Lærarar mugu trúgva upp á sítt fak

- Lærarar mugu yvirtaka skúlan aftur, sigur formaðurin í Lærarafelagnum

Formaðurin í Lærarafelagnum heldur, at lærarar skulu trúgva upp á sítt fak og standa betur ímóti trýsti uttanífrá.


- Lærarar mugu yvirtaka skúlan aftur. Teir mugu vísa, at hetta er okkara øki og okkara fak. Sjálvandi skulu gransking og kanningar gerast, men tað, sum ikki hevur jørðildi í skúlanum, er til lítla nyttu, og alt kann ikki verða grundað á ordrar, sum koma uttanífrá, sigur Herálvur Jacobsen, sum í dag verður afturvaldur til sítt fjórða skeið sum formaður í Lærarafelagnum.

- Lærarar mugu trúgva upp á sítt fak, sína útbúgving og sínar royndir. Lærarin veit best, hvussu arbeiðið í skúlanum skal útinnast. Politikarar kunnu skapa karmar, men tað hjálpir ógvuliga lítið, um politikarar og myndugleikar fara at stýra skúlanum, sigur hann.

Hann er ikki ovurfegin um kanningar og royndir, sum eru afturvendandi í fólkaskúlanum.

- Eftirlit og kapping eru ikki vanlig pedagogisk hugsan. Lærarin hevur til uppgávu at uppala næmingar til sjálvstøðugar og myndugar persónar, men samstundis kennir lærarin seg undir eftirliti av myndugleikum.

- Frameftir má lærarin í størri mun standa fyri menningini. Skúlin má byggja á fakligu førleikarnar hjá lærarunum, og vit mugu halda okkum til endamálsorðingina í fólkaskúlalógini um at skapa sjálvstøðug og myndug menniskju. Halda vit okkum ikki til tað, so haldi eg, at politikararnir skulu broyta endamálsorðingina.

- Lærarar mugu ikki verða bangnir fyri at taka stýringina og ganga á odda at skapa skúlan. Vit mugu eisini verða betur til at standa ímóti trýsti uttanífrá, og hetta er eisini nakað, sum Lærarafelagið má gera betur. Vit hava ikki verið nóg avgjørd í fleiri førum, men tað skulu vit blíva betur til. Vit skulu halda fastari um okkara egnu professionalismu. Vit eru fakfólk, og lærarin veit best, hvat riggar í fólkaskúlanum, og hvussu uppgávan skal loysast., sigur Herálvur Jacobsen.