Umborð
Upprunin til greinarnar, sum vit gjøgnum árini hava havt í VikuskiftisSosialinum undir heitinum ”Umborð”, hevur oftast verið rættiliga tilvildarligur. Talan hevur ikki verið um frammanundan útvaldar persónar, sum vit hava skift orð við, men meira við sjófólk, sum vit hava møtt á leiðini – og mangan av tilvild.
Fleiri av teimum, sum vit hava havt við í hesum tátti, hava vit á ymiskan hátt møtt við bryggjukantin.
Í fyrstu syfti er ofta bara ein mynd tikin, men sum tíðin er gingin, hava vit sett okkum í samband við persónin og hava fingið prát í lag, sum síðan er borið okkara lesarum í VikuskiftisSosialinum.
Persónarnir eru tí í stóran mun rættiliga tilvildarligir, og hetta meta vit hevur verið við til at gera henda táttin áhugaverdan.
Eingin kann heldur siga, at vit soleiðis bara hava prátað við kendar skiparar og enn minni bara við reiðarar.
Hesin táttur byggir á, at hvør einstakur persónur hevur eina søgu at siga.
Hvussu vit komu fram til viðareiðismannin, Tummas Thomasen, sum er við í blaðnum í dag, hevur sína søgu.
Nú eru vit so heppin, at nógv skilafólk eru, sum hava áhuga í tí, sum skrivað verður í føroysku blaðverðini, eisini um sjóvinnuna.
Soleiðis hava vit eisini samband við ein dekkara, sum siglir við Tjaldrinum, nólsoyingin Aksel á Botni, ið sjálvur tekur nógvar myndir.
Herfyri høvdu vit myndir í blaðnum, sum hann hevur tikið umborð á trolbátinum Fiskakletti undir einum tilvildarligum eftirliti, sum Fiskiveiðieftirlitið hevði umborð.
Ein av persónunum, sum av tilvild er við á eini av hesum myndum, er fiskimaðurin, Tummas Thomasen.
Vit kendu ikki mannin, men tað var ein lesari, sum segði okkum, hvør maðurin er.
Mikukvøldið í síðstu viku, meðan stórdystur var í sjónvarpinum millum Porto og Manchester Unitet, ringdu vit til hansara, meðan teir vóru á fiskileið norðanfyri.
Vit hugsaðu, at var maðurin staddur umborð, hevði hann kanska ikki møguleikan at síggja dystin kortini, og tí kundu vit loyva okkum at ringja og órógva, um hann annars ikki var so upptikin.
Kassi letur upp
- Eg eri á brúnni og eri ikki so upptikin beint nú, um alt fer at ganga, sum tað skal. Vit kunnu bara tosa. Um okkurt verður, og eg noyðist at leypa frá, sigi eg frá.
Eg lati hann vita, at tað er í lagi, og at vit taka tað, sum tað kemur.
- Eg kann ringja teg uppaftur seinni, um tú noyðist úr telefonini eina løtu, lati eg hann eisini vita.
Tað hoyrist hampiligt, men ikki av tí besta. Viðhvørt hoyri eg hann betri, síðan er hann longur burtur aftur. Hann hoyrir meg verri, enn eg hoyri hann.
Men tað gongur, vónandi...
- Vit eru staddir norðanfyri, men fiskiskapurin er smáligur. Soleiðis hevur verið í allan vetur. Tað hevur verið ógvuliga lítið at fingið av øllum fiskasløgum, fiskaprísurin er vánaligur, og veðrið hevur roynst illa í vetur.
Fiskaklettur er ein av trolbátunum, ið plaga at royna á landleiðini um sumrarnar. Hetta er eitt lutfalsliga nýtt skip, smá tvey ára gamalt, og útgerðarmaður er Bjarni Kass í Havn.
Tummas Thomasen er stýrimaður umborð, men hevur bara verið við Fiskikletti seinasta hálva árið.
Skipari er Jógvan Absalon Simonsen av Viðareiði.
