70 ára føðingardagar í Fuglafirði

Leygardagin fara eini hjún í Fuglafirði at halda 70 ára føðingardagar.

Tað eru Jytta og Magnus Magnusson. Magnus fylti 70 hin 27. juni, og 17. september verður Jytta 70. Tey halda føðingardagarnar nú leygardagin 10. juli. Børnini eru heima, og tað verður opið hús hjá Ann, sum er yngsta dótturin hjá Jyttu.
Jytta og Magnus hava verið gift í 15 ár. Tey vóru bæði einkjufólk, tá ið tey giftust í 1989. Tey vóru í starvi hjá Skipafelagnum Føroyar, tá ið tey hittust. Hann sigldi við farmaskipunum, og hon arbeiddi í kantinuni á Handils & Frystivirkinum. Tá ið Skipafelagið hevði stóra føðingardagsveitslu á Kambsdali, lagaði tað seg soleiðis, at tey bæði hittust, gjørdust væl og giftust, og síðani hava tey verið eydnusom og hava havt eitt hugnaligt heim í Fuglafirði.
Jytta er úr Fuglafirði. Hon er triði yngst av teimum átta børnunum hjá Janu og Poul Nolsøe Olsen ella Leirvíks Póli, sum hann varð nevndur. Hon giftist við Poul Friang, sum var danskari, og sum í mong ár var bakari í Fuglafirði. Hann andaðist í 1986. Tey bæði eiga sjey børn: Teresa, sum býr í Århus, Jonna býr í Fuglafirði, Eileen býr í Hirtshals, Lillian býr í Runavík, Mille býr í Århus, og Maria og Ann búgva í Fuglafirði.
Jytta var heima hjá børnunum. Tá ið tey vóru undankomin, fór hon at út at arbeiða. Tað hevur ligið sera væl fyri hjá henni at gera mat. Eftir at hon gavst á Handils & Frystivirkinum hevur hon fyrireikað mat til føðingardagar og veitslur av øðrum slagi, og hon tekur framvegis á seg at levera smyrjibreyð. Nú Magnus er pensioneraður og ikki meiri siglir, hjálpir hann henni, og tað riggar væl.
Magnus er ættaður úr Haraldsundi. Foreldrini vóru Anna Katrina og Aðalstein Magnussen, sum var ættaður úr Íslandi. Tey fingu fýra børn, og Magnus var næstelstur. Magnus giftist við Honnu Klein úr Klaksvík. Hon var dóttur til Herdis og Hans Paula Klein. Hon doyði í 1984. Hanna og Magnus eiga tvey børn. Anna býr í Haraldsundi, og Marius býr í Klaksvík.
Magnus lærdi til elektrikara og arbeiddi í nógv ár sum elektrikari í Klaksvík. Seinni fór hann at sigla sum maskinmaður við skipunum hjá Skipafelagnum, og tað gjørdist lívsstarvið hjá honum.
Nú Magnus er givin at sigla, er hann ofta í egningarskúrðunum í Fuglafirði, og so hjálpir hann konuni í hennara virki. Børn og svigerbørn og barnabørn hyggja ofta inn á gólvið, og blíðskapurin er óførur. Magnus er innløgumaður. Umframt fisk og egning dámar honum væl at fáast við mat og slakt. Tað kemur eisini yngra ættarliðnum til góða.
Teimum báðum verður ynskt hjartaliga tillukku, nú tey hava rundar føðingardagar, og vónandi fáa tey saman við familjuni og øllum hinum gestunum eitt gott føðingardagshald í Fuglafirði leygardagin 10. juli.