ipan -Tá vit hyggja eftir kortinum yvir Atlantsmótið, so síggja vit, at fleiri fund eru gjørd beint hinumegin markið. Vildi tað ikki verið løgið, um einki varð funnið hesumegin? -Júst so. Vit hava enn [...] brunnur á skránni. Kunnu vit ikki siga, at vit bara hava tvey skot eftir í byrsuni? -Nei tað kunnu vit ikki. Tíðin má vísa, hvussu nógv skot fara at vera. Tað er ov tíðliga at siga nú, so vónandi fer okkurt [...] so. Vit spurdu Petur Joensen um økini, sum ætlanin er at marknaðarføra í London, eru nøkur av teimum mest áhugaverdu á landgrunninum? Til tað sigur hann, at tey mest áhugaverdu møguliga longu eru farin
hópinum nú er væl betri. - Vit eru sjálvandi væl fyri eftir dystin mikukvøldið. Hinvegin eru vit framvegis greiðir yvir, hvør støðan er, og so arbeiða vit út frá tí, sigur venjarin. Og úr Vágum eru boðini [...] venjara hjá KÍ. - Vit vita akkurát, hvar vit flóta. Mikukvøldið vístu vit eisini, at vit hava funnið útav, hvat skal til, og hjá okkum er einki annað at gera, enn at vinna dystin. So mugu vit síggja, hvussu [...] júst tey somu. - Allir dystir eru sjálvandi eins á tann hátt, at teir eru truplir, men teir kunnu vinnast. Men tað er eingin ivi um, at vit skulu vinna hesaferð. Gera vit ikki tað, so er tað farvæl til
fram við í komandi tíðum. Nú hon verður avdúkað sunnudagin er Jóhan Heri ikki í iva um, at hetta er eitt valaverk sum listamaðurin hevur latið úr hondum: - Hans Pauli er komin ótrúliga væl frá hesi standmyndini [...] - Vit ynsktu at standmyndin skuldi standa so nær fólkinum sum gjørligt. Tí tað var millum fólkið at Victor sjálvur altíð ynskti at vera, sigur Jóhan Heri Joensen. Var tað nakað sum sermerkti henda megnarmannin [...] rundan um skipast soleiðis, at hesi hóskaðu til slíkt. Í dag kann ein staðfesta, at fleiri slík fríøki eru í býnum. Teir tríggir í nevndini vóru fyrst á ferð kring landið fyri at hyggja eftir ymiskum standmyndum
ringt hevur verið at fingið fatur á hesi plátini, tí hon verður ikki útgivin longur. - Tá vit eru uttanlands plaga vit altíð at keypa onkra plátu, antin á loppumarknaði ella onkrum handli, sigur Beinir. Tá [...] sangir í savninum, og at tilsamans hevur tað kostað honum eina hálva millión krónur tilsamans. Ímeðan vit sita og práta, og fáa okkum ein kaffimunn, spælir Beinir onkra plátu. Serliga fegin er hann um plátuna [...] allar plátur her í Havn, gjørdi eg heldur tað, sigur Beinir. Beinir sigur eisini, at allar pláturnar eru í fínasta standi, og tá hann hevur havt tær frammi støvar hann tær av. Tá pláturnar gingu út, og nýggja
eitt sindur meira, enn eg hevði roknað við. Men tað vísir eisini, at vit eru til reiðar at taka av, tá møguleikin er har. - Nú taka vit eina viku við hvíld, og so ræður aftur um at arbeiða fram móti nýggjum [...] Landskrona seinni í ár, og eg vænti eisini, at tað eru fleiri onnur, sum fara at røkka úttøkukrøvunum í ár. - Tað er tríggir av okkara lyftarum fáa gull, og at vit hartil hava bæði silvur og bronsu, var eitt [...] Føroyum. Ein ítrótt, sum hevur verið í dvala í nøkur ár, men sum seinastu fýra árini veruliga er komin fyri seg aftur. Tríggir danskir meistarar Í tvídystinum, sum er samlaða úrtøkan fyri lyftini í trek