Av fýra monnum umborð, eru tríggir av Viðareiði, meðan hin fjórði er úr Havn.
Hesa løtu, vit práta, er Fiskaklettur staddur norður úr Fugloynni.
- Her er mest sum einki at fáa. Onkur toskur, onkur hýsa og eitt sløð av fløtum fiski, reyðsprøku og havtasku. Nei, hetta er lítið at tosa um, og soleiðis hevur verið í alt vár og allan vetur.
Tummas veit at siga, at trolbáturin Varðin, sum somu menn eiga, seldi miðskeiðis í hesi vikuni.
- Varðin hevði eini 30.000 pund eftir at hava roynt í einar 4-5 dagar. Miðalprísurin fyri veiðina var 8-9 krónur fyri kilo. Hetta er sera vánalig søla og heldur enn, at prísurin, nú hann hevur verið so lágur, kundi hugsast at kvinkað uppeftir aftur, er líkt til, at hann bara versnar.
Fiskaklettur royndi í einar 2-3 dagar fyri páskir, men líkindini vóru vánalig, og lítið kom burtur úr. Síðan lógu teir um páskirnar og fóru so útaftur 2. páskakvøld.
- Vit ætla at royna í eitt samdøgur aftrat og síðan verða inni til landing fríggjamorgunin.
Tá vit skiftu orð við Tummas, skuldi ein kassi, sum hevur verið friðaður norður úr Viðoynni, lata upp á midnátt hetta kvøldið, og tí vildu teir saman við øðrum sleppa inn á hesa leið, áðrenn teir gevast hendan túrin.
- Trolbátar, sum hava loyvi at fara inn í henda geiran nú á midnátt, eru skip við maskinu, sum er minni enn 500 HK. Talan er um trolbátarnar, sum plaga at royna á landleiðini um summarið, umframt trolbátarnar Jens Leon og Sigrun hjá Jónsvein Knudsen.
Hann sigur seg vænta, at talið av bátum, sum fara inn á hesa leið, nú hon letur uppaftur, verður umleið 10.
- Vit hava tosa við onkrar av hesum bátum í kvøld og hava skilt, at teir eru á veg.
Tummas sigur seg ikki hava alt ov stórar vónir til komandi samdøgnið, tó at kassin hevur verið stongdur fyri allari veiði í gýtingartíðini.
- Nei, eg tori einki at siga. Tað hevur verið vánaligt so leingi, at tú torir illa at vænta tær nakað nakrastaðni. Men nú fáa vit at síggja. So leingi, vit sigla og fiska, er vón, og tað hevur altíð verið skiftandi við fiskiveiði undir Føroyum. Fiskurin kemur aftur, men vit vita ikki nær.
Hann væntar, at verður nakað av týdningi at fáa á leiðini norður úr Viðoynni, verður talan helst um tosk og hýsu.
- Eg vænti ikki tað heilt stóra, men eg vóni, at vit fáa eitt sindur burtur úr hesum seinasta samdøgninum, sigur Tummas lítillátin.
Leiðin, sum skuldi lata upp á midnátt, er ein geiri, sum gongur beint norður úr Viðoynni og liggur millum 12 og 16 fjórðingar úr landi.
Sjómaður alt lívið
Tummas Thomasen, sum er 44 ára gamal og ógiftur, sleit sínar barnaskógvar á Viðareiði, og har hevur hann búð alla sína tíð.
Hann hevur verið fiskimaður, síðan hann sum 14 ára gamal fór at sigla við línuskipum úr Klaksvík.
- Eg var við Jákupi B á ísfiskaveiði í eini trý ár og við Borðoyarnesi á saltfiskaveiði í eini fýra ár.
Tummas minnist aftur á drúgvu Ný Foundlands túrarnar við Borðoyarnesi, sum kundu vara upp í einar fimm mánaðir, tá teir vóru drúgvastir.
Onkuntíð mundi tíðin umborð hava kenst langdrigin, og stundum hevur longsulin til tey har heima verið stórur, men tá tú siglir við sama skipi í so langa tíð, er eyðvitað, at nógvar góðar løtur eisini hava verið umborð á hesum skipum.
