Formaðurin í Føroya Lærarafelag finst at kommunum, sum ikki kunna lærarar um, at skúlar verða lagdir saman, áðrenn tað kemur fram í fjølmiðlum.
– Summa staðni kemur politiska leiðslan við útmeldingum, áðrenn skúlin og lærararnir eru vorðin kunnað um, at broytingar fara at verða framdar.
Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, við Skúlablaðið:
Talið á skúlum er minkað nógv síðstu árini; hetta hevur í flestu førum við sær, at samansetingin av starvsfólkum verður broytt, í ringasta føri, at størv verða niðurløgd. Men sama um talan er um at leggja skúlar saman, ella at leggja skúlar niður, er umráðandi, at mannagongdin er røtt, og at starvsfólkini verða hoyrd. Uttan at fara inn í einstøk mál, so ásannar formaður Føroya Lærarafelags, at summar kommunur ikki kunna starvsfólkini nóg væl.
– Tað er ikki í lagi, at lærarar, sum hava tænt skúlanum styttri ella longri tíð, skulu hoyra um skúlasamanleggingar ella niðurleggingar í fjølmiðlunum. Summa staðni kemur politiska leiðslan við útmeldingum, áðrenn skúlin og lærararnir eru vorðin kunnað um, at broytingar fara at verða framdar. Tað er sera óheppið, tí tað skapar órógv og ótrygd. Tað sigur seg sjálvt, at lærarar gerast óttafullir um starvið, tá ið teir hoyra í fjølmiðlunum, at skúli teirra fer at verða lagdur saman við annan ella at verða lagdur niður. Tá ið farið verður undir so grundleggjandi broytingar sum at leggja niður ella saman skúlar, so eigur mannagongdin sjálvandi at vera tann, at starvsfólkini, sum eru í skúlunum, fyrst verða hoyrd og kunnað - áðrenn farið verður í fjølmiðlarnar. Tá ið avgerðin er tikin um at leggja skúlar niður ella saman, eigur ein ætlan at verða gjørd, har starvsfólkini verða drigin við. Politisku útmeldingarnar kunnu verða ymiskar innan somu kommunu, alt eftir hvønn tú spyrt, og tað er ógvuliga óumhugsið mangan at koma við tílíkum yvir høvdið á starvsfólkunum. Fólk fara at hugsa, um tey skulu søkja sær starv aðrastaðni, sigur Herálvur Jacobsen.
Føroya Lærarafelag fær fyrispurningar frá lærarum og skúlaleiðslum, tá ið skúlar verða lagdir niður og saman, men tað er lítið felagið fær gjørt.
– Tað eru kommunurnar, sum gera av, hvussu skúlabygnaðurin skal síggja út. Tað verður ein av høvuðsavbjóðingunum hjá Lærarafelagnum framyvir at ávirka tilgongdina so, at møguligar loysnir eru virðiligar fyri lærarar og skúlaleiðslur.










