Jón Rói skoraði tvær ferðir

Horsens og Frem eru á fremstu plássunum, og tað gongst eisini væl hjá Fremad Amager, har føroyingarnir kortini ikki eiga serliga stóran leiklut

DANMARK 1. DEILD

Í landsdystunum fyri einari viku síðani sást, at Jón Rói Jacobsen er á veg aftur móti tí støðinum, sum hann undan drúgva skaðasteðginum mest sum hvørja ferð var á. Sunnudagin undirstrikaði hann rudduliga, at superligustøðið er aftur á skránni.
Frem hevði vitjan av HIK, sum púra óvæntað hevur verið oddalið nógvu tey fyrstu umførini í næstbestu donsku deildini. Flestu liðini, sum spæla í Valby, hugsa mest um verjuna og vóna so, at tey skulu fáa mál í snarálopi. Soleiðis var tað ikki við HIK. Teir vóru framrættaðir, og fyrstu løtuna var fleiri ferðir um reppið, at teir fingu mál. Men tað eydnaðist ikki, og tá ið spælararnir fóru at hvíla seg, var Frem frammanfyri 2-1.
Eftir steðgin var tað Jón Rói Jacobsen, sum syrgdi fyri, at allur ivi um, hvør skuldi fáa stigini, hvarv sum døgg fyri sól. Hann skoraði til 3-1 í 53. minutti, og tjúgu minuttir seinni økti hann til 4-1. Jón Rói var í miðverjuni, og hann skoraði bæði málini eftir hornaspørk.
Úrslitið gjørdist 5-1 til Frem, sum nú er næstfremst og harvið á uppflytingarkós. Hetta var fyrsta ferðin, at Jón Rói Jacobsen var tvífaldur málskjútti, síðani hann í vár fór at spæla við Frem.
Á ovasta plássinum í næstbestu deildini er Horsens. Leygardagin vóru teir í Keypmannahavn, har teir vitjaðu Brønshøj á Tingbjerg stadion. Horsens við Johan B. Hansen á liðnum vann 2-0. Johan er sera tryggur verjuspælari. Hann arbeiðir fulla tíð, og í løtuni ber tað honum ikki til at spæla á landsliðnum.
Tað liggur eisini væl fyri hjá Fremad Amager. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Ølstykke, sum varð sent yvir aftur á Sjælland við 3-0 tapi. Í steðginum var støðan 1-0. Einasti føroyingurin í Fremad Amager hópinum var Andrew av Fløtum. Jann Ingi Petersen er framvegis ikki heilt komin fyri seg eftir eygnaskaðan, sum hann fekk av hornaflagginum, og Hjalgrím Elttør hevði ikki fingið boð frá Benny Johansen.
Andrew av Fløtum var millum teir fyrstu ellivu. Tá ið tað restaði ein hálvur tími varð hann skiftur út úr álopinum. Innskiftarin, Thomas Myssing, gjørdi rættuliga um seg. Hann skoraði til 2-0 við brotssparki. Tá restaðu trettan minuttir, og ein minutt seinni skoraði hann enn eina ferð og staðfesti harvið 3-0 heimasigurin.
Fremad Amager er trý stig aftanfyri Frem. Tað er Vejle, sum áður hevur havt fleiri føroyingar á liðnum, eisini. Hesa ferð hilnaðist einki serligt hjá Vejle. Á heimavølli taptu teir 3-1 móti Sønderjyske, sum er á triðja plássinum. Vejle fekk fyrsta málið, og tað skoraði Ulrik Balling, sum fyri tveimum árum síðani spældi við NSÍ. Tað liggur væl fyri hjá Balling, sum er toppskjútti í næstbestu deildini.