Nú tosa tey um gullið

Við tveimum málum var Ronnie Samuelsen avgjørt ein av monnunum, sum av álvara vóru í fokus, tá EB/Streymur tók eitt risa fet fram móti tí, sum alt meira líkist einum meistaraheitið til felagið.
Og hóast gullið ikki er nakað, sum tey í EB/Streymi hava tosað so hart um í ár, so tykjast spælararnir nú viðganga, at hetta er eitt evni.
- Tað hevur sæð gott út hjá okkum. Í steðginum hava vit tosað um, at vit nú hava fýra finalur. Altso dystir, har vit veruliga kunnu leggja sjógv til hini, um vit vinna, ella har vit kunnu tveita fyrimunin fyri borð, um vit kiksa. Dysturin í dag var tann fyrsti av hesum, og hesa uppgávuna loystu vit so.
Og eru tit so farnir at tosa um FM-møguleikan?
- Tað slepst illa undan tí spurninginum. Fólkið kring liðið hevur ikki tosað um annað hendan seinasta mánaðin, so vit kunnu illa ignorera tann møguleikan, sum vit hava.