tilfeingi. Dømini eru mong. Í Latínameriku, í nú falna Sovjetsamveldinum, Afrika. Oljuframleiðaralondini eru eitt undantakið. Nýggja leiðslan í Kina ein onnur. Og grannarnir vestanfyri, Ísland, eru við einum øgiligum [...] tilvild. Kanska er hetta við tíðini bara vorðið eitt syndrom, sum vit eru sáttað við, ein fella, sum verður tung at royta seg úr aftur. Føroyar eru onki eindømi í so máta. Heimurin er so undarliga samanskrúvaður [...] eins og vit, vóru komnir sær í fyri bara fáum árum síðani. Spurningurin er so, um eitt framlop er møguligt úr hesi óhepnu støðu? Tað eru ivaleyst nógv boð uppá hendan spurningin, men eygleiða vit gongdina
hevur eina søgu at siga. Hvussu vit komu fram til viðareiðismannin, Tummas Thomasen, sum er við í blaðnum í dag, hevur sína søgu. Nú eru vit so heppin, at nógv skilafólk eru, sum hava áhuga í tí, sum skrivað [...] nakað nakrastaðni. Men nú fáa vit at síggja. So leingi, vit sigla og fiska, er vón, og tað hevur altíð verið skiftandi við fiskiveiði undir Føroyum. Fiskurin kemur aftur, men vit vita ikki nær. Hann væntar [...] Fiskaklett, var hann eitt nú onkran avloysaratúr við Navaranum og Borgaranum, sum klaksvíkingar áttu. Hetta eru fyrrverandi leirvíkstrolararnir, Stjørnan og Polarhav, sum nú eru heimahoyrandi í Hvalba undir
Tú sært, hvussu væl tveir sigrar munaðu hjá VB. Komandi umfarið spæla vit móti Skála, og klára vit at vinna tann dystin, eru vit møguliga farnir upp um strikuna, so tað kann ganga skjótt, um byrðurin [...] Eftir dystin fingu vit orð á Hanus Eliasen, og hann duldi ikki fyri, at fótbóltstilveran í Fuglafirði nú sær nakað væl ljósari út. Vit høvdu sjálvandi knívin á barkanum undan dystinum, men eg haldi, at [...] mest av øllum, so spældu vit sum eitt lið hesaferð. Vit runnu allir fyri hvørjum øðrum, og tað er kanska tað, sum hevur manglað hinar dysitrnar. Og við trimum stigum hava tit nú eisini fingið samband við
so tykjast spælararnir nú viðganga, at hetta er eitt evni. - Tað hevur sæð gott út hjá okkum. Í steðginum hava vit tosað um, at vit nú hava fýra finalur. Altso dystir, har vit veruliga kunnu leggja sjógv [...] sjógv til hini, um vit vinna, ella har vit kunnu tveita fyrimunin fyri borð, um vit kiksa. Dysturin í dag var tann fyrsti av hesum, og hesa uppgávuna loystu vit so. Og eru tit so farnir at tosa um FM-møguleikan [...] m. Fólkið kring liðið hevur ikki tosað um annað hendan seinasta mánaðin, so vit kunnu illa ignorera tann møguleikan, sum vit hava.
neyðug fyri at kunna arbeiða í oljuvinnuni, eitt nú ISO 9000 góðkenning. Rætta løtan Uppá fyrrispurning um hann ikki er komin ov tíðliga til Føroya, nú einki lønandi oljufund enn er gjørt sigur John Colegrave [...] hann fingið innlit í føroyska fyrisiting og vinnu og fingið eina hóming av, hvussu langt føroyingar eru komnir at fyrireika seg til eina komandi oljuvinnu. Fyritøka hansara, sum arbeiðir í nógvum londum [...] júst staðið fyri byggingini av heimsins størsta framleiðslu og goymsluskipið FPSO, Girassol í Afrika. Nú venda teir so eisini eyguni móti Atlantsmótinum og her serstakliga Føroyum sum eitt heilt nýtt øki