Føroyskt Íslands- rossafelag

  

Vikuskiftið 18. og 19. juli verður triðja og seinasta gongulagskappingin hjá Føroyskum Íslandsrossafelag í ár, á vølli felagsins við Kráarheyg í Havnardali.

Innleiðandi kappingarnar verða leygardagin 18. juli kl. 14 og finalurnar sunnudagin 19. juli kl. 15.00.

Kappast verður í fjórgongd fyri ung undir 16 ár og vaksin kappast í fjórgongd, fimmgongd og tølt. Seinasta freist at tekna seg er hósdagin 16. juli á tlf. 319706 ella 316896 ella hjá einum av ítróttarnevndarlimunum.

Í hesi seinastu og avgerandi kappingini í ár verða føroyameistararnir funnir í teimum ymisku kappingargreinunum, so spennandi verður at síggja, hvussu úrslitið verður eftir lokna kapping sunnudagin.

Føroyameistararnir fáa ferðasteyp í varðveitslu til næsta kappingarár og nr. eitt, tvey og trý í hvørjari kappingargrein fáa steyp til ognar.

Ríðarin við flest stigum samanlagt í øllum kappingum felagsins í ár fær eisini ferðasteyp í varðveitslu.

Hetta er 10. árið á rað, at skipað verður fyri gongulagskappingum í Føroyum.