AFTUR Á KOLLISIÓNSKÓS ?

- Yvirskipaði politikkurin má vera, at hitt almenna verjir trygdarnetið undir samfelagnum. Trygdina hjá hvørjum einasta individi. Í heilsumálum, almannamálum, undirvísingarmálum, mentanarmálum, ítróttarmálum, trúðarmálum o.s.fr. Fæið til eina sterka samfelagsskipan kann bara koma úr einum dynamiskum og frælsum vinnulívi, og tað fæst bara, um vinnulívið verður loyst frá almennum eigaraskapi skrivar Tórbjørn Jacobsen, vinnulívsmaður og løgtingsmaður í Tinghelluni í VINNU-síðunum

tórbjørn jacobsen

Í stórthundrað ár hevur heimsmarknaðurin, harið úrdráttir úr fiski vera handlaðir, stjórnað støðinum í føroysku vælferðini - og ikki øvut. Sum løgmaður segði tað so væl á Ólavsvøku: "At gongdin í búskapinum er so tætt knýtt at útboðnum av fiski og fiskavørum á heimsmarknaðinum, hevur við sær, at sveiggini í búskapinum kunnu verða sera knøpp og ógvislig í stutt áramál. Hetta er samstundis ein fyritreyt, sum búskapurin eigur at verða lagaður eftir."
Útsøgnin er sonn, men rættiliga konservativ. Ein ábending um, at føroyingar hava vant seg við, og trívast í tankanum um, at teir ið keypa tilfeingisrentuna úr havdýpinum, í ævir allar skula hava ræðið á lívi og lagnu okkara. Føroyskur partapolitikkur og diversar samgongur hava ikki megnað at buktað samfelagið burturúr hesum slagnum av tilvild. Kanska er hetta við tíðini bara vorðið eitt syndrom, sum vit eru sáttað við, ein fella, sum verður tung at royta seg úr aftur. Føroyar eru onki eindømi í so máta. Heimurin er so undarliga samanskrúvaður, at tað næstan er reglan heldur enn undantakið, at vælferðin í einum landi er í rongum lutfalli við potentialið av natúrgivnum tilfeingi. Dømini eru mong. Í Latínameriku, í nú falna Sovjetsamveldinum, Afrika. Oljuframleiðaralondini eru eitt undantakið. Nýggja leiðslan í Kina ein onnur. Og grannarnir vestanfyri, Ísland, eru við einum øgiligum offensivi, í holt við at demontera hesa somu fellu, sum teir eins og vit, vóru komnir sær í fyri bara fáum árum síðani.
Spurningurin er so, um eitt framlop er møguligt úr hesi óhepnu støðu? Tað eru ivaleyst nógv boð uppá hendan spurningin, men eygleiða vit gongdina í heiminum annars, so eru tað oftast skeivir politiskir og búskaparligir bygnaðir, sum forða menningini og dynamikkinum, ið skal lokomotivera vælferðina upp á eitt nøktandi støði.
Føroyskir politikkarar stýrdu vinnulívinum í ein mansaldur, og tað komu teir ikki serliga væl frá. Táið teir høvdu spælt fallit í so máta, bleiv trendurin, rákið, eitt annað. Nú skuldu teir skapa karmar ístaðin. Hetta gjørdist næstan eitt gandaorð, sum sjálvt veljararnir slerdu seg til tols við, og livdu við sum einum religiøsum mantra. Men tað hendi at kalla onki. Vit fingu eina fiskidagaskipan ístaðin fyri eina kvotaskipan, annars hevur alt bara liva sítt egna lív í skeivum og tilvildarligum kørmun.
