Pass og tvass

Viðmerking til Høgna Hoydal, landsstýrismann:

Í Dimmalætting nr. 125 frá 8. juli og í Sosialinum nr. 127 frá 9. juli er grein prentað, undirskrivað av Høgna Hoydal landsstýrismanni, undir heitinum »Eitt pass sum passar«. Greinin er ein viðmerking til kjakið, sum verið hevur um, hvørt tað eigur at bera til hjá føroyingum at fáa ES-pass í staðin fyri eitt sokallað føroyskt pass.


Hvat er eitt pass?

Í kjakinum higartil hevur verið tosað um passið, sum var tað eitt tjóðskaparprógv ? t.e. eitt prógv fyri um tú ert t.d. føroyingur, dani ella íslendingur. Hetta er ein misskiljing. Eitt pass er eitt prógv fyri ríkisborgaraskapi. Eitt danskt pass er soleiðis prógv fyri donskum ríkisborgaraskapi, eitt íslendskt pass er prógv fyri íslendskum ríkisborgaraskapi osfr. At passið er prógv fyri ríkisborgaraskapi merkir, at tann, sum passið eigur, við tí kann prógva fyri fremmandum myndugleikum, hvørjum landi viðkomandi er ríkisborgari í. At til dømis ein franskmaður ella týskari væl kann vera danskur ríkisborgari vísir munin ímillum ríkisborgaraskap og tjóðskap.


Hvat er ríkis-

borgaraskapur?

Ríkisborgaraskapur er nakað, sum suverenir statir kunnu veita fólki. Tað, at vera ríkisborgari í einum landi merir, at tú hevur nøkur rættindi í landinum. Hesi rættindi fevna eitt nú um rættin til at vera í landinum. Eingin kann sambært altjóða viðtøkum útvísast úr tí landi, sum viðkomandi er ríkisborgari í. Eitt annað dømi er, at rætturin til ávís størv í summum londum er treytaður av ríkisborgaraskapi í landinum. Hetta er eitt nú galdandi fyri ávís høg embæti í danska ríkinum. Vert er at leggja til merkis, at ein og hvør er bundin av galdandi lóggávu í tí landi viðkomandi er í, ríkisborgari ella ei.


Rættindi og skyldur

Ríkisborgaraskapur áleggur ikki borgarum nakrar skyldur, sum so. Ein danskur ríkisborgari, búsitandi í Danmark, hevur herskyldu, men flytur hann úr Danmark, so verður hann leysur av sínum ríkisborgaraskyldum, so leingi útlegdin varar. Á sama hátt hevur ein danskur ríkisborgari skyldu til at lata seg velja í býráð (borgarligt umboð), men hesa skyldu hevur hann bert so leingi hann er búsitandi í Danmark. Tær skyldur, sum fylgja við ríkisborgaraskapi, røkka soleiðis ikki út um tað landið, sum veitt hevur ríkisborgaraskapin. Men rættindini, tú sum ríkisborgari hevur, tey missir tú ongantíð. Og ríkisborgaraskapurin kann ikki takast frá tær ímóti tínum vilja.


Føroyska passið

Eitt pass er, sum nevnt, prógv fyri ríkisborgaraskapi. Passið skal nýtast í viðurskiftum, har ein myndugleiki krevur at vita, hvørjum landi tú ert ríkisborgari í. Hetta er fyrst og fremst í sambandi við, at farið verður um landamørk. Orsøkin til, at myndugleikarnir í einum landi vilja vita, hvar fólk, sum koma um mark, eru ríkisborgarar, hevur m.a. við at gera, at ávís lond ikki røkja sínar altjóða skyldur, og at ríkisborgarar úr hesum londum tí kunnu vera óynsktir í vertslandinum. Eitt pass hevur sostatt týdning fyri rørslufrælsið hins einstaka.

Føroyingar munnu neyvan vera óynsktir nakrastaðni í verðini. Tískil ber til at sláa fast, at teir trupulleikar, sum eitt nú føroyskir sjómenn møta í útlendskum havnum, einki hava við tað at gera, at teir eru føroyingar. Trupulleikin er, at tað føroyska passið (sum jú borgar fyri donskum ríkisborgaraskapi) er eitt so sjáldsamt skjal, at fremmandir marknamyndugleikar kenna tað rætt og slætt ikki.