Seinastu mongu árini hevur Tummas verið við trolbátum, og í heili 12 ár var hann soleiðis við trolbátinum, Gáshøvda – í níggju ár við tí gamla bátinum og í trý ár við tí nýggja, sum báðir vóru heimahoyrandi á Viðareiði.
Árini 1986/1987 tók hann sær skiparaútbúgving í Klaksvík, og síðan hesi pappírini komu í hús, hevur hann í fleiri ár siglt sum stýrimaður.
- Eg avloysti onkuntíð sum skipari við Gáshøvda, men fyri tað mesta havi eg hildið meg aftanfyri skiparan. Síðan eg kom umborð á Fiskaklett, havi eg siglt sum stýrimaður, sigur hann.
Tummas hevur okkurt skifti eisini verið við øðrum skipum, og áðrenn hann fór umborð á Fiskaklett, var hann eitt nú onkran avloysaratúr við Navaranum og Borgaranum, sum klaksvíkingar áttu. Hetta eru fyrrverandi leirvíkstrolararnir, Stjørnan og Polarhav, sum nú eru heimahoyrandi í Hvalba undir nøvnunum Hamranes og Breiðanes.
Mótleysir menn
Tað liggur vanliga ikki til fiskimannin at vera mótleysur, men Tummas Thomasen ásannar, at vánaliga veiðan í vetur og sera lágu fiskaprísirnir seinastu tíðina samanlagt eru um at taka mótið frá monnum.
- Ja, eg haldi, at menn eru troyttir, og hugurin er hareftir. Eg ivist onga løtu í, at høvdu høgu oljuprísirnir, sum vóru í hæddini í fjør summar, ikki verið lækkaðir aftur, høvdu nógv skip og bátar ligið bundin við bryggju í dag. Hetta er ikki serliga hugaligt sum er. Eingin fiskiskapur – og eingin fiskaprísur, og skuldu vit fingið nakað av fiski, munar tað so lítið við verandi prísum, sum bert eru helvtina av tí, teir vóru um hesa tíðina í fjør.
Hann vísir á, at trolbátarnir eftir lógini um vinnuligan fiskiskap eiga so fáar fiskidagar, at tað er trupult hjá monnum, sum varða av hesum skipum, at fáa dagarnar at røkka.
- Sum eg havi skilt, hava teir, sum eiga hesar bátarnar, keypt sær eykadagar, men tað er óhugaligt at brúka teir, tá líkindini ikki roynast, og fiskiskapurin er so smáligur.
Tummas sigur, at Fiskaklettur hevur ligið nógv í vetur, men hann vónar, at meira fer at fáast burtur úr, sum frá líður – og um ikki annað, tá bátarnir sleppa á landleiðina tíðliga í summar.
- Eg dugi ikki at siga, hvørji útlitini eru, men vit vita, at einaferð kemur fiskurin aftur. Soleiðis hevur tað altíð verið.
Hann vísir tó á, at eitt, sum teir hava lagt til merkis, er, at meira nebbasild hevur verið at sæð í eitt nú toskinum seinastu tíðina, enn teir hava sæð í fleiri ár.
- Fiskifrøðingar hava eisini sagt, at útlitini ikki eru tey ringastu í løtuni, og at gróðurin á landgrunninum hevur verið yvir miðal. Eisini hevur verið sagt, at toskurin á landgrunninum sær út til at mennast aftur, eins og kanningar hava staðfest, at meira er til av nebbasild. Vit kunnu tí bert vóna, at tað fer at blíva betri, sum tíðin gongur, sigur Tummas Thomasen av Viðareiði.
Vit kunnu skoyta uppí, at skipari og stýrimaður umborð á Fiskakletti skiftast um tógini, sum vanliga vara millum 5 og 6 tímar. Tá hálað verður, eru allir menn tøkir til at blóðga, kryvja, reinsa og ísa fiskin.