Lærarar framdu herverk

Lærararnir, sum framdu herverkið á ungdómsskúlanum í Sunndal í Møre og Romsdals fylki, hjálptu kortini til við at rudda upp aftur dagin eftir.

So hevur ein eisini upplivað tað. Lærarar hava framt herverk á einum skúla!

Margháttliga hendingin fór fram á ungdómsskúlanum í Sunndal leygarkvøldið. Hetta kvøldið høvdu lærarnir á skúlanum jólaborðhald. Tríggir av lærarunum høvdu ríkiligt innanborða, og í einari skilaleysari stund tveittu lærarnir innbúgv gjøgnum fýra vindeygu, sum fóru í spønir.

- At tað eru lærarar, sum hava framt hesa ógerðina ger tað verri, enn um onkur annar hevði framt ógerðina. Talan er um fólk, sum í sínum arbeiðið skulu verða fyrimyndir fyri ungdómin, sigur leiðarin fyri fólkaskúlan í Sunndal kommunu við norska kringvarpið.

Herverkið var framt aftan á jólaborðhaldið var liðugt, og teir flestu av hinum lærarunum vóru farnir heim, tá herverkið hendi. Tá løgreglan kom á staðið høvdu teir tríggir lærarnir kortini eina umbering klára. - Vit komu beinavegin á staðið, og fingu steðgað herverkinum, men lærarnir søgdu, at talan var ikki um nakran trupulleika, tí tann gamli skúlin skal rívast niður, og ein nýggjur skal byggjast ístaðin, sigur løgreglumaðurin Hallvard Vermøy við NRK.

Í dag hava teir tríggir lærararnir kortini stigið fram og sagt, at teir angrað tað teir hava gjørt.

- Vit eru sera harmir um tað sum hendi. Vit vilja koma fram, so eingin annar verður mistonktur fyri at hava gjørt hetta. Farna vikuskiftið vóru vit nakrar vánaligar fyrimyndir.

Sunnudagin var ruddað upp aftan á herverkið. Og teir tríggir lærararnir, sum høvdu bæði timburmenn og moralskar timburmenn hjálptu til við at rudda upp.