Føroyar hava eitt sera gott navn úti í heimi, serstakliga tí at her er so vakurt.
Men eitt annað sum telur nógv er, at her eisini er so avbera friðarligt.
Ógvusligu álopini, sum vit kenna tey aðrastaðni, koma fyri í Føroyum, men tað er tíbetur so vælsignað sjáldan.
Føroyingar, sum hava búð uttanlands, eru eisini fegin um at koma heim aftur á klettarnar, tí her valdar friður og tryggleiki. Og her kanst tú leggja okkurt frá tær uttan at tað verður stjolið - í hvussu er beinanvegin.
Her heima hava vit m. a. verið spard fyri taskutjóvarí. Men leygarnáttina var eitt slíkt á skránni.
Klokkan 03.35 leygarnáttina fekk løgreglan í Havn boð um, at tveir unglingar á knallert høvdu tikið taskuna frá eini útlendskari kvinnu, sum gekk á gongugøtuni í Havn.
Løgreglan kom á staðið, men tá vóru ótangarnir vekk.
Í taskuni hjá kvinnuni var bæði pass og peningur, so kvinnan var illa stødd, um ikki taskan kom aftur í aftur.
Men leygarmorgunin hevði løgreglan eydnuna við sær.
Spældu sær
í bili í Sandágerði
Umleið klokkan hálvgun fimm leygarmorgunin, fekk løgreglan boð um, at tríggir unglingar lógu og spældu sær í bili á vegnum oman í Sandágerð.
Teir vóru ósketnir og koyrdu útav og stíddust við at fáa bilin uppaftur.
Hetta var ikki eydnast teimum tá løgreglan kom í Sandágerð og tá royndi onkur teirra at sleppa sær til rýmingar.
Hesum kom hann ikki langt við, tí hundarnir vóru beittir eftir teimum og tá góvu teir seg yvir til løgregluna.
Dreingirnir, sum allir vóru sekstan ára gamlir, høvdu stjolið bilin teir koyrdu í, men tað var ikki alt.
Tí tá løgreglan fór at kanna menninar, vísti tað seg, at teir høvdu lutir uppi á sær sum útlendska kvinnan átti.
Tað vísti seg at vera so heppið at løgreglan hevði fingið fatur á monnunum, sum høvdu framt ógerðina ímóti útlendsku kvinnuni.
Høvdu tveitt
nógv burtur
Aftaná at teir høvdu tikið taskuna frá kvinnuni høvdu teir tikið tað úr taksuni, sum teir hildu seg hava brúk fyri.
Restina høvdu teir tveitt frá sær fram við J. C. Svabosgøtu.
Løgreglan fót tí við hundum at leita fram við vegnum og so heppið var tað at alt, sum í taskuni var, kom aftur í aftur.
Men hjá unglingunum er verri statt.
Teir verða ákærdir fyri taskutjóvarí, bilstuldur og eisini fyri at hava roynt at stjolið enn ein bil.
Harafturat er blóðroynd tikin av einum teirra og hevði hann ov nóg í blóðinum leygarmorgunin, so verður hann eisini ákærdur fyri rúsdrekkakoyring.
Av tí at eingin teirra var eldri enn 16, so hava teir heldur ikki koyrikort, og tí er tað eisini eitt lógarbrot, at koyra bil uttan koyrikort.
Koyrdi ov skjótt
í tunnlinum
Fríggjakvøldið beint fyri klokkan sjey sá løgreglan ein bil, sum koyrdi ov skjótt í Kaldbakstunnlinum.
Tað eydnaðist løgregluni at fáa samband við bilin og at máta hvussu skjótt hann koyrdi.
Mátingarnar hjá løgregluni vístu, at bilurin koyrdi 120,44 km/t og tað er í meira lagið.
Suni Vinther, støðleiðari í Havn sigur, at løgreglan hevur innstillað føraran til at missa koyrikortið.
Um so verður, so sleppur bilførarin ikki at koyra bil í eitt hálvt ár - lógliga í øllum førum.