Tað var ein søgulig og hátíðarlig løta, tá nýggi skúlin á Giljanesi var tikin í nýtslu leygardain 1. mars.
Fyri 53 árum síðani fluttu lærarar og næmingar í Miðvági og Sandavági inn í skúlan á Giljanesi. Leygardagin nýttu lærarir høvið at hittast og tosa um gamlar dagar til hátíðarhaldið.
Á myndini síggjast fýra av teimum fimm, sum eru á lívi í dag. Frá vinstru Jóannes Dalsgaard, Heini F. Petersen, Sigurd Petersen og P.J. Sigvardsen. Hin fimti er Páll Thomsen, ið ikki var hjástaddur.
Í alt vóru 10 lærarir á Giljanesi í 1961
Hesir vóru:
Sigurd Petersen, Stjóri
Johan Hendrik Samuelsen, varastjóri
Petur Jacob Sigvardsen
Jens Vang
Heini F. Petersen
Elias Karl Petersen
Páll Thomsen
Napoleon Petersen
Jóannes Dalgaard
og Ebba Jacobsen
Í dag starvast 30 lærarar á skúlanum á Giljanesi