NSÍ-B68
NSÍ hevur ilt við at liva upp til tað, sum teir í Runavík undan kappingarbyrjan løgdu á seg sjálvar. Tað sást aftur í grannauppgerðini við Løkin, har B68 vitjaði. Har var tað ferðmikið, kontant og harvið høgur intensitetur og gott undirhald. Petur Reinert var 23. maðurin á vøllinum, og hann megnaði sera væl at halda skil á sum góður skúlalærari, uttan at tað nýttist honum at tveita um seg við kortum.
Toftamenn vóru eitt vet grammari enn heimamenninir. Á sentrala miðvøllinum vóru tað meiri Ralph van Door, Jann Ingi Petersen og Kári Hansen, sum stríddist sum leyva móti gomlu liðfeløgunum hjá sær, ið settu dagsskránna, enn tað vóru teir á NSÍ miðvøllinum, sum høvdu tað eitt sindur torført í nærdystunum.
Øssur Hansen er framvegis fínur fótbóltsspælari, og sum heild hekk spælið betri saman hjá gestunum, enn tað gjørdi hjá NSÍ
NSÍ hevur nógv fólk, og hesa ferð høvdu teir broytt uppstillingina eitt sindur. Jóhan Troest Davidsen, sum sat uttanfyri í Vági, var á høgra vongverja, og Brynjolvur Nielsen var hesa ferð verjukendi miðvallarin aftanfyri Dánial Hansen og Boga Løkin. Sjúrður Jacobsen var vongverji í vinstru fyrstu løtuna, inntil hann noyddist at gevast av skaðaávum, og 18 ára gamli Einar Hansen kom inn á vongverjan.
Heimaliðið kundi havt fingið mál beinanvegin. Tórur Thomsen tóktist at vera eitt sindur áhælsin, og Brynjolvur Nielsen, sum støðan tóktist koma eitt sindur óvart á, lyfti upp um málverjan og upp um tóma málið.
Stutt undan steðginum fekk B68 mál. Súni Fríði Barbá, sum var einsamallur á toppinum, meðan Kristian Anton Andreasen og Jóhan Petur Poulsen vóru ytstir í miðvallarborðunum, fekk tak á framlegging frá Jann Inga Petersen, ið var rættuliga eyðsýndur, bólturin tók í onkran og snýtti Jens Martin Knudsen, og so vóru fyritreytirnar hjá B68 í 2. hálvleiki uppaftur betri.
NSÍ hevði bóltin mesta partin av 2. hálvleiki. Teir royndu at leggja trýst á, men tað var ikki stór tyngd og broddur í, og málmøguleikarnir vóru fáir og smáir. B68 verjan hevði gott tak á, og tað hjálpti teimum, tá ið heimaliðið ofta fall í grøvina at royna við longum sendingum fram til Christian Høgna Jacobsen. Tað var barnamatur hjá Arnbirni Danielsen og Ova Magnussen.
Korter undan leikloki fingu teir í NSÍ nyttu burturúr hornasparksinnleggi. Innskifti Sonni L. Petersen setti krúllin undir bóltin, og so var mál og eitt stig í part.
NSÍ skifti í seinna umfarinum skjótar og konditiónsstinnar spælarar inn. Onkrir av B68 monnunum tóktust síðstu løtuna moyrari enn gott er, men tað ávirkaði ikki úrslitið. 1-1 og eingin ivi um, at tey niðanfyri vøllin fóru betri nøgd til hús, enn tey omanfyri vøllin vóru.tað.