FÓLKASKÚLIN
Føroyski fólkaskúlin hevur verið í andaleypi síðani nýggja fólkaskúlalógin varð samtykt á løgtingi í 1997. Nú fýra ár eru liðin síðani nýggja lógin kom, fáa skúlarnir framvegis ikki nóg stóra játtan soleiðis at krøvini, ásetingarnar og ætlanirnar lógin leggur upp til, kunnu verða fylgt. Hetta skapar sum vera man stóra órógv innan skúlagátt.
- Nógvir trupulleikar eru í skúlanum í dag, men tann størsti er, at vit ikki fáa nýggju lógina at virka. Hon leggur upp til nógvar kollveltandi broytingar. Lærarar í dag skulu í nógv størri mun vera ígongdsetarar og vegleiðarar enn fyrr. Ársætlanir skulu gerast fyri hvønn flokk og næming sær, elstu flokkarnir skulu gera tvungnar tvørfakligar verkætlanaruppgávur, og nú skulu menningarætlanir eisini gerast. Hetta krevur nógv av lærarum og alt fer í gongd uttan at nøkur eftirmeting er ella nakað samskifti er millum skúlafólk, skúlar og Mentamálastýrið um royndir av hesum ymiska, sigur Emmy S. Joensen, skúlastjóri í Miðvágs-Sandavágsskúla og næstforkvinna í Føroya Lærarafelag.
Foreldur í dag fylgja væl við, hvat hendir í skúlanum.
- Tað er ógvuliga positivt. Hinvegin seta nógv foreldur spurnartekin við tað sum lærarin ger, og summi foreldur taka sum givið, at lærarar átaka sær nakrar uppgávur, mangan uppalingarligar uppgávur, sum foreldrini í grundini eiga. Sum lærari renni eg meg ofta í, at næmingar gloyma bøkurnar eftir, ikki lata uppgávur inn, møta illa upp, fara í feriu í úrtíð og so framvegis, uttan at foreldur, sum eru nógv meiri krevjandi í dag, taka hetta í álvara. Tá er tað trupult at vera eldhugaður lærari. Børn eru nógv fríari í atferð í dag yvir fyri foreldrum og skúla. Í sjálvum sær er tað eingin trupulleiki um tey læra at hógreiggja sær í einum felagsskapi. Sum oftast læra tey tað, men vit mugu ásanna, at tann uppalingarligi parturin tekur meiri og meiri pláss, orku og tíð í skúlanum. Í onkrum føri hava vit verið noydd at heita á serkunnleika fyri at fáa ein flokk at virka, sigur Emmy S. Joensen.
Stór ónøgd
Tað er so sum so við trivnaðinum hjá lærarum í føroyska fólkaskúlanum í dag. Nógvar orsøkir er til tað. Trupulleikarnir í fólkaskúlanum gerast meiri sjónligir, og onkustaðni er rætt og slætt ruðuleiki, tí samsvar er ikki millum virksemi skúlans og játtanina. Onnur viðurskifti gera eisini sítt til, at lærarar ikki støðast væl í lærarayrkinum, eitt nú at teir í størri og størri mun eru noyddir at átaka sær uppalingarligu uppgávuna yvir fyri næmingum.
- Fleiri og fleiri lærarar tosa um at royna okkurt annað. Nógv arbeiða sum lærarar í tvey-trý ár, royna so okkurt annað og koma síðani aftur, tí eitt nú pensjónsviðurskiftini eru rættiliga góð hjá lærarum. Eftir mínum tykki er tað sera umráðandi at taka hesar ábendingarnar í álvara og kanna eftir, hvat tað er, sum ger lærarayrkið so møtimikið. Gongdin má vendast, sigur Emmy S. Joensen.
Skal gongdin vendast, er umráðandi í fyrstu atløgu, at hugt verður eftir læraraútbúgvingini og hvat fyri fortreytir ein lærari skal hava fyri at virka í føroyska fólkaskúlanum í dag, sigur Emmy S. Joensen.
- Tað er positivt, at læraraútbúgvingin nú verður endurskoðað. Hon gevur sum er ikki tær fortreytir, sum nýggja fólkaskúlalógin krevur av lærarum í dag. Í fleiri førum eru vit noydd at senda nýklæktar lærarar á skeið ella eftirútbúgving fyri at kunna átaka lærugreinir, nýggja lógin ásetur. Læraraskúlin eigur eisini at styrkja starvsvenjingina, soleiðs at lærarar betur vita, hvat rørir seg í skúlanum.
Plástur á sárið
Í løgmansrøðuni á ólavsøku verður sagt, at føroyski fólkaskúlin skal ovast á breddan komandi ár. Ljós skal varpast á skúlan og viðurskifti innan skúlagátt, og arbeiðast skal fram ímóti, at virksemi og játtan sampakka. Góð orð, men næstforkvinnan í Føroya Lærarafelag tekur tey við stórum fyrivarni.
- Veit ikki um hatta er valagn ella plástur uppá sárið eftir stóru orrustina sum hevur verið um skúlan í hesum árinum, men eg havi ilt við at trúgva so føgrum orðum. Tað skapar í øllum førum ikki álit at taka grundarlagið undan eftirútbúgvingini av fólkaskúlalærarum í vár og so í summar boða frá, at skúlin skal raðfestast hægri. Hinvegin vóni, at okkurt hendir.
Emmy S. Joensen mælir landsstýrismanninum til at lurta eftir skúlafólki soleiðis at skeiva gongdin, sum hevur valdað í fólkaskúlanum seinastu árini, verður vend.
- Eg vil mæla landsstýrismanninum til at byrja við at lækka næmingatalið í flokkunum, soleiðis at lærarar hava betri tíð og umstøður at vera um børnini. Foreldur og næmingar ynskja jú eldhugaðar lærarar. Eftirútbúgvingin má styrkjast og raðfestast, og læraraútbúgvingin skal gerast betri. Hugt eigur eisini at vera at kynsbýtinum millum lærarar, sum kundi verið javnari.
Ein stór ábyrgd liggur á lærarum fyri at gera skúlan betri, heldur Emmy S. Joensen.
- Myndugleikar, skúlin og foreldur seta stór krøv til læraran, men lærarin skal eisini duga at seta krøv, loysa frá posabandinum og ikki góðtaka alt. Lærarar skulu í nógv størri mun enn nú seta orð á trupulleikarnar. Tað, sum ikki er í lagi, skal rættast, áðrenn farið verður víðari og har mugu og eiga lærarar at ganga undan.
Tørvar nýggjan íblástur
Lærarar leita út um skúlans gátt sum ongantíð fyrr, teir flestu eftir øðrum avbjóðingum, men tó ikki so fáir eftir nýggjum íblástri fyri betur at kunna røkja lærarastarvið, sum teimum dámar. Tað eru 14 ár síðani Emmy S. Joensen varð útbúgvin lærari og í níggju ár hevur hon verið skúlastjóri.
- Eg havi alla tíðina stúrt fyri at steðga upp sum lærari og stjóri. Sum leiðari skalt tú seta í gongd og fáa tínar starvsfelagar at trívast. Ætlanin hevur ongantíð verið, at eg skuldi vera stjóri so leingi. Eg havi trivist væl, men nú tørvar mær nýggjan íblástur. Tí umhugsi eg at fara í farloyvi og útbúgva meg meiri innan skúlaskap, sigur Emmy S. Joensen at enda í viðtali.










