Almenningurin Arvafíggindar í Føroyum?

Hans Birgir Hansen

Eg havi nátt fleiri av mínum endamálum, at gerast meira fríur, frælsur, við rættindum og privatlívsfriði og kunna skipað meg sjálvstøðugan og sjálvstøðugt vinnurekandi í Havnini.
Eg havi goldið nógv fyri at náa hesum endamálum og havi dagliga ligið undir nógvum fyribrigdum og trúartrýsti, undir skiftandi viðurskiftum og umstøðum og misti fleiri forrætningsavtalur, viðskiftafólk við atliti samskifti og samstarv ídag!
Eg havi dagliga møtt nógvum forðingum, kreppum, trupulleikum á vegnum, tað almenna, privata, land, kommuna, ríkið og almenningurin, skaptu mær, í Tórshavn/Suðurstreymoy!
Eg havi síðani aftaná eina røð av almennum avdúkingum, uppliva dagliga ignoreran og at persónsterror og telefonchikanu, er stagnera í løtuni og eg havi ikki fingið stevnt øllum!
Eg havi nógv jørn í eldinum og gekk undan í ungdóms- og frítíðarlóggávu, & fur, í sjeytiárunum og áttatiárunum, almennar, privatar, skráir og skrásetingareftirlitið og Tey Grønu!
Eg havi í nýtiárunum skapt fríari rúsdrekkasølu og altjóða arbeiðsskapandi verkætlan og fólkaheilsan, ið hevur verið umrøtt í føroysku dagbløðunum og eri eg stak væl nøgdur!
Eg havi altíð liva og virka eitt strævið, tungt og ómenniskjansligt lív og havi nátt góðum úrslitum, við hjálp av kosttilskoti og náttúruheilivági, tá ein fær ymiskar kurir í dag!
Eg havi nógv viðhaldsfólk, ið stuðla mær moralskt og eg havi í gjøgnum árini, skapt eitt sínamillum sjálvsálit og hvørs viðhaldsfólk kenna meg persónliga og eg kenni tey í dag.
Eg havi ikki havt lætt við at vera føroyingur; tá ið ein einsamallur bleiv settur upp ímóti teimum ráðandi kreftunum og myndugleikar og valdir, ið hava skipað fyri áðurnevnda!
Eg havi við teimum túsundstals lesarabrøvum, í bløðunum fingið gjørt heildarmyndina og heildarstøðuna greiðar so blaðlesarar kunnu síggja samanhangandi lívsviðurskiftini!
Eg havi fingið givið øllum innliti, forstáilsi, tilvitan, til tann dulda heimin, og hvussu alt verður skipað, aftan fyri ryggin á arbeiðandi fólki, tikin av ræði í egnum lívsviðurskifti!
Eg havi sæð hvørja ávirkan ið lesarabrøv hava tá míni sjónarmið vera tikin alment og politiskt og fakliga upp til viðgerðar, ið skapar nógv kjak úti ímillum manna kring alt landið!
Eg havi eisini víst á, hvussu samfelagið, fjøldin av einstøkum, eiga at skipa seg og síni egnu lívsviðurskifti og áhugamál, privatlív, uttan óviðkomandi uppíleggjanir uttanífrá.
Eg havi nógv at fylgja upp í øllum tí ein hevur viðgjørt í teimum túsundtals lesarabrøvum, kjakevnir, viðurskiftir ið hevur mín samfelags áhuga og fremja hjálp til sjálvhjálp!
Eg havi lívsins harða skúla og tess lívsavbjóðingar at byggja lívserfaringar/royndir á, og eg nýti bert bløðini at skapa alment innlit, forstáilsi, tilvitan, til tað ein viðgerð.
Eg havi fyrireika meg til framhaldandi at stríðast við almenningar, arvafíggindar, avbygdar-, býar-, havnarfólk, útlendingar, ið fremja eina røð av lógar og rættarbrotum v.m.