Trúðu upp á tað

Eyðbritt Krosslá fegnaðist um sigurin, sum hon sjálv helt var úrslit av, at VB alla tíðina trúi upp á møguleikan

Steypavinnari

- Trúgva tit okkum nú? Okur hava alla tíðina sagt, at VB verður fremst í ár, og nú mugu tit geva okkum rætt.
Eyðbritt Krosslá var sjálvandi ovurfegin, tá steypasigurin hjá VB var veruleiki. Sum ein av avgjørdu veteranunum í føroyskum kvinnuhondbótli hevur hon roynt tað mesta. Eisini at vera steypavinnari, men enn hevur hon ikki verið føroyameistari, men ætlar hon sær at fáa við, áðrenn hondbóltskarrieran verður skúgvað til viks.
Í øllum førum vildi hon ikki tosa um at gevast, tá vit eftir dystin spurdu hana, um dystuirin leygardagin eins og hjá Alis Høghamar skuldi verða hennara seinasta steypafinala.
- Tað veit eg ikki. Um vit verða meistarar, so gevist eg, men annars noyðist eg nokk at taka eitt tørn afturat, helt hon fyri.

Hildu fast
Um sjálvan dystin helt Eyðbritt annars avgjørd, at tað uttan stórvegis hóvasták var byrjanin, sum vissaði teimum sigurin.
Eina viku undan hesum hevði VB vunnið trygt á VÍF, og veteranurin á liðnum helt eisini, at hetta mundi hava gjørt sína ávirkan.
- Tað at tað gekk soleiðis í Vági gjørdi í øllum førum, at vit trúðu upp á sigurin. Og vit fingu eisini eina framúr byrjan. Tað var bara, sum um alt riggaði, so sjálvt um tað gjørdist hart móti endanum, so hildu vit alla tíðina fast.