Útlendskar fyritøkur gera innrás

-Føroyingar eiga nógv væl útbúgvið fólk og fyritøkur, sum eru væl egnað at arbeiða í oljuvinnuni og gera vørur og tænastur fyri stóru kontraktørfyritøkurnar, ið arbeiða fyri oljufeløgini. Hetta sigur umboð fyri Stolt Offshore, sum vitjar í Føroyum saman við øðrum skotskum fyritøkum

Oljuvinna

Um sama mundið sum oljufelagið Amerada Hess er við at røkka málinum í tí umleið 4200 metra djúpa brunninum við markið vitjar ein sendinevnd úr Skotlandi í Føroyum. Tað er býráðið í Aberdeen, sum skipar fyri ferðini hjá umleið 7 skotskum fyritøkum, sum arbeiða í fiskivinnuni og oljuvinnuni. Ein av hesum fyritøkunum er Stolt Offshore Limited, sum er ein av teimum stóru kontraktørfyritøkunum, ið oljufeløgini brúka. Fyritøkan hevur sín uppruna í Noregi men arbeiðir kring alla verðina. Hon hevur meira enn 6000 fólk í arbeiði. Millum hesi er John Colegrave, sum stendur á odda fyri nýggjum avbjóðingum á marknaðinum. Og slík nýggj avbjóðing er Føroyaøkið.

John Colegrave hevur vitjað fleiri føroysk virki, Oljumálaráðið og TK-stovuna. Hann hevur hann fingið innlit í føroyska fyrisiting og vinnu og fingið eina hóming av, hvussu langt føroyingar eru komnir at fyrireika seg til eina komandi oljuvinnu. Fyritøka hansara, sum arbeiðir í nógvum londum, arbeiðir serstakliga í útbyggingarfasuni tvs. tá oljufeløg taka avgerð um at byggja út eitt felt, so bjóðar Stolt Offshore seg fram við sínum mongu loysnum tað veri seg í sambandi við pallar, framleiðsluskip, rørleiðingar, útbúnað á havbotninum ella tænastur í hesum sambandi . Fyritøkan hevur júst staðið fyri byggingini av heimsins størsta framleiðslu og goymsluskipið FPSO, Girassol í Afrika. Nú venda teir so eisini eyguni móti Atlantsmótinum og her serstakliga Føroyum sum eitt heilt nýtt øki. Teir hava annars verið við í arbeiðinum uppá bæði Foinaven og Schiehallion oljufeltini skamt frá markinum.

John Colegrave er sera fegin um ta hjálp, sum teir hava fingið frá ídnaðarráðgevingini hjá Agip í Føroyum og hava teir notið væl av samstarvinum við Ólav Gregersen, sum Agip hevur sett sær at taka sær av slíkum.

Á føroyavitjanini hevur hann hitt umboð fyri ymsar fyritøkur. -Kemur tað hartil, at útbygging av oljufelti fer í gongd í Føroyum, og vit skulu vera við til at gera arbeiði, so er tað rættiliga týdningarmikið fyri okkum at kunna brúka føroyska vinnu eisini. Her sipar hann m.a. til ekspertisu og útbúgvið fólk á landi til at kunna halda við líka og umvæla útgerð umborð á skipum og pallum teirra. Men hann hugsar eisini um fyritøkur í landi, sum kunnu vera við til at byggja tann útbúnað, sum ein feltútbygging krevur. Í hesum sambandi kunnu verkstaðir og skipasmiðjur koma uppá tal.

Stoltmaðurin heldur, at føroyingar eru sera væl fyri við fólki og útgerð í fiskivinnuni og vísir á, at hetta er av stórum týdningi , um ein oljuvinna tekur seg upp. Tá eigur ikki at verða so torført at umleggja arbeiðið til eisini at fevna um eina oljuvinnu. Hann heldur tað vera rætt av føroyingum at menna virkini soleiðis at tey fáa ta altjóða góðkenning, sum er neyðug fyri at kunna arbeiða í oljuvinnuni, eitt nú ISO 9000 góðkenning.

Rætta løtan
Uppá fyrrispurning um hann ikki er komin ov tíðliga til Føroya, nú einki lønandi oljufund enn er gjørt sigur John Colegrave, at tú ongantíð kemur ov tíðliga, tá hugsað verður um, at olja er funnin og ein týðandi boring er í gongd fyri at vita, um talan er um lønandi fund. Hann heldur hetta vera røttu løtuni at fylgja við, hvat fer at henda. Verður lønandi fund gjørt nú,og tað ikki skulu nógvar boringar aftrat fyri at staðfesta fundið og støddina og slag av reservoiri, so kann ein framleiðsla byrja um eini 3 til 4 ár. Men skulu fleiri brunnar borast fyri at finna fram til, um fundið er lønandi, so vil hetta sjálvandi taka longri tíð. Sum er hoyrir Føroyaøkið undir skrivstovuna í Aberdeen, men John Colegrave dylur ikki fyri, at fer útbygging í gongd, so kann tað henda, at hon fer at verða stýrd úr Noregi, hetta orskað av mentanini og málinum.

Eins og føroyingar fylgir eisini John Colegrave frá Stolt Offshore væl við boringini hjá Hess. Verður lønandi oljufund staðfest er mest sannlíkt, at oljufeløgini fara at brúka eitt framleiðslu og goymsluskip, nevnt FPSO eins og tey á Foinaven og Schiehallion feltunum. Hóast rørleiðingskipanir eru tær bíligastu uppá longri sikt, so er Atlantsmótið enn ov ungt til at hýsa eini útbygdari rørleiðingsskipan. Tó so at skjøtil er settur á í og við at ein rørleiðing er løgd frá Foinaven og Schiehallion og víðari til Hetlands og Magnus oljufeltið í Norðsjónum. Verða nýggj oljufund gjørd kring markið kann tað gera eina rørleiðingsskipan til hesi felt lønandi. Í hesum sambandi er vert at nevna, at BP er farið at menna stóra Clair-feltið og er tað eisini uppá tal at lata upp fyri Suilvenfeltinum, sum liggur tætt við markið.

Hjá Stolt Offshore fylgja teir sera væl við hesi gongdini. Og er henda fyrsta Føroyavitjanin nakrantíð ein liður í hesum arbeiði. John Colegrav e vísir á, at teir eru vanir við at arbeiða á djúpum vatn i sum í Føroyum. Tí vilja teir eisini bjóða seg fram til at vera við í útbyggingum á føroyaøkinum og kunnu teir koma við eini loysn, sum er egnað til hetta farvatnið. Teir hava so eisini øll tey skipini, sum skulu leggja útbúnað og útgerð uppá pláss á havbotninum.