ES-andstøðan í Danmark deyð

Danska valið til ES-tingið vísti, at danir nú hava viðurkent, at teir eru partur av Evropasamveldinum. Mótstøðuflokkarnir taptu. Sosialdemokratarnir vunnu. Eins og aðrastaðni tapti tann stóri stjórnarflokkurin eisini

Tá tað nýmannaða ES-tingið kemur saman til sín fyrsta fund, verða bara tvey andstøðuumboð ímillum tey 14 donsku umboðini í tinginum. Tvey seinastu valini hava flokkarnir og listarnir, sum eru ímóti donskum ES-limaskapi, fingið meiri enn 30 prosent av atkvøðunum, men sunnudagin fingu teir ein frammaná.
? ES-mótstøðan í Danmark er deyð, og ES er vorðið ein partur av donskum politikki, segði formaðurin í Sosialistiska Fólka-flokkinum, Holger K. Nielsen, tá valúrslitið var greitt. Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn eru samd-ir við honum. Teir halda nógv benda á, at danir nú hava viðurklent, at teir eru partur av ES, og at áralong mótstøða ímóti samveldinum er løgd til viks.
Tann stóri taparin sunnudagin var Juni-rørslan, sum fekk 9,1 prosent av atkvøðunum ímóti 16,1 prosentum á valinum fyri fimm árum síðani. Rørslan misti tvey av sínum umboðum og hevur nú bara Jens Peter Bonde eftir í ES-tinginum. Fólkafylkingin ímóti ES hevði eisini afturgongd, men varðveitt kortini sítt umboð.
Nyrup vann
Tann stóri vinnarin sunnudagin var fyrrverandi forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen, sum var oddavalevni hjá Sosialdemokratunum hesaferð. Flokkurin fekk heili 32,7 prosent av atkvøðunum, og tað var tvær ferðir meiri enn á valinum í 1999. Eingin ivi er um, at tað var Poul Nyrup Rasmussen, sum dró atkvøður til flokkin, og í gjár varð roknað við, at hann fór at seta met í persónligum atkvøðum til eitt ES-val. Sosialdemokratarnir fingu meiri enn 600.000 atkvøður, og hildið varð, at Nyrup mundi hava fingið umleið helmingin ella kanska uppaftur meiri.
Fyrrverandi forsætisráðharrin var samdur við teimum, sum søgdu valið vera eina greiða ábending um, at danir nú hava viðurkent limaskapin í ES.
? Fólkið hevur sagt, at vit hoyra heima í Evropa. Veljararnir hava tikið støðu. Nú er tað ikki ein spurningur, um fólk eru fyri ella ímóti ES. Nú er spurningurin, hvat vit vilja við samveldinum, segði hann, tá valúrslitið var komið.
Eins og í hinum londunum hevði tann stóri stjórnarflokkurin, Vinstri, eitt vánaligt val. Flokkurin fór úr 23,4 niður í 19,4 prosent av atkvøðunum og misti tveir av sínum fimm tinglimum.
??
Úrslitið í Danmark

20041999 Umb.1999
Sosialdemokratarnir32,7(16,5)5(3)
Radikala Vinstra 6,4(9,1)1 (1)
Konservativu11,3 (8,5)1 (1)
SF 8,0(7,1)1(1)
Junirørslan9,1(16,1)1(3)
Fólkafylkingin ím. ES5,2(7,3)1(1)
Dansk Folkeparti6,8(5,8)1(1)
Kristil. demokratarnir1,3(2,0)0(0)
Vinstri19,4(23,4)3 (5)
__________________________________________
Viðm.: Í 1999 valdu danir 16 umboð í ES-tingið, men nú hevur Danmark bara 14 umboð í tinginum.