Føroyskt vinnulív hevur síðani kreppuna virkað undir kørmunum, sum donsku kreditorarnir skipaðu, sjálvandi fyri sjálvir at koma so væl og snikkaleysir burturúr lortinum sum møguligt. Kreditorloysnir eru taktiskar og ikki strategiskar. Snúgva seg sjáldan um framtíðina hjá teimum sum farin eru rabundus. Og í okkara føri endaði tað við almennum eigaraskapi í vinnuni, sum kom í eitt slag av sjálvsvingi, og er endað í tí, sum alt meira er farið at líkjast norðurkoreanskum tilstandum. Ein nationalstatur ella fyri alt tað ein heimastýrisskipan, eru bara yvirskipaðir juridiskir karmar um eitt samfelag, og eru á ongan hátt ætlaðir sum undirstøðukervið og dynamiskt kraftsentur undir vinnulívinum, sum skal bera samfelagnum materiuna, ið er grundarlagið undir øllum øðrum samfelagstættum. Hesin parturin skal koma frá fólkinum og kapitalinum. Og er hann lagdur í tvingsli inn til stats- ella heimastýrisskipanina, so er alt umráðandi, at flyta hann útaftur har hann hoyrir heima. Sjálvandi eftir skipaðum, tryggum og gjøgnumskygdu mannagongdum.
Politiski trupulleikin er, at vit ongan vinnupolitikk hava havt yvirhøvur, í hvussu er ikki síðani kreppuna. Finnbogi Arge setti nøkur sera áhugaverd orðaskifti á lunn, men síðani hendi onki. Vinnumálaráðið gjørdist undir Djur-holm alt meira eitt trafikkministerium, og tað kunna tað vera fleiri orsakir til, sum eru óneyðugar at nevna, tí tær munna vera alkunnugar. Onkur tók til, at føroyskur vinnupolitikkur hevði fløkt seg so illa í mikrofonkáplunum hjá Sigmari og Helga, at hann kiptist í onkrum av studionum í Sortudýki fyri fleiri árum síðani. Helst er tað her, at hin fyrsta bygnaðarbroytingin skal henda. At Eidesgaard fer inn og rokerar av nýggjum, skipar eitt superministerium, sum bara varar av vinnupolitikkinum, bæði á sjógvi og landi. Og síðani reinsar ráðið fyri alt annað hjáputur og leggur avlopið afturat í øðrum ráðum. At lata umsitingarligu megina, í hesum meginráði, sita og hava tað til dagdvølju, at skriva notatir og upprit um smábagatellir, flytir ongi mørk. Her skal heilt annar lútur til, skal ráðið virka sum politiskur katalysatorur hjá vinnuliga dynamikkinum og kraftini.
Í Ukraina stríðast teir nú um hvørið skal vera landsins forseti. Viktor ella Viktor. Janukovitj ella Jusjtjenko. Sum forsætismálaráðharri hjá Kutjma setti hesin seinri ferð á búskaparligu endurreisingina av landinum. Amboðini vóru privatiseringar av statsmonopolunum í hesum gamla sovjetlýðveldi, almennar sparingar og ein munandi umlegging av landsins skattapolitikki. Samfelagið skalv í sínum grundvølli, fólkið fór út í gøturnar og Jusjtjenko noyddist at geva skarvin yvir í fyrstu atløgu. Legði frá sær og nú skal hægstirættur avgerða um hann verður forseti ella ikki. Men vinnu- og búskaparpolitikkurin, sum hann legði lunnarnar undir, og gav startskotið til, stendur ikki til at steðga. Táið trongu karmarnir fyrst eru sprongdir vendist ikki aftur. Tá hevur ein heilt onnur megi tikið hond um støðuna, sum politisk deyð-vekt ikki megnar at standa kurl tíansheldur at bremsa.
