Til minis um Líggjas Hansen

Burturstaddur tann 30 August fekk eg um teldubræv tey sorgarboð, at Líggjas var deyður einans 60 ára gamal.

Líggjas var raktur av ringari sjúku fyri nógvum árum síðan, og sum tók hansara besta førleika.
Ikki gekk so long tíð og Líggjas var aftur á fótum, og við einum dirvi sum fáur menti hann seg aftur, og var millum okkum sum einki var hent! Men sjónin var farin.
Eg var lítil piltur, tá Jonna og Líggjas komu saman fyrstuferð, og minnist eg sera væl, fyrstu ferð hann trein dyrnar á Liðanum, sjálvur var hann ein tannáringur!- Vit dreingir smíðaðu kassabil í túninum, ikki var løtan long, so var hann mitt í millum okkum dreingir við sínari hjálpandi hond, at loysa hesa fyri okkum smádreingir sera torføru uppgávu.
Líggjas og bróðurin Egil gjørdu eisini ein lastbil í Føroyingahavnini, sum mangir føroyingar minnast koyra proviant til skipini har á kajøkinum.
Líggjas var bert 9 ára gamal, tá hann av einum systkina flokkið uppá 9 bleiv móðurloysingur, og er tað ein álvarsom kreppa ein lítil smádrongur kann koma í.
Systurin Elinborg, sum giftist Jóhan, tók hann til sín, og bleiv hann uppfostraður har hjá teimun. Vit sum kendu/kennað Elinborg og Jóhan vita, at hann fekk ein tryggan og góðan uppvøkstur hjá teimun! Tað var nakað hann ofta sjálvur segði, at tey vórðu sera góð við seg, Líggjas hevði stóra virðing fyri teimun.
Sum ungur drongur fór Líggjas í læru, á Tórshavnar Skipasmiðju, sum tá var undir leiðslu av gamla Kjartani Mohr. Og Líggjas, sum nógvir aðrir ungir dreingir, komu avlærdir haðani við fullari skjáttu av kunnleika og vitan til víðari brúk í lívinum, og var hetta tíðarskeiðið nakað, sum sermerkti Líggjas alt hansara lív.
Handverkari var hann sum fáur, ofta vórðu boð eftir honum, um okkurt skuldi gerast ella vegleiðing kravdist. Tað kom ikki fyri hann gav noktandi svar, og eru vit nógv sum hava notið gott av hansara teknisku vitan. Nógvir varðar standa eftir hann, sum prógva hansara kunnleika til tað tekniska.
Eisini var Líggjas aktivur í øllum sum fyrifórst! Tað er ikki at dylja, at politiskt var tað javnaðarhugsjónin, sum stóð honum nærmast, og vildi hann at øll fólk skuldu fáa somu treytir og kor at liva undir.
Vit í Sørvági sum stóðu Líggjasi nær, standa spyrjandi eftir! Hví Líggjas.
Hansara ringa sjúka vendi aftur tók yvirhond, og orkaði hann ikki meira standa ímóti.
Jonna góða, vit vita at saknurin er størstur hjá tær, og hava vit øll djúpastu samkenslu við tær og tykkara børnum.
Eisini er saknurin stórur á Liðanum, hvar hann eftir sín langa morguntúr, sum annað hvørt var til Bíggjar ella á Flogvøllin og liðugur at ambatað seyðinum, møttið so trúfastur til kaffi. Hansara seinasti kaffimunnur er drukkin, og hansara pláss á bonkarendanum er tómt.
Tíðin lekir øll sár, sigir mann! Vónandi verður tað so, eisini eftir missin av Líggjasi.
Eg vil við hesum fáu reglum lýsa frið yvir minnið um svágin Líggjas.

Elian.