eisini hevur aðrar uppgávur á stevnuni, og millum hesar er eitt nú karusell, hoppiborg og ymisk tivoli-spøl á stevnuøkinum, sum aftur í ár verður við býráðsskrivstovuna. - Vit hava nú havt stevnuøkið við bý [...] eystanstevnuna, eru NSÍ, Støkk, Kappróðrarfelagið NSÍ og Bátafelagið á Bakka. Hesi feløg eru við í eini stevnunevnd, og tað er Kunningarstovan í Saltangará, sum samskipar fyrireikingararbeiði. Øll eru tey samd [...] býurin eru væl fyrireikað at fara undir eystanstevnuna í ár. Tey vísa á, at nógv og áhugaverd tiltøk eru at fara til bæði innan ítrótt, mentan og undirhald. Eitt, sum bæði tey stóru feløgini eisini eru sera
fiskigóðsku. - Vit hava eisini tryggjað okkum eina rúgvu av fiskidøgum, so nú er at fiska. Vit verða sjey mans við við skipinum, og síðan hugsa vit um at koyra við hálvi aðru manning, tá vit eru komir ordliga [...] Grindafossur og Alberg. - Vit eru sera spentir upp á hetta skipið, sum er serstakliga væl útgjørt, serliga tá hugsað verður um støddina á skipinum, sigur Gundur Sørensen og sipar eitt nú til, at skipið hevur [...] sigur í stuttari viðmerking, teir eru rættiliga spentir upp á at koma í gongd við nýggju Anru, men at teir báðir samstundis ásanna, at tað er við sorgblídni, at teir nú seta fyrru Anru til sølu, tí báturin
- Hetta var gleðiligt at frætta. Tað er søtur musikkur í oyrunum á Vibergi Sørensen, formanni í Reiðarafelagnum, at landsstýrið nú ætlar at geva skipunum fríari ræsur at landa uttanlands, soleiðis sum [...] sum løgmaður greiðir frá í greinini omanfyri. Hetta er tað, vit hava sóknast eftir leingi, sigur hann. Sum støðan er nú, kunnu skipini í mesta lagi avreiða 25% av fiskinum uttanlands í hvørjum ársfjórðingi [...] tann trupulleiki eisini tikið seg upp at fiskavirkini eru kjokkfull av fiski og hava ikki orku at keypa meiri og tí kemur fiskur at standa óseldur á fiskamarknaðinum. - Men kortini verða føroysk skip tvingað
vilja vit ikki læsa okkum fast í ávísum flokssamansetingum fyribils, sigur Helena Dam á Neystabø. Um nú EdmundJoensen útskrivar nýval? So kemur tann skommin aftrat oman yvir allar hinar, og vit kunnu [...] skilji hetta - og tað eru fleiri við mær, eitt nú Frederik Haroff o.a. eru komnir til, so hevur Føroya Løgting samtykt lógir í sermálum, hóast lóggávuvaldið er danskt. Í hesum lógum eru eisini ásettar revsireglur [...] skal fáast í lag, sigur Heini O. Heinesen. Vit vilja ganga sjálvstýrisleiðina Helena Dam á Neystabø, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, hevur eisini verið á fundi í vikuskiftinum. Hon útilokar ongar møguleikar
Foinaven. ?Vit hava funnið stórar oljugoymslur, og vit hava fingið bilbukt við tí annars sera harðbalna umhvørvinum úti á víðum havi. Og tað eru hesar royndir, sum vit nú taka við okkum inn á føroyskt øki [...] tá vit fara at bora fyrsta brunnin í juli í ár. Vit halda, at vit fara at hava eydnuna við okkum longu í hesum árinum, og finna vit eina stóra oljukeldu, sum vit hava góðar vónir um, so fara vit undir [...] Samrøða við BP stjóra -Hetta eru sera spennandi tíðir fyri BP á Atlantsmótinum, og tað er eingin loyna, at vit í BP ætla at endurtaka væleydnaðu úrslitini vestan fyri Hetland á føroyska landgrunninum eisini
