Sannleikin er tann, at stjórn Ísraels í dag roynir at bøta um tann skaða, sum Rabin og aðrir hava gjørt við at geva land »fyri frið«, sum tað eitur. Men hvar er friðurin? Neyvan munnu so nógvar yvirgangsatgerðir hava verið framdar í Ísrael av palestinskum yvirgangsmonnum, sum síðani Oslo-avtalan varð undirskrivað.
Jerusalem og Ísrael er jødisk ogn. Henda 4000 ára ognarrætt kann eingin taka frá teimum. Palestinarar hava ongantíð átt teirra egna stat og eru í roynd og veru ikki egið fólk, men ein partur av arabiska fólkahavinum. Hví gav Jordan ikki palestinum teirra egna stat, meðan Jordan ráddi fyri Palestina frá 1948-1967? Nei, teir ynsktu ikki sínum egnu brøðrum inn í eygað. Og hvat gjørdi Jordan við palestinska flóttafólkið og PLO, sum hildu til í Jordan á sinni? Jú, teir fóru í vápnaðan bardaga móti teimum og róku teir til Libanon. Ein palestinari, sum býr í Danmark og sum var flóttamaður í sambandi við 1948-kríggið millum jødar og arabar, segði í sjónvarpinum, at hann ongantíð var góðkendur sum javnlíki millum arabar í Libanon.
Hussein kongur, sum nú krevur líkt og ólíkt av Ísrael, hevur víst at hann einki legði í palestinar, men »ekspederaði« palestina-problemið til Libanon, har hesir skaptu ruðuleika og borgarakríggj og áhaldandi álop á Ísrael, inntil PLO eisini mátti rýma frá arabisku brøðrum sínum í Libanon til Tunis.
Eingin av arabisku »brøðrunum« vildu hava palestinar og PLO, men teir vóru nóg góðir at brúka sum politisk kastibløka á altjóða politiska leikpallinum til at kroysta Ísrael, tí vildu teir ikki loysa palestinska flóttafólkaspurningin, hóast teir væl og virðiliga kundu gjørt tað.
Arabisku tjóðirnar leggja framvegis einki í palestinska fólkið. Teir vilja einans framvegis brúka teir sum politiska kastibløku, fyri sjálvir aftur at taka ræðið yvir jødiskum landi og reka jødarnar í havið, sum ætlan teirra alla tíðina hevur verið. Tað ger tað sama, hvussu nógv landøki palestinar fáa. Tað er Jerusalem, teir vilja hava, ikki bara eystara partin, men ALT Jerusalem og ALT Ísrael ? og reka allar jødar út í Miðalhavið.
Sosialurin nevnir um Jerusalem sum ein halgibý fyri jødar, muslimar og kristin og er óttafullur fyri hvat fer at henda, um Ísrael byggir á lendi eystan fyri Jerusalem. Tað er ikki neyðugt hjá Sosialinum at óttast fyri at muslimar ikki framvegis sleppa til halgistøðini, tað hava teir sloppið síðani Ísrael tók eystur-Jerusalem í 1967. Vardir av ísraelska herinum hava teir enntá fingið loyvi at hava síni egnu vaktarlið við moskéir sínar á tempulplássinum.
Men hvat hendi meðan Jordan hevði ræði á Jerusalem og halgistøðunum 1948-1967? Tá slapp eingin jødi fram at Grátimúrinum, sum er størsta halgistað jødanna. So stór var toleransan hjá arabarum mótvegis Ísrael og jødiskum halgistøðum.
Ísrael hevur víst so stóra toleransu, sum eingin annar í somu støðu vísir nakrastaðni í heiminum. Ísrael varð í 1947 býtt sundur millum jødar og arabarar, men arabarar vildu ikki góðtaka býtið, tí bleiv kríggj tá. Herlið frá 6 arabisku tjóðum løgdu á Ísrael. Um jødar taptu kríggið hevði eingin jødi verið eftir har, teir høvdu allir verið dripnir. Men jødar vunnu og teir arabar, sum búðu har frammanundan, fingu loyvi at vera í landinum.
Men tað eru ikki hesir, sum volda stríðið og ófriðin í dag. Men tað eru Arafat og hansara »útlendsku« palestinar, sum eru slopnir inn aftur í landið av ísraelskari náði. Arabisku brøður teirra vístu teimum onga náði og góvu teimum einki land at búgva í, hóast teir hava ivaleyst av lendi.
Tá tað viðhvørt verður sagt, at Ísrael rak teir palestinar út, sum seinni gjørdust tey umstríddu arabisku flóttafólkini, so passar hetta ikki. Teir rýmdu av tí at arabisku londini, ið taptu kríggið, heittu á tey um at rýma.
Ísraelsfelagið
v/ Maigun Solmunde, for.