bæði fyri okkum her í oynni, og teimum, sum búgva í Norðoyggjum. Øll duga kanska ikki at síggja týdningin av hesum beinavegin, men so við og við fáa fólk tað at síggja. ? Sjálvur vil eg geva teimum trimum [...] hesum, er samstarvið millum tey trý sjúkrahúsini í Føroyum komið í eitt meir positivt ljós. Herðaklapp fyri gott samarbeiði ? Sum politikarar hava vit ofta havt at sjúkrahúsunum, men siga ikki nakað positivt [...] formaður í Javnaðarflokkinum. ? Í hesum førinum haldi eg veruliga, at øll sjúkrahúsini hava rós uppiborið fyri sera gott arbeiði. Við telemedisini, eru tær geografisku fjarstøðurnar í landinum munandi minkaðar
samvinnan við danir undan búskaparkreppuni var fyrimyndarlig og at hon hevur verið til stóran bata fyri føroyska samfelagið. NÚ føroyska tjóðin ? eftir ætlan ? skal taka stór stig á sjálvstýrisleið, er [...] partarnir kunnu samskifta sínámillum. Poul Nyrup Rasmussen hevur fleiri ferðir sagt, at hann er sinnaður fyri at tingast við føroyingar um ein nýggjan og ein meira nútímans sáttmála millum londini bæði, so nú [...] ikki skerst burtur, at samstarvið millum føroyska og danska javnaðarflokkin hevur verið fruktargott fyri føroyska samfelagið. Tað verið seg longu síðst í tjúgunum og í tríatiárunum, tá stjórnin hjá Stauning
sum ein halgibý fyri jødar, muslimar og kristin og er óttafullur fyri hvat fer at henda, um Ísrael byggir á lendi eystan fyri Jerusalem. Tað er ikki neyðugt hjá Sosialinum at óttast fyri at muslimar ikki [...] sum eru slopnir inn aftur í landið av ísraelskari náði. Arabisku brøður teirra vístu teimum onga náði og góvu teimum einki land at búgva í, hóast teir hava ivaleyst av lendi. Tá tað viðhvørt verður sagt [...] stjórn Ísraels í dag roynir at bøta um tann skaða, sum Rabin og aðrir hava gjørt við at geva land »fyri frið«, sum tað eitur. Men hvar er friðurin? Neyvan munnu so nógvar yvirgangsatgerðir hava verið framdar
leygardagin 18. juli kl. 14 og finalurnar sunnudagin 19. juli kl. 15.00. Kappast verður í fjórgongd fyri ung undir 16 ár og vaksin kappast í fjórgongd, fimmgongd og tølt. Seinasta freist at tekna seg er [...] ítróttarnevndarlimunum. Í hesi seinastu og avgerandi kappingini í ár verða føroyameistararnir funnir í teimum ymisku kappingargreinunum, so spennandi verður at síggja, hvussu úrslitið verður eftir lokna kapping [...] kappingum felagsins í ár fær eisini ferðasteyp í varðveitslu. Hetta er 10. árið á rað, at skipað verður fyri gongulagskappingum í Føroyum.