Íslendingar hava verið rættiliga miðvísir í hesum eisini. At lata vinnuna og fíggjarheimin útaftur til marknaðin. Hetta hevur í teirra føri havt munandi vøkstur við sær, umframt eina skjóta gongd frá at vera eitt fiskivinnusamfelag burturav til í alt størri mun at gerast eitt ídnaðarsamfelag, sum ikki er so viðkvæmt mótvegis fiskasølumarknaðinum. Ídag umboðar fiskivinnan bara 40% av exportinntøkunum hjá grannunum vestanfyri. Sambært framrokningunum verður hetta talið komið niður á 27% í 2012. Tað er tungídnaðurin, fíggjar- og tænastuvinnan, ferðavinnan og íslendskir bankar í altjóða framsøkn, sum taka yvir. Og ístaðin fyri at greina støðuna í Íslandi og kanna eftir hvarið hetta tærið kemur frá, sita føroyingar bara og illneitast um, at íslendingar eru í holt við at uppkeypa hetta fastlæsta samfelagið. Fæstlæst á taparabreytini, tað verið seg stjórnarskip-anarliga og í búskapar- og vinnumálum.
Nú kom aftur røringur í orðaskiftið um at avrigga donsku kreppuloysnirnar. At privatisera alment vinnulív. Ikki tí at Djurholm er líka miðvísur sum Jusjtjenko. Her er tað meira hin totala tilvildin sum ræður. Eingin kós, hvørki mið ella mál. Orsøkin sigst vera hin einfalda, at Framtaksgrunnurin er komin í knípu av einum almennum láni, sum skal gjaldast aftur í hesum árinum, og sum likviditeturin ikki røkkur til at innfría. Tað skal so vera orsøkin til, at nevndin ætlaði at leggja Føroya Fiskavirking og Føroya Fiskasølu saman í eitt felag, og ígjøgnum eina niðurkapitalisering av Fiskasøluni skuldi megna at halda lánstreytirnar mótvegis lands-stýrinum. Brøkur kom í táið stjóri og nevndarformaður í Fiskasøluni løgdu sítt egna boð inn og søgdu seg sinnaðar at keypa fyritøkuna, sum teir stjórna. Onkur hevur likið. Fjølmiðlarnir skjótast á eggini. Og tað sum stendir eftir tíðindaflutningin er, at fiska-sølumenninir ætlaðu sær fyritøkuna fyri einar 45-50 milliónir. Einar 10-15 milliónir lakari enn skrásetta eginognin. Management buy out er vanligt fyribrigdi, men máti skal vera við. Skattaborgarin spyr nú seg sjálvan, um hesir menninir virka til frama fyri aktionerin ella fyri seg sjálvar. Er tað seinra veruleikin, áttu teir at mist høvdið í stundini. Men tað hendi ikki.
Spurningurin er um hetta ikki bara er tann vanligi og afturvendandi roykurin úr bakarínum hjá Fólkaflokk-inum. Ongin ivingur er um, at hetta var ætlanin fyri 2-3 árum síðani. Tjóðveldisflokkurin steðgaði tí tá. Old og Eidesgaard hava longu verið frammi við sínum sjónarmiðum, og megna teir ikki at halda fast, so fær Javnaðarflokkurin ein gigantiskan trupulleika at dragast við. Hetta slagið av vina- og kenningapolitikki, eitt so óskipað og undirminerandi run á landsins ognir má og skal ongantíð bera á mál. Spurningurin er bara um landsstýrismaðurin visti av hesum, um hann hevur spælt við í hesum leikinum og um hann er greiður yvir, at øll privatiserigsætlanin av almennum ognum kann hava fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin. Og harvið er skotin fleiri ár fram í tíðina, til óbótaligan skaða fyri hetta samfelagið. So segði hann, hvat verður tað næsta? Fara aðrir almennir stjórar nú at brúka sína tíð í almennum partafeløgum til at dubba seg til eitt líknandi slag av" ráni"? Fer Magni Arge nú at sita úti undir væðingini á hangarinum vesturi á flogvøllinum, í sjálvsøkni, og fyrireika eitt álop av sama slagi? Og hvat við Andrasi Róin, Hera Mørkøre, Hanusi Hansen, Meinhardi Jacobsen, Jørn Astrup Hansen, Bergi í Garði? You name them.