hinir flokkarnir í landsstýrinum fóru at gera vart við seg. Men so langt eru vit komin, at eisini uttanríkispolitiskar støður eru einskildar eftir fólkafloksleisti. Og tíverri tykjast eisini viðmerkingar [...] fremja álop, oyðilegging og dráp á óskyldug fólk, við tí fyri eyga at spjaða ræðslu og vinna sær politiska støðu og vald, so er trupult at síggja nakran mun á hesum og á yvirgangi frá politiskum ella religiøsum [...] ikki Likud og Netanyahu skulu vinna valið á hesi kontu. Tískil kann eg ikki koma til aðra niðurstøðu enn, at tað eru fyrst og fremst taktiskar atvoldir til álopið á Gaza. Og at hesar telja so mikið nógv,
Johanna á Strondum. Vit búðu á einum stað, rópt í Hólinum. Vit vóru 10 systkin, eg var yngstur, og í Hólinum var gott og trygt at vera, greiðir Hilmar frá. - Um summarið spældu vit børn t.d. ofta Á lækjuni [...] dagin og á kvøldi, tá veður var til tað, sigur Hilmar. - Annars gingu vit nógv í haganum og leitaðu eftir fuglareiðrum. Vit vóru nógv fram við strondini, har vit fiskaðu murt og seið, og fóru ofta á flot við [...] Men tá lærarin var við, so svumu vit altíð har. Annars svumu vit ofta longur vesturi í dalinum um summarið, har vit gjørdu ein annan hyl, ið var grynri. Tað fyrsta vit ofta gjørdu um morgunin var at svimja
Tað er fyrst og fremst á heimavølli, at vit skulu tryggja okkum sigrarnar, sum kunnu lyfta okkum úr støðuni, sum vit nú eru í. Tað hevur TB venjarin Robert F. Roelofsen aftur og aftur sagt. Sambært hesum [...] fýra dagar seinni varð avsmurt 5-1 á Skála. Nú hava stundir verið at pjøssa um og at koma fyri seg aftur, men tað er stórt bakkkast, at tveir av lyklaspælarunum ikki eru tøkir: Ndende Adama Guéye er leikbannaður [...] hevur ikki mist svøvnin, hóast tíggju mál eru farin ígjøgnum tríggjar tær seinastu ferðirnar. -Tað gongur upp, og tað gongur niður. Vit hava alla tíðina sagt, at vit arbeiða við at menna liðið við fleiri ungu
lønini. Nú, tvær vikur seinni, tveita semingsmenninir sum nevnt handklæðið í ringin. - Tað skal ikki vera nøkur loyna, at sera lítið er á borðinum at samráðast um. Men vit hava tó nøkur prinsipp, ið vit halda [...] Wang Hansen. Nú semingsmenninir hava blakað frá sær er einki samband millum partarnar. Og tað verður tað neyvan heldur fyri nýggjár. - Nei, vit taka so ikki nakað initiativ enn. Nú kunna vit okkara limir [...] Les eisini: Semingsmenninir hava kastað frá sær Tað eru nú tvær vikur, síðani semingsmenninir vóru boðsendir, hóast partarnir tá at kalla vóru komnir á mál. Sambært Pedagogfelagnum tók ósemja segr knappliga
Almanna- og Heilsuskúlin og Skipaeftirlitið eru tveir av landsins stovnum, sum seinastu árini eru lagdir uttanfyri Tórshavn, og vit hava tosað við leiðararnar á hesum báðum stovnunum at vita, hvussu hetta [...] sama. Eitt skeið á heilsuskúlanum á Tvøroyri er vanliga 8 til 10 vikur, og hóast hetta kann tykast at vera long tíð at vera vekk frá húsi og heimi, so heldur virkandi leiðarin á skúlanum á Tvøroyri ikki, [...] byggir á veruligar trupulleikar, men heldur fordómar. Leiðarin á Skipaeftirlitinum dugir tó ikki at fyristilla sær, at stovnurin kundi ligið eitt nú í Suðuroynni, av tí at tað nógva av virkseminum er á meginøkinum