Passið er eitt amboð

Sjálvsagt er føroyska passið galdandi, men tað kann ofta taka langa tíð hjá fremmandum marknamyndugleikum at staðfesta, at so er. Fyri fólk, sum eru farin at ferðast, kann hetta vera argingarsamt og keðiligt. Men fyri tey, sum í starvi sínum dagliga hava brúk fyri passinum, kann hetta vera ótolandi. Fyri føroyskar sjómenn, sum ikki sleppa aftur á skipið, tí myndugleikarnir hava tikið passið frá teimum, kann talan vera um eina vanlukku. Spurningurin er so, um tjóðskaparligur stoltleiki, sum einki hevur at gera í hesum máli, skal vera avgerandi fyri, hvørt ferðandi føroyingar skulu hava møguleikan at ogna sær eitt brúkiligt pass ella ikki.


Øvugur javnrættur

Sambært Høgna Hoydal, landsstýrismanni, so sær út til at landsstýrið hevur í hyggju at avtaka eina skipan, sum higartil hevur lætt um hjá ferðandi føroyingum: Passið skal vera føroyskt og ikki danskt, uttan mun til at tað í seinasta enda er prógv fyri tí sama, nevniliga donskum ríkisborgaraskapi. Eg haldi tað vera sera, sera løgnan atburð hjá stjórnini í einum liberalum demokrati soleiðis at vilja skerja møguleikarnar hjá borgarum tess.

Høgni Hoydal skrivar í grein síni: »Velur tú eitt føroyskt pass, har tað stendur at tú ert føroyingur, fært tú ikki somu rættindi og somu viðgerð uttanlands sum tey, ið velja eitt reytt ES-pass... Vit hava nú eina støðu, har tveir borgarar í sama landi liva undir somu lóggávu, við teimum rættindum og skyldum sum tað gevur? Men teir fáa ikki somu viðgerð, ikki somu rættindi og ikki somu trygd uttanlands, tí annar hevur eitt føroyskt pass, hin hevur valt ES-pass. Hetta brýtur øll prinsipp um javnbjóðis rættindi. Vit eiga sjálvsagt at stríðast fyri, at allir føroyingar fáa somu rættindi«.

Høgni Hoydal sigur við øðrum orðum, at tá summir føroyingar velja at fáa sær eitt ES-pass, sum er lættari og tryggari at hava við at gera enn føroyska passið, so er hetta diskriminerandi yvir fyri teimum, sum av einhvørjari orsøk vilja hava føroyskt pass. Hetta er bart út sagt tvass. Diskriminering snýr seg ikki um at fólk sjálvboðin velja at seta seg í eina verri støðu enn teimum nýtist. Allir føroyingar hava sama møguleika til at fáa sær eitt danskt ES-pass, so her er talan um frítt val, og ikki diskriminering. Tað, sum Høgni veruliga sigur er, at vegna tess at summir føroyingar fáa ilt í tjóðveldismannin av at ganga við einum donskum ES-passi í lummanum, so skulu allir aðrir føroyingar tvingast til at frásiga sær fyrimunirnar við at hava eitt ES-pass. Hetta er altso tann myndin sum Høgni Hoydal hevur av javnrætti. Lat meg siga, at hon er øðrvísi enn mín.


Samstarv er neyðugt

Eg taki fult undir við, at Føroyar eiga at gerast eitt politiskt og búskaparliga sjálvstýrandi samfelag. Eg dugi ikki at síggja aðrar møguleikar fyri veruligum framburði í Føroyum, uttan nógv økt sjálvstýri. Men eg dugi samstundis ikki at skilja, hvussu føroyingar skulu kunna uppliva nakran framburð, um vit lata tápustoltleikan ráða okkum í týðandi málum. Vit eiga at gera okkum greitt, at ein so fáment tjóð sum Føroyar, noyðist at fáa í lag samstarvsavtalur við aðrar tjóðir, m.a. um gjaldoyra og uttanríkistænastu. Eg ivist onga løtu í at hetta ber til, um bert vilji og hegni er til tess. Tíverri haldi eg viðgerðina av passmálinum vera eitt dømi um sjáldsama vánaligt politiskt handalag. Tað skal tí vera vón mín, at allar góðar kreftir verða nýttar í framhaldandi sjálvstýrisarbeiðinum. Vert er at minnast, at tað krevjast fleiri hendur til at byggja upp, enn tað krevjast at ríva niður


Hoyvík 09.07.98

Jóanes N. Dalsgaard

stjórnmálafrøðingur,

bac.scient.pol.