Og hvar bleiv prospekt-politikkurin av. Onki skuldi kunna seljast fyrrenn eitt sokallað prospekt var tilevnað um fyritøkuna. Eitt prinsipp, sum haldast skuldi fast um. Eitt slíkt varð gjørt um Føroya Fiskavirking. Har kom einaferð eitt boð, hoyrdist at tað skuldi liggja um einar140 milliónir krónur, men teir hugaðu keypararnir fingu ikki so frætt sum eitt svar. Hvussu ber tað til, at Fiskasølan nú skal seljast við ongum prospekti, og at teir sum leiða fyritøkuna halda seg kunna fáa fatur í henni fyri undirkurs á partabrøvunum?
Til alla lukku sær tað út til, at løgmaður hevur tikið um politisku kvørkrarnar á landsstýrismanninum í vinnumálum. Dragsaði hann mánadagin oman til Framtaksgrunnin fyri at fáa tamarhald á støðuni aftur. Hetta, tí tað er av avgerandi týdningi, at privatiseringsætlaninar ikki steðga av hesum vitleysa vambakastinum. Og er gjaldið, sum grunnurin skal lata landinum aftur í hesum árinum ein forðing fyri einum skilagóðum politikki á hesum økinum, so má tað væl saktans kunna finnast útav tí málinum isolerað, uttan at alt annað fer úr spónalagnum.
Yvirskipaði politikkurin má vera, at hitt almenna verjir trygdarnetið undir samfelagnum. Trygdina hjá hvørjum einasta individi. Í heilsumálum, almannamálum, undirvísingarmálum, mentanarmálum, ítróttarmálum, trúðarmálum o.s.fr. Fæið til eina sterka samfelagsskipan kann bara koma úr einum dynamiskum og frælsum vinnulívi, og tað fæst bara, um vinnulívið verður loyst frá almennum eigaraskapi. Hetta vísa royndirnar aðra-staðir, og merkiligt skuldi tað verið, um Føroyar vóru nakað undantak í so máta. Tað frægasta, ið løgmaður nú kann gera, er at snikka til eina skipaða ætlan fyri, hvussu donsku kreppuloysnirnar vera avriggaðar, og at hann eisini kemur við einum reellum boði uppá hvussu avleidda fæið skal umsitast. Annaðhvørt tað verður brúkt til at gjalda almenna skuld við, tað eru jú hesar somu ognir sum hava álagt skattaborgarunum hesa skuldina, ella peningurin fer í ein búskapargrunn, sum kann vera ein áhaldandi back-up goymsla hjá komandi ættarliðum.
Verður hetta ikki gjørt kemur samfelagið ikki úr status-quo støðuni aftur. Føroyar verða pr. automatik afturvendandi á kolli-sónskós við seg sjálvar. Ótálmaður og uppskrúvaður lønarvøkstur, ið ikki stendur mát við nakra virðisøking, tá ið sveiggini eru við og líka so stórur niðurtúrur tá ið sveiggini ganga hinvegin. Og grafur-in yvir tær búskaparligu Føroyar fara í allar ævir at líkjast eini sinuskurvu. Hjálparleys offur á sláturbonkunum hjá diversum fiskakeyparum úti í heimi. Hetta er tað sum íslend-ingar í áravís hava roynt at byrgt uppfyri, og tað hevur eydnast teimum at bera so í bandi, at kurvarnar eru flataðar út. Og onkunstaðni afturi í høvdinum liggur ein afturvendandi spurn-ingur og spøkir, man tað eisini hava nakað við teirra stjórnarskipanarligu støðu og tjóðarstoltleika at gera? Donsku júgurini kunna vera góð at súgva, men fremja tey tann neyðuga mergin, sum skal halda einum heilum fólki uppi - í øllum lívsins viðurskiftum?

PS
Greinin varð skrivað mánadagin. Og týsmorgun frættist í útvarpinum, at nevnd og stjórn í Føroya Fiskasølu vóru upsøgd og ætlaninar um at leggja tey bæði partafeløgini hjá Framtaksgrunninum saman var gjøgnumførd og harvið
yvirhálaði útviklingurin fyri ein ávísan mun høvundan av hesi grein.