Tey verða eini 20 fólk á skeiði hjá Alzheimerfelagnum á Hotel Vágum. Fólk eru komin úr Danmark at undirvísa teimum, sum í Føroyum ansa og fara um minnisveik fólk. Kravið til luttøku á skeiðinum er júst, at fólk skulu arbeiða við minnisveikum.
Í tíggju ár hevur skúlin Omsorgsorganisationernes Samråd í Svendborg undirvíst fólki, sum ansa minnisveikum, greiðir Sigrun Mohr Hermansen, formaður í Alzheimerfelagnum, frá. Tríggir føroyingar hava verið á skúlanum í Svendborg. Nú hava tey so valt at fáa undirvísarar hendanveg, soleiðis at enn fleiri føroyingar kunnu fáa hendan kunnleikan.
Talan er um undirvísing í timum umførum, greiðir skrivarin í Alzheimerfelagnum, Erna Háberg, frá. Tað fyrsta verður nú í vikuni. Síðan verður aftur eitt í november og eitt endaligt í februar næsta ár. Millum tey bæði seinnu »modulini«, sum tey nevna tað, í november og februar, skulu luttakararnir gera eina sjálvvalda skrivliga verkætlan, greiða tær frá.
Saman við okkum situr eisini nevndarlimurin í Alzheimerfelagnum, Sofus Joensen, yvirlækni.
Hann veit at siga, at talið á sjúklingum við Alzheimer í Føroyum man liggja umleið tey 900 - 1.000. Neyv hagtøl finnast ikki, sigur hann, men eftir sum roknað verður við í ørðum londum, har sagt verður, at eini sjey prosent av fólkinum yvir 25 ár hevur einhvønn ferðil av Alzheimer, er komið fram til tað talið. Roknað verður eisini við, sigur Sofus Joensen, at tað verða staðfestir 157 nýggir tilburðir árliga í Føroyum.
Eitt, sum stórur dentur veðru lagdur á í Alzheimerfelagnm, sigur Sigrun Mohr Hermansen, er, at fáa gjørt lógarverk á økinum.
Slíkt lógarverk finst í Danmark, men hjá okkum er tað heldur ógreitt, heldur hon.
Sum partur av skeiðnum á Hotel Vágum hesa vikuna, verður hetta evnið eisini tikið upp. Har fara danskir serfrøðingar saman við millum øðrum føroyskum embætisfólki at viðgera evnið.
Alzheimerfelagið í Føroyum er tvey ár júst í hesum døgum. Felagið hevur umleið 180 limir. Tey flestur eru avvarðandi at minnisveikum fólki og fakfólk, sum arbeiða við minnisveikum, sigur Sigrun Mohr Hermansen.










