einari viku síðani sást, at Jón Rói Jacobsen er á veg aftur móti tí støðinum, sum hann undan drúgva skaðasteðginum mest sum hvørja ferð var á. Sunnudagin undirstrikaði hann rudduliga, at superligustøðið er aftur [...] hugsa mest um verjuna og vóna so, at tey skulu fáa mál í snarálopi. Soleiðis var tað ikki við HIK. Teir vóru framrættaðir, og fyrstu løtuna var fleiri ferðir um reppið, at teir fingu mál. Men tað eydnaðist [...] eydnaðist ikki, og tá ið spælararnir fóru at hvíla seg, var Frem frammanfyri 2-1. Eftir steðgin var tað Jón Rói Jacobsen, sum syrgdi fyri, at allur ivi um, hvør skuldi fáa stigini, hvarv sum døgg fyri sól. Hann
Hetta merkti sjálvandi, at nógv var at taka hond í, og er hetta eisini tað, sum eyðmekir Torborg. Hon hevur eitt ljóst lyndi og altíð verið sera arbeiðssom og kvik, og klár at hjálpa, har tørvur er á tí [...] fiski og verið heimahjálp. Tá "stadion" kom á Svangaskarði, fór Torborg at arbeiða í køkinum har. Hon hevur altíð duga sera væl at matgjørt, og mong eru tey, sum hava notið gott av hesum. Tað munnu vera [...] Seinnu árini hevur Torborg ikki arbeitt, men hetta merkir langt í frá, at hon situr "hendur í favn". Hon er enn sera virkin, og altíð klár at hjálpa, tá heitt verður á hana. Familjan er vorðin stór, og umframt
Vælumtóktar tvíkiljur hjá KJ Alivinnan er aftur farin at gera íløgur, nú positiv gongd er í vinnuni. Hetta merkir, at veitarar til alivinnuna hava meira at gera og millum tey, sum hava merkt framgongdina, er [...] og soleiðis fer felagið at smíða fýra tvíkiljur í hesum umfari. Spennandi gongd - Umframt hesir fýra alibátarnir, eru samráðingar í gongd um aðrar. Vit vænta tískil ikki, at hesir fýra verða teir seinastu [...] er KJ-Hydraulik á Kambsdali Ídnaður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er ikki langt síðan, at KJ-Hydraulik læt ein nýbygning til Pan Fish í Oyndarfirði – eina tvíkilju av slagnum Hydro-Cat, ið
Herfyri gjørdist greitt, at Ozzy Osbourne vitjar í Forum, saman við upphitingarbólkunum Korn og Black Label Society 13. juni. Men longu eina viku frammanundan er møguleiki, at síggja kanska týdningarmesta [...] r, ið var ein djørv fløga, ið royndi at hála bólkin inn í 90’árini, men sum ongantíð fekk ta væntaðu móttøkuna. Men konsertferðin var væl vitjað, og alt tyktist at vera frálíkt. Hetta var inntil Ozzy Osbourne [...] esta bólkin í tungmálmssøguni Black Sabbath á sama palli. Bólkurin, ið Ozzy Osbourne var við til at stovna hevur verið til í ymiskum útgávum í 40 ár, og hevur givið eitt ótal av útgávum út. Í apríl kemur
Jytta var heima hjá børnunum. Tá ið tey vóru undankomin, fór hon at út at arbeiða. Tað hevur ligið sera væl fyri hjá henni at gera mat. Eftir at hon gavst á Handils & Frystivirkinum hevur hon fyrireikað mat [...] sum elektrikari í Klaksvík. Seinni fór hann at sigla sum maskinmaður við skipunum hjá Skipafelagnum, og tað gjørdist lívsstarvið hjá honum. Nú Magnus er givin at sigla, er hann ofta í egningarskúrðunum í [...] Frystivirkinum. Tá ið Skipafelagið hevði stóra føðingardagsveitslu á Kambsdali, lagaði tað seg soleiðis, at tey bæði hittust, gjørdust væl og giftust, og síðani hava tey verið eydnusom og hava havt eitt hugnaligt
