur, hevur lærarin [...] . Um støðan er líka ring í Føroyum, vita vit ikki, men kortini setir Føroya Lærarafelag sjóneykuna á henda trupulleikan, tí tað er neyðugt, sigur Jacob Eli S. Olsen. - Eins og í Danmark eru flestu tilburðirnir [...] og tann stuðulin, sum summi børn hava fingið í barnagarði, flytur ikki við í skúlan. – Tí møtir skúlin næmingunum sum næmingum flest, sum megna at ganga í skúla. Summir næmingar eru tó illa fyri og reagera
eisini ógvuliga langur. Jóhanna á Tjaldrafløtti vísir á, at um skúlin hevði verið eitt sindur størri, hevði verið møguleiki fyri fleiri valfakum. Nú bara konufólk eru á skúlanum, so verða fakini eisini [...] saman við teimum er leiðarinn, Jóhanna á Tjaldrafløtti. Genturnar sita og lurta, meðan Jóhanna greiðir frá, hvussu dagsins døgurði skal gerast. Í dag er okkurt við fiski á skránni. Nakrar skulu baka, meðan [...] 21 gentur á skúlanum, og tá er fult. Tað koma dreingir viðhvørt, men ógvuliga fáir. Eg haldi, at tað hava verið fimm dreingir tilsamans, sigur Jóhanna. ? Ógvuliga stórur áhugi er fyri at koma á Húsarhaldsskúla
Tey verða eini 20 fólk á skeiði hjá Alzheimerfelagnum á Hotel Vágum. Fólk eru komin úr Danmark at undirvísa teimum, sum í Føroyum ansa og fara um minnisveik fólk. Kravið til luttøku á skeiðinum er júst, at [...] lagdur á í Alzheimerfelagnm, sigur Sigrun Mohr Hermansen, er, at fáa gjørt lógarverk á økinum. Slíkt lógarverk finst í Danmark, men hjá okkum er tað heldur ógreitt, heldur hon. Sum partur av skeiðnum á Hotel [...] hevur skúlin Omsorgsorganisationernes Samråd í Svendborg undirvíst fólki, sum ansa minnisveikum, greiðir Sigrun Mohr Hermansen, formaður í Alzheimerfelagnum, frá. Tríggir føroyingar hava verið á skúlanum
Diege fra danska krabbameinsfelagnum fer at halda. - Skeiðini verða fyriskipað, tí skúlin hevur eina týðandi uppgávu á hesum øki, og eisini við tí fyri eyga, at hjálpa skúlunum at seta í verk eina skipan [...] hava sorg, tí tey hava mist foreldur, systkin ella hava verið úti fyri onkrari sermerktari hending. Skúlin er so stórur partur av gerandisdegnum hjá barninum, at tey mugu hava tað gott í skúlanum, sigur Jancy [...] sum hevur heitið Børn, sorg og skúli er sera stórur. Heili 590 fólk við tilknýti til fólkaskúlan fara á tey sjey skeiðini, sum byrja fríggjadagin og halda fram í eina viku. - Lærarar kenna til trupulleikan