- Vit ynsktu at standmyndin skuldi standa so nær fólkinum sum gjørligt. Tí tað var millum fólkið at Victor sjálvur altíð ynskti at vera, sigur Jóhan Heri Joensen.
Var tað nakað sum sermerkti henda megnarmannin, so var tað eitt brennandi ynski at bera Gudsorðið fram í talu, sangum og við skrivligum tilfari.
Samkoman í Siloa hevði stóran týdning fyri hann, og tí er standmyndin sett á sama øki, har tann gamli salurin stóð. Tað er helst eisini so sum formaðurin í teirri serligu Standmyndanevndini í Fuglafirði tekur til:
- Standmyndin er eitt tað fyrsta sum ein sær, tá ein kemur til Fuglafjarðar. Hon stendur tí nærum sum eitt portur til býin.
- Ja, tað er líkasum at hon býður fólki at vera vælkomin higar, sigur Jóhan Heri Joensen við einum brosi.
Standmyndin – sum altso stendur upprætt! – er gjørd í fullari hædd, og fer at síggjast gjøgnum ein stóran part av býnum. Her sæst Victor Danielsen standa við blýanti í hond og skriva eitthvørt niður á ein stein. Hvat, hann skrivar, vil formaðurin í Standmyndanevndini ikki avdúka.
- Men eg kann lova fyri, at standmyndin er ótrúliga vøkur, sigur hann.
Við øllum tilhoyri er kostnaðurin fyri standmyndina 500.000 krónur.
Trupult at velja
Arbeiðið við standmyndini av Victor Danielsen hevur tikið rættiliga drúgva tíð. Úrslitið av hesum sleppur almenningurin at síggja seinnapartin sunnudagin.
Tað var longu fyri eini 6-7 árum síðani at Jóhan Heri Joensen, sum tá var býráðslimur og formaður í mentanarnevndini tók upp málið um at reisa eina standmynd av Victor Danielsen í býnum, har hann búði. Umframt Jóhan Hera sótu eisini Ditlev Róin og Øssur Mohr í teirri serligu Standmyndanevndini.
Áðrenn nøkur standmynd kundi verða reist, máttu økini rundan um skipast soleiðis, at hesi hóskaðu til slíkt. Í dag kann ein staðfesta, at fleiri slík fríøki eru í býnum.
Teir tríggir í nevndini vóru fyrst á ferð kring landið fyri at hyggja eftir ymiskum standmyndum, og settu seg síðani í samband við listamannin Hans Paula Olsen.
- Og hann segði ja beinanvegin, greiðir Jóhan Heri Joensen frá.
Hans Pauli kom fyrst við nøkrum skitsum, og seinni við tveimum modellum, hvussu hann ímyndaði sær at standmyndin av Victor Danielsen kom at síggja út á ætlaða fríøkinum.
- Hesi bæði modellini vóru heilt ymisk. Men hinvegin var hvørt teirra betri enn hitt, so vit høvdu okkara trupulleikar at velja tað rætta, sigur hann við einum brosi.
Annað teirra varð so valt, og verður tað hetta sum skal avdúkast sunnudagin á fríøkinum, har gamli salurin hjá samkomuni í Siloa stóð.
Hetta er Victor
Skal nakað sigast um Fuglafjørð, so slepst ikki undan at nevna tað ríka mentanarlívið sum hevur verið og framvegis er í bygdini.
Í hesum arbeiði hevur mentanarnevndin í býráðnum spælt ein týðandi leiklut, við bæði at prýða bygdina, lívga um mentanarlívið og eisini at seta upp standmyndir.
Henda standmyndin av Victor Danielsen er bert ein av mongum í eini røð, sum ætlanin er at halda fram við í komandi tíðum. Nú hon verður avdúkað sunnudagin er Jóhan Heri ikki í iva um, at hetta er eitt valaverk sum listamaðurin hevur latið úr hondum:
- Hans Pauli er komin ótrúliga væl frá hesi standmyndini. Bæði kropsburður og útsjóndin eru har – ja, tað er veruliga tann Victor, soleiðis sum eg minnist hann, greiðir formaðurin í Standmyndanevndini frá.
Fleiri standmyndir í væntu
Elisabeth Eldevig er forkvinna í Mentanarnevndini í Fuglafjarðar kommunu. Og fyri hana er standmyndin av Victor Danielsen bert ein í eini røð, sum í framtíðini vónandi fara at prýða býin.
Bygdin og seinni býurin eiga ein hóp av fólki, ið hava gjørt vart við seg innan mong ymisk øki – til dømis vinnulív, mentan og politikk. Óhugsandi er ikki, at ein so líðandi fer at síggja fleiri standmyndir í býnum, kanska eisini av fyrsta løgmanni okkara, Andrass Samuelsen, ið var ættaður úr Fuglafirði. - Vit hugsa ikki minst um komandi ættarlið, sum eisini fara at fáa gleði av hesum standmyndunum, og sum tey somuleiðis kunnu identifisera seg við, greiðir Elisabeth Eldevig frá.
Við hesar standmyndirnar kunnu fólk í framtíðini steðga á eina løtu, og síðani spyrja eftir og hugsa um, hvørji hesi fólkini vóru, hvat tey framdu í verki og hvat gjørdi, at júst tey fingu eina standmynd reista av sær.
- Mín fatan er, at fólk taka sera væl undir við hesi ætlanini, slær hon fast.
Greinar um Victor Danielsen á www.sosialurin.fo undir Vikuskiftið:
Bókmentalig avrik
Bíbliutýðarin fær sína standmynd
Stórverk við 1125 sálmum
Victor vildi vera millum fólkið
Heiða Victor við standmynd
Árstøl hjá Victor Danielsen
Eitt sendiboð til smáplássini
Orðið heldur mær á lívi
At njóta signingar úr Bíbliuni
»Tað var har«
Um Victor Danielsen