lívsavbjóðingar at byggja lívserfaringar/royndir á, og eg nýti bert bløðini at skapa alment innlit, forstáilsi, tilvitan, til tað ein viðgerð. Eg havi fyrireika meg til framhaldandi at stríðast við almenningar [...] mínum endamálum, at gerast meira fríur, frælsur, við rættindum og privatlívsfriði og kunna skipað meg sjálvstøðugan og sjálvstøðugt vinnurekandi í Havnini. Eg havi goldið nógv fyri at náa hesum endamálum [...] samfelagið, fjøldin av einstøkum, eiga at skipa seg og síni egnu lívsviðurskifti og áhugamál, privatlív, uttan óviðkomandi uppíleggjanir uttanífrá. Eg havi nógv at fylgja upp í øllum tí ein hevur viðgjørt
øllum sum fyrifórst! Tað er ikki at dylja, at politiskt var tað javnaðarhugsjónin, sum stóð honum nærmast, og vildi hann at øll fólk skuldu fáa somu treytir og kor at liva undir. Vit í Sørvági sum stóðu [...] teimun. Vit sum kendu/kennað Elinborg og Jóhan vita, at hann fekk ein tryggan og góðan uppvøkstur hjá teimun! Tað var nakað hann ofta sjálvur segði, at tey vórðu sera góð við seg, Líggjas hevði stóra virðing [...] í túninum, ikki var løtan long, so var hann mitt í millum okkum dreingir við sínari hjálpandi hond, at loysa hesa fyri okkum smádreingir sera torføru uppgávu. Líggjas og bróðurin Egil gjørdu eisini ein
eygleiðarar í Keypmannahavn eru samd-ir við honum. Teir halda nógv benda á, at danir nú hava viðurklent, at teir eru partur av ES, og at áralong mótstøða ímóti samveldinum er løgd til viks. Tann stóri taparin [...] ferðir meiri enn á valinum í 1999. Eingin ivi er um, at tað var Poul Nyrup Rasmussen, sum dró atkvøður til flokkin, og í gjár varð roknað við, at hann fór at seta met í persónligum atkvøðum til eitt ES-val [...] hildið varð, at Nyrup mundi hava fingið umleið helmingin ella kanska uppaftur meiri. Fyrrverandi forsætisráðharrin var samdur við teimum, sum søgdu valið vera eina greiða ábending um, at danir nú hava
Petur Reinert var 23. maðurin á vøllinum, og hann megnaði sera væl at halda skil á sum góður skúlalærari, uttan at tað nýttist honum at tveita um seg við kortum. Toftamenn vóru eitt vet grammari enn he [...] løtuna, inntil hann noyddist at gevast av skaðaávum, og 18 ára gamli Einar Hansen kom inn á vongverjan. Heimaliðið kundi havt fingið mál beinanvegin. Tórur Thomsen tóktist at vera eitt sindur áhælsin, og [...] royndu at leggja trýst á, men tað var ikki stór tyngd og broddur í, og málmøguleikarnir vóru fáir og smáir. B68 verjan hevði gott tak á, og tað hjálpti teimum, tá ið heimaliðið ofta fall í grøvina at royna
høvuðsstaðin. Fyrst og fremst fyri at royna nýggja skipið og síðani fyri at vitja í høvuðsstaðnum frá morgni til kvølds, tá farið verður heimaftur. Ein høvuðsorsøkin til at hetta í heila tikið ber til ella [...] sleppa vit fyri fyrstu ferð at royna ein veruligan svimjihyl, og tað gleða vit okkum ordiliga til sigur ein av dreingjunum í 2. b í Hvalbiar skúla. Í Miðlahúsinum fingu børnini høvi at síggja nýggju hølini hjá [...] ikki minst aldursforsetan, sjálvan veðurmannin Petur Skeel, sum eisini hevði góð tíðindi at bera teimum. Tað fór at vera allarbesta veðri um kvøldið kundi tann hugagóði og barnavinarliga veðurmaðurin siga