eitt prógv fyri ríkisborgaraskapi. Eitt danskt pass er soleiðis prógv fyri donskum ríkisborgaraskapi, eitt íslendskt pass er prógv fyri íslendskum ríkisborgaraskapi osfr. At passið er prógv fyri ríkisborgaraskapi [...] staðfesta, at so er. Fyri fólk, sum eru farin at ferðast, kann hetta vera argingarsamt og keðiligt. Men fyri tey, sum í starvi sínum dagliga hava brúk fyri passinum, kann hetta vera ótolandi. Fyri føroyskar sjómenn [...] yvir fyri teimum, sum av einhvørjari orsøk vilja hava føroyskt pass. Hetta er bart út sagt tvass. Diskriminering snýr seg ikki um at fólk sjálvboðin velja at seta seg í eina verri støðu enn teimum nýtist
Klokkan 19 vóru ymsir gestir bodnir til móttøku, har Jens Pauli í Dali, formaður fyri frítíðarfelagið Kaggan, ella Palleba, sum tey flestu kenna hann í Kaggunum, beyð vælkomin til kalt borð. Eftir einum [...] tónleikaútgerð er fingin til vega, so at tónleikabólkanir ikki nýtast at draga alla teirra útgerð við teimum og veggirnir eru prýddir við ymsum kendum myndum, har millum annað tær skemtiligu Smirnoff lýsin [...] vitja meira javnan aftur. So Kaggin verður ikki meira almennur enn sum nú er, hóast pláss er gjørt fyri fleiri fólkum. Spurdur um Kaggin roynir at vinna inná Mimir og Havnar Klubba, svaraði Palleba, at
hvalin sigur Tróndur, sum heldur fyri, at mong av teimum, sum tekna hval, hava bert sæð hann deyðan ella beinagrindina av honum. Tað hevur ómetaliga nógv at siga fyri Trónd, nú hann skal til at gera tekningar [...] sveivini, tí tað er ikki lukkuligt at koma fyri, tá hvalurin brestir við sveivini. Tá er oftani tryggast at liggja í sjónum. Var hetta ein stór uppliving fyri Trónd, so hevur hann tó ikki bert ?góð? minni [...] -Timmurin vil sleppa at lýsa gamlar mentanir, sum framvegis eru livandi, men sum vandi er fyri kunnu fara fyri skeyti. Hvør veit, hvussu leingi hesin aldargamli siðurin at drepa hval frá árabáti, verður
Hetta var ikki eydnast teimum tá løgreglan kom í Sandágerð og tá royndi onkur teirra at sleppa sær til rýmingar. Hesum kom hann ikki langt við, tí hundarnir vóru beittir eftir teimum og tá góvu teir seg yvir [...] var, kom aftur í aftur. Men hjá unglingunum er verri statt. Teir verða ákærdir fyri taskutjóvarí, bilstuldur og eisini fyri at hava roynt at stjolið enn ein bil. Harafturat er blóðroynd tikin av einum teirra [...] nógv er, at her eisini er so avbera friðarligt. Ógvusligu álopini, sum vit kenna tey aðrastaðni, koma fyri í Føroyum, men tað er tíbetur so vælsignað sjáldan. Føroyingar, sum hava búð uttanlands, eru eisini
undirritaði hava altíð tosað sera væl saman, so fyri tað skuldi eg ikki havt fyri neyðini at svarað honum aftur í bløðunum. Men eftirsum Ólavur Hátún sjálvur legði fyri við at fara í bløðini um innanhýsis ósemju [...] til óbótaligan skaða fyri føroyskt tónleikarlív. Tessvegna kann tað neyvan undra nakran, at nevndin fyri Summartónar kom til ta niðurstøðu í fjør, at best mundi vera at skipa fyri Atlantsljómi og Summartónum [...] bløðunum, samstarvaðist hann fyri tveimum árum síðani við Kristian Blak um at skipa Atlantsljóm sum ein part av Summartónum. Í mong ár hevur Ólavur Hátún ætlað sær at skipað fyri hesi kórstevnu í Útnorði,
galdandi fyri øll tey oljusamtøk, sum taka seg upp í leitingarumfarinum og hvørs stórur áhugi er fyri og hvørs nógv ríkidømi man finnast í undirgrundini, ið dult verður fyri føroyingum av teimum. Tað er [...] kunnu sjálvandi læra av royndum hjá teimum oman fyri nevndu, sum kunnu veita hjálp og ráðgeving til at byggja upp eina framtíðar oljuvinnu í Føroyum, sum vit hava fyri neyðini. Tað skulu ikki vera kommunal- [...] er tí, at føroyingar ikki duga at lesa seismikk kanningarúrslit, sum geva teimum fyrimunir, sum ein vísir til, tá ið øll oman fyri nevndu vilja sleppa upp í eitt føroyskt oljuævintýr undir Føroyum, so vit