Gott høvi at bøta viðurskiftini!

TAÐ verður gott høvi hjá forsætisráðharra og umboðum fyri føroyska heimastýrið at bøta um viðurskiftini landanna millum, tá Poul Nyrup Rasmussen kemur at vitja oyggjar okkara í september mánað. Viðurskiftini eru batnað munandi. Bæði tá tað snýr seg um stjórn og landsstýrið, og tá hugsað verður um føroyska og danska javnaðarflokkin.

KORTINI má ásannast, at komið er ikki á beint enn, og tí er at vóna, at partarnir eru so mikið at sær komnir, at í heyst verða viðurskiftini normal aftur. Líka mikið, hvat vit annars halda um tjóðskaparspurningin, so skerst ikki burtur, at samvinnan við danir undan búskaparkreppuni var fyrimyndarlig og at hon hevur verið til stóran bata fyri føroyska samfelagið.


NÚ føroyska tjóðin ? eftir ætlan ? skal taka stór stig á sjálvstýrisleið, er týdningarmikið, at báðir partarnir kunnu samskifta sínámillum. Poul Nyrup Rasmussen hevur fleiri ferðir sagt, at hann er sinnaður fyri at tingast við føroyingar um ein nýggjan og ein meira nútímans sáttmála millum londini bæði, so nú er at smíða meðan jarnið er heitt.


HELDUR ikki skerst burtur, at samstarvið millum føroyska og danska javnaðarflokkin hevur verið fruktargott fyri føroyska samfelagið. Tað verið seg longu síðst í tjúgunum og í tríatiárunum, tá stjórnin hjá Stauning gamla játtaði løgtinginum lán,veðhald og stuðul til vinnuligar nýskipanir.


TANN sama sosialistiska og solidariska bróðurhondin var aftur frammi seinast í fimtiárunum, tá vit fingu nýskipanina við fólka-, avlamis- og einkjupensión, eins og danir veðhildu og stuðlaðu teimum stóru vinnuligu og samfelagsligu framtøkunum, sum vórðu tikin fyrst í sekstiárunum.


JAVNAÐARFLOKKURIN stóð á odda í landsins stýri, og tey árini hendi størsta sosiala, heilsuliga, vinnuliga, samferðsluliga og mentanarliga útbyggingin, sum vit nakrantíð hava sæði í føroyskari søgu. Takkað verið m.a. danska javnaðarflokkinum og donsku javnaðarstjórnini. Tí ? ikki minst av søguligum orsøkum ? er týdningarmikið, at hesir bróðurflokkarnir aftur kunnu samstarva og lata gamalt agg fara aftur við borðinum!


